Oddaliðið hevur ikki vunnið ein landskappingardyst í næstan ein mánað. Seinasti sigurin EB/Streymur fekk, var 17. september tá teir vunnu 2-0 á Skála.
Og september hevur verið ein strævin mánaður fyri EB/Streym, men nú hevur landsdystur verið og liðið hevur løtt battaríini aftur, og ætla teir á felagsliðnum at herja á sunnudagin.
Bárður við aftur
Manningarliga sær tað eisini betri út, enn tað hevur gjørt í langa tíð hjá EB/Streymi. Bárður Olsen er við aftur eftir at hevur sitið uttan fyri við skaða, hann fekk í fyrra hálvfinaludystinum móti B36.
Hetta fegnast tey um í Sundalagnum, og eisini styrkir tað munandi um hópin, at Egil á Bø kemur aftur í verjuna, eftir at hava verið leikbannaður seinasta dyst.
Jørgin Meitilberg hevur ikki vant saman við hópinum í vikuni, men hann miðar eftir at vera tøkur sunnudagin. Tað sama ger Hans Pauli Samuelsen, sum gav avboð til landsdystirnar báðar, tí hann fekk ein snudd undir landsliðsvenjingunum.
Einasti leikarin, sum heilt víst ikki verður tøkur hjá EB/Streymi, er Marni Djurhuus, tí hann hevur karantenu eftir at hava fingið fimm gul kort.
Bartal leikbannaður
Í Fuglafirði ætlar ÍF sær øll trý stigini. Hetta verður trupult ásanna fuglfirðingar, men samstundis neyðugt, um tilveran í bestu deildini skal leingjast eitt ár aftrat.
Greitt er, at Bartal Eliasen ikki verður við. Hann fekk gula kort nummar átta seinasta dyst, og er sostatt leikbannaður sunnudagin. Hetta er ein dyggur smeitur hjá ÍF.
Harnæst hevur liðið fleiri smáskaðar at dragast við. Serliga eru tað Høgni Zachariassen og Fritleif í Lambanum, sum hava havt trupulleikar, men í Fuglafirði rokna tey við, at hesir báðir kortini verða tøkir til dystin, sum er so sera týdningarmikil fyri bæði ÍF í botninum og EB/Streym í oddinum.