EB/Streymur tók seg saman

2.deild: Oddaliðið EB/Streymur var aftanfyri við trimum málum, tá dysturin var hálvrunnin, men teir megnaðu at koma afturí aftur og vunnu ikki minni enn 6-3

Stefan í Skorini


Seinastu tveir dystirnar hevur EB/Streymur skotið ikki færri enn trettan mál, harav vórðu tey seks skotin í seinna hálvleiki ímóti HB í Gundadali leygardagin. Liðini áttu hvør sín hálvleik, men EB/Streymur gjørdi sær betri dælt av sínari yvirvág í leiki enn havnarmenn gjørdu.


Rutinan ikki nóg mikið

Hjá HB vóru tað tvær gamlar rottur, sum gjørdu mest um seg frammanfyri málinum hjá gestunum. Fyrst var tað Gunnar Mohr, sum skeyt fyrsta málið í dystinum leygardagin, ið gjørdist ein sonn málveitsla. Jónleif Sólsker hevur funnið fótbóltsstivlarnar framaftur, og hann gjørdi tvey tey næstu málini hjá heimaliðnum. Jónleif hevur eins og Gunnar spælt á fyrsta liðnum hjá HB fyri nøkrum árum síðani, og teir vóru eisini føroyameistarar saman. Royndirnar hava tó ikki alt at siga í fótbólti, og tær rukku ikki langt, tá EB/Streymur kom út sum eitt ódnarveður eftir steðgin. 3-0 til HB var tó ikki ein røtt mynd av fyrra hálvleiki, men HB hevði tað neyðuga hepni.

Støðan var sostatt 3-0 til heimaliðið eftir fyrra umfar. Orðini hjá venjaranum, Bergi Magnussen, hava eftir øllum at døma givið hansara monnum ein hvøkk, tí útiliðið var ikki til at kenna aftur, tá dómarin floytaði dystin í gongd aftur.

Tað gingu tó tíggju minuttir áðrenn hol kom á, og so komu málini eitt fyri og annað eftir, uttan at HB verjan kundi steðga útiliðnum. Eyðfinn Joensen fekk tað fyrsta málið hjá EB/Streymi. Hann rak inn frá vinstru og við einum fløtum skoti úti við handaru stong, minkaði hann um munin til 3-1. Enn var langt eftir á mál, men eftir hetta komu málini títt. Átta minuttir seinni var tað longu 3-3. Dómarin dømdi brotsspark til EB/Streym, og tað setti Knút Vesturtún í netið, og løtu seinni var tað toppskjúttin í 2. deild, Jón Sigurð Gleðisheygg, sum javnaði.

Kaj Joensen legði gestirnar framum 4-3, og Jón Sigurð fekk tvey afturat, sum tekur hann framum Gunnar Mohr á málskjúttaralistanum. Jón Sigurð hevur nú skotið tíggju mál í hesum kappingarárinum.

EB/Streymur stevnir nú beint ímóti 1. deild, men enn er einki avgjørt, og tað verður kanska neyðugt at betra um verjuspælið, tí í tveimum teimum seinastu dystunum eru sjey mál farin inn, og tað er ov nógv fyri eitt oddalið.

Næstu ferð skal EB/Streymur royna seg á heimavølli móti LÍF, sum ikki er serliga væl koyrandi í løtuni, og har er væntandi at EB/Streymur fær trý stig afturat.


HB-EB/Streymur 3-6 (3-0)

1-0: Gunnar Mohr

2-0: Jónleif Sólsker

3-0: Jónleif Sólsker

3-1: Eyðfinn Joensen

3-2: Knút Vesturtún

3-3: Jón Sigurd Gleðisheygg

3-4: Kaj Joensen

3-5: Jón Sigurd Gleðisheygg

3-6: Jón Sigurd Gleðisheygg01-0Henning Jarnskor

(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)

411-01-0Leivur Hansen

55-10-0Poul Henning Jacobsen

(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)

68-10-0Jóan Petur Olsen

711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)

811-21-0Pauli Jarnskor

(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)

911-71-1Súni Olsen

1012-50-0Óli Hansen

1211-42-1Helgi L. Petersen


Venjari: Johan Nielsen


GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72

Samanumtikið:

Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.


Frágreiðingar

Dømi 1

111-(-17)0-0Waldemar Nowicki

Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort


Dømi 2

1510-21-0Alex Nielsen

Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort


Dømi 3

54-00-0Kristian Nielsen

(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)

Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti


GK: Gul kort

RK: Reyð kort


Komandi dystir

1. deild menn, 14. umfar

27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda

27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen

27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð

27.08GÍ-NSÍPetur Hansen

27.08VB-HBLassin Isaksen


2. deild menn, 13. umfar

26.08HB-TBRegin Egholm

26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen

26.08ÍF-B36Sune Johansen

26.08KÍ-RoynPetur Hansen

26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen


3. deild menn, 12. umfar

27.08FS Vágar-TBSune Johansen

27.08B68-KÍEdvard Højgaard

27.08B36-B71Ransin Djurhuus

27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg

27.08VB-ABZoran Mancic


1. deild kvinnur

27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo

27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen


Støðan - 1. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1HB139-2-229171229

2B68139-0-432221027

3VB138-3-22518727

4B36138-0-538172124

5NSÍ136-3-432211121

6KÍ136-2-529131620

7GÍ135-2-62626017

8B71132-2-91525-108

9FS Vágar132-2-91535-208

10Sumba132-0-11956-476


Støðan - 2. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1EB/Str.128-2-235171826

2TB127-2-33829923

3ÍF125-6-127131421

4B36125-2-52524117

5NSÍ125-2-52121017

6GÍ123-4-51826-813

7HB124-1-72939-1013

8LÍF123-3-61420-612

9KÍ123-3-61627-1112

10Royn122-5-51421-711