TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham sum sá sínar menn tapa 0-3 ímóti HB á heimavølli í Hólmanum á Eiði.
Ragnar B. Danielsen brendi brotsspark fyri EB/Streym, og Hans Pauli Samuelsen hevði opið mál, men hesir stóru málmøguleikarnir vóru misnýttir, og tað ørkymlar Heðin Askham, tí hetta hevur verið ein afturvendandi trupuleiki hjá EB/Streymi.
EB/Streymur er sjey og átta stig frammanfyri 07 Vestur og AB nú bert níggju stig eru eftir at spæla um, men Heðin Askham slær fast, at einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, og framvegis má arbeiðast hart fyri at bjarga plássinum í Betrideildini.
HERber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe.