Í góðveðrinum seinnapartin varð tað staðfest, sum longu týskvøldið varð veruleiki. EBS/Skála er føroyameistari í kvinnufótbólti.
Meistararnir endaðu sera sannførandi, tá ið tær vunnu 7-0 á Svangaskarði ímóti B68.
EBS/Skála vann síðst í august steypakappingina, og í dag tryggjaði liðið sær greipuna. Hetta er annað árið á rað, at EBS/Skála vinnur greipuna.
Margunn Lindholm skoraði sigursmálið í steypafinaluni. Hetta var tiltikna málið, sum ferðaðist kring allan heimin. Týskvøldið skoraði hon sigursmálið, tá ið EBS/Skála við 1-0 sigri á Skála ímóti KÍ so at siga tryggjaði sær FM heitið.
Margunn sigur seg vita, hvør uppskriftin er upp á at vinna greipuna einaferð og so einaferð aftrat:
-Tað er stríðsviljin og samanhaldið. Vit hava arbeitt ein fyri allar og allar fyri eina, og tað hevur borið úrslit við sær, sum vit stórliga fegnast um, sigur Margunn Lindholm.
Í Klaksvík endaði tað 1-1 millum KÍ og HB. HB vinnur silvur, og KÍ endaði á bronsuplássi.
Í Sarpugerði vann B36 3-1 ímóti ÍF/Víkingi. Tað ber við sær, at tær í B36 lyfta seg framum aftur B68.
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
KÍ – HB 1-1 (1-0)
1-0: Evy á Lakjuni 30.
1-1: Julia Naomi Mortensen 75.
B68 – EBS/Skála 0-7 (0-3)
0-1: Durita Hummeland 15.
0-2: Margunn Lindholm 17.
0-3: Durita Hummeland 19.
0-4: Durita Hummeland 66.
0-5: Ansy Sevdal Jacobsen 72.
0-6: Íðunn Magnussen 84.
0-7: Margunn Lindholm br 87.
ÍF/Víkingur – B36 1-3 (0-1)
0-1: Elisabet Vang 15.
0-2: Armgarð undir Leitinum 62.
1-2: Marta Sólheim Thomsen 82.
1-3: Bára S. Magnussen 90.
EBS/Skála | 20 | 16 | 2 | 2 | 80 | 14 | 50 |
HB | 20 | 14 | 3 | 3 | 76 | 21 | 45 |
KÍ | 20 | 14 | 3 | 3 | 57 | 19 | 45 |
ÍF/Víkingur | 20 | 6 | 0 | 14 | 30 | 61 | 18 |
B36 | 20 | 2 | 2 | 16 | 15 | 75 | 8 |
B68 | 20 | 2 | 2 | 16 | 19 | 87 | 8 |