Tað var spenningur og dramatikkur, og tað endaði soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við, at tað skuldi gera.
EBS/Skála kvinnurnar vunnu steypafinaluna ímóti HB. Men munurin var ikki so ógvuliga stórur, og harvið var tað spenningur inntil síðsta bríksl.
EBS/Skála vann 3-2.
HB legði seg framum beinanvegin við máli, sum Lea Hansen skoraði eftir langa framlegging við frísparki, men fagnaðurin var ikki liðugur, so hevði EBS/Skála svarað aftur. Tað var miðvallarin og liðformaðurin Ansy Sevdal, sum skoraði til 1-1.
Lítla løtu undan steðginum legði Birna Johannesen, sum varð kosin at vera dagsins spælari, felagsliðið á sigurskós, og tað var eisini hon, sum økti til 3-1, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Milja R. Simonsen, sum støðugt var stór HB hóttan, minkaði um munin, men tað eydnaðist ikki HB at javna.
HB-EBS/Skála 2-3 (1-2)
1-0: Lea Hansen 4.
1-1: Ansy Sevdal 6.
1-2: Birna Johannesen 43.
1-3: Birna Johannesen 78.
2-3: Milja R. Simonsen 82.
Kvinnur steypafinala
Á Tórsvølli leygardagin 9. september 2017 kl. 17.30
Dómarabólkur Jóhan Hendrik Ellefsen, Regin Egholm, Dánjal Eli West og Óli G. Samuelsen (4. dómari)
HB: Simona Heinesen –Lea Hansen (Sara Samson Lamhauge, 79.),Nadja Dam Johannesen, Liljan av Fløtum Petersen (Janita Ole-Jacobsen, 79.), Marjun undir Kletti, Ninna Hansen - Ása á Reynatúgvu, Rebekka Fjalsá Benbakoura, Jónvá Hentze (Julia Naomi Mortensen, 55.), Elin Maria Isaksen - Milja R. Simonsen
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Maria Elsudóttir, Poula Andreasen, Sólrun Thomsen
Gult kort: eingin
Venjari: Allan Dybczak
EBS/Skála: Anna Sunadóttir Hansen – Rúna Joensen (Lea Lisberg, 81.), Rakul Vesturdal Magnussen, Sigrun Kallsoy Kristiansen, Durita Hummeland - Ansy Sevdal,Kára Djurhuus - Birna Tummasardóttir Johannesen, Randi Fagradal (Eyðbjørg Ellingsgaard, 93.), Heidi Sevdal - Margunn Lindholm
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Bjarta E. Djurhuus, Stefania Fríða Fjalarsdóttir, Marita Jarnsko, Sunnvá Fagradal Johansen, Ásgerð Siri Prestá
Gult kort: Randi Fagradal
Venjari: Erik Ernesto Nielsen
Skála vann steypakappingina í 1992. Hetta er fyrsta ferðin, at felagsliðið hjá Skála og EB/Streymi vinnur steypafinaluna, og tað var stórur fagnaður á og kring Tórsvøll, har fýrverk sást og hoyrdist.
Tað verður opið hús við Margáir í kvøld, og har fer trúfasta og trúgva viðhaldsfjøldin at fegnast saman við