KÍ kvinnurnar hava síðani 1998 verið í steypafinaluni á hvørjum ári, og tær hava vunnið tær allar uttan tær í 1998, 1999, 2001, 2005 og 2009.
Nú er tað greitt, at KÍ verður ikki partur av steypafinaluni, sum verður leygardagin 9. september.
EBS/Skála hevur seinastu árini roynt at koppa KÍ kvinnunum. Tað hevur gingið striltið, tí sigursvandu KÍ kvinnurnar hava verið óførar at halda tørn.
Aftur í ár kappast hesi bæði liðini í landskappingini og steypakappingini.
Í landskappingini liggja tey stavn um stavn. Í steypakappingini endaði fyrra hálvfinalan á Skála 1-1. Í dag var seinna hálvfinalan í Klaksvík. EBS/Skála vann 2-1, og harvið er tað greitt, at tað verður EBS/Skála, sum skal spæla finalu. Um tað verður ímóti B36 ella HB verður greitt seinni í dag.
Talan var um intensa uppgerð í Klaksvík. Bæði liðini løgdu nógv fyri, og leikferðin var høg.
Gestirnir løgdu bragdliga fyri og skoraðu. Harvið vóru tær á finalukós. Sum hálvleikurin leið, fótaði heimaliðið sær, Hervør Olsen javnaði, og harvið var tað aftur púra opið.
Sigursmálið skoraði Heidi Sevdal, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Hetta gjørdi hon við rimmar skoti úr 25 metrum og eitt vet til høgru. Bólturin streyk í netið í høgt í handaru síðu av málinum.
Sum seinni hálvleikur leið, royndi KÍ at spenna álopsbogan, nú tað var neyðugt at skora tvær ferðir fyri at vinna finaluplássið aftur. Tað vóru onkrar spentar støður í EBS/Skála brotsteiginum, men størstu møguleikarnar áttu gestirnir, uttan at tað eydnaðist at skora.
Fagnaðurin í EBS/Skála leguni var stórur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og tað var greitt, at liðið hevur spælt seg í finaluna við samantalda málmuninum 3-2.
EBS/Skála hevur ongantíð vunnið steypakappingina, men nú verður liðið roknað at vera favorittur at vinna kappingina ímóti B36 ella HB, sum vann fyrru hálvfinaluna og harvið er stórfavorittur at vinna seg í finaluna.