Fundurin millum russiska forsetan, Vladimir Putin og serliga sendimannin hjá Donald Trump, Steve Witkoff, gjørdist liðugur fyrr í kvøld.
Við á fundinum á amerikanskari síðu var eisini versonur amerikanska forsetan og ráðgevin, Jared Kushner.
Serligi sendimaðurin hjá Russlandi, Kirill Dmitrijev, umrøður fundin sum "produktivan", men hann ásannar, at tað er langt á mál.
Kreml-ráðgevin, Juri Usjakov, segði eftir fundin, at Russland og USA ikki megnaðu at semjast, og tí legði hann aftrat, at friður í Ukraina ikki er nærri nú enn fyri fundin millum partarnar.
- Higartil hava vit ikki funnið fram til nakra semju, men nakrar amerikanska loysnir verða umrøddar, segði Kreml-talsmaðurin seint í kvøld.
Sagt verður, at samráðingarfundurin í Moskva, sum byrjaði seinnapartin í dag, vardi í fleiri tímar.
- Kortini vóru samrøðurnar ógvuliga týðandi og konstruktivar, men enn er langt eftir á mál, bæði í Washington og Moskva, segði Kreml-ráðgevin, Juri Usjakov, seint í kvøld.
Fyri fundin segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at krøvini hjá Evropa kunnu ikki góðtakast.
Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga seint í kvøld.











