Eftir korona: Aron Knudsen fyrsti málskjúttin

Aron Knudsen er fyrsti málskjúttin eftir koronasteðgin í Evropa

Í gjár var fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum. Føroyska landskappingin er tann fyrsta í Evropa, sum er byrjað eftir at hava verið rakt av koronasteðgi.

Tveir dystir vóru klokkan 15. Við Løkin í Runavík var kalt, tá Kári J. á Høvdanum bríkslaði í gongd. Longu átta minuttir seinni lá bólturin í málinum hjá gestunum úr TB. Málskjútti var 20 ára gamli Aron Knudsen, sum var fyrstu á ein bólt, sum datt niður í brotsteiginum hjá TB. Hann er sostatt tann fyrsti spælarin í Evropa, sum hevur skorað í eini deild, sum hevur verið rakt av korona.

Eftirfylgjandi skoraði Klæmint A. Olsen til 2-0 fyri NSÍ miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Um sama mundi skoraði Adrian Justinussen eisini til 1-0 fyri HB móti EB/Streymi í Gundadali. NSÍ vann 3-1 á TB, meðan HB vann 1-0 á EB/Steymi í Gundadali.

##med2## 

Á Skála bleiv bríkslað í gongd klokkan 16. Her fekk nýggi áleyparin hjá ÍF, Uros Stojanov, eina góða byrjan. Hann skoraði bæði málini, tá ÍF vann 2-1 á Skála. Málskjútti hjá heimaliðnum var bara 17 ára gamli Poul Kallsberg. Hetta var hansara triði dystur í Betri deildini og hansara fyrsta mál.

 ##med3##

Í Klaksvík vóru tað tveir nýggir menn, sum skoraðu málini fyri B36. Bæði Sebastian Pingel og Meinhard E. Olsen eru komnir til í ár, men hava eisini spælt við felagnum fyrr. Á Argjum var ongin málskjútti, tí har endaði tað við málleysum javnleiki.