Eftir løgtingsvalið

So fór løgtingsvalið 30. apríl aftur við borðinum, og veljarin hevur valt nýggja manning til Føroya Løgting. Vinnarar og tapararar eru funnir

Løgtingið verður sett við fleiri nýggjum løgtingslimum, fleirir gamlir kenningar verða aftur at síggja, meðan aðrir kendir tinglimir ikki verða at síggja í tingsalinum. Men hetta eru tær fortreytir, sum altíð eru galdandi, tá løgtingsval er.


Vinnarar og taparar

Stóri sigursharrin gjørdist Tjóðveldisflokkurin, sum fekk eina framgongd upp á 10,1%. Harvið gjørdist Tjóðveldisflokkurin størsti flokkur við 23,8% og 8 tinglimum.

Næststørsti sigursharrin gjørdist Javnaðarflokkurin, sum hevði eina framgongd upp á 6,6 % og fekk 21,9% av atkvøðunum, men hetta rakk bert til 7 tingsessir, meðan Fólkaflokkurin við 21,3% av atkvøðunum á triðja plássi fekk 8 tingsessir.

Hetta skyldast skipanini við valdømum, har tey smáu valdømini kunnu geva eitt øðrvísi býti av tingsessum í mun til atkvøðurnar. Hesa ferð hevði Fólkaflokkurin ein fyrimun av hesum, meðan Javnaðarflokkurin í 1990 hevði fyrimunin. Men hóast so er, so eiga vit at taka málið upp til viðgerðar, um tað ber til at fáa eitt betur samsvar millum atkvøður og umboðan á tingi, soleiðis at demokratiska valið kemur betur til sjóndar..

Sambandsflokkurin saman við teimum smáu flokkunum, tó ikki Sjálvstýrisflokkinum, gjørdist tapararnir á valinum. Kristiligi Fólkaflokkurin og Verkamannafylkingin fingu als ikki umboðan, meðan Miðflokkurin fekk eitt umboð, og Sambandsflokkurin fór aftur við 5,4% og er nú fjórði størstur flokkur.


Hvat hendir so nú?

Hetta var so sjálvt valúrslitið, men hvat hendir so? Øll høvdu væntað, at løgmaður longu valkvøldið boðaði frá, at hann fór at siga sessin frá sær, soleiðis at løgtingsformaðurin kundi fyriskipa eitt samráð við allar flokkar. Samgongan, hann var leiðari fyri, hevur mist parlamentariska meirlutan.

Men hetta gjørdi hann ikki, og í skrivandi løtu hevur hann heldur ikki gjørt tað. V.ø.o. forðar taparin á valinum fyri, at eitt nú vinnararnir kunnu royna samgongumøguleikar. Hetta er so ikki tað, sum nýggja stýrisskipanin leggur upp til.

Men spennandi verður at síggja, um Tjóðveldisflokkurin fatsheldur vallyftið um loysingina, og um aðrir flokkar fylgja teimum. Ein sannroynd er tað so, at valúrslitið sigur, at millum fimti- og fjórðihvør veljari vil hava loysing, meðan stórt sæð øll restin vil hava broytingar innan ríkisfelagsskapin.

Men eitt vallyftið forpliktar jú, so tað kann fara at gerast trupult at finna eitt felags stev millum fleiri flokkar í hesum spurningi.


Javnaðarflokkurin

og vallyftini

Javnaðarflokkurin, sum nú endiliga hevur reist seg aftur, hevur í valstríðnum lagt stóran dent á eisini onnur viðurskiftu enn tey ríkisrættarligu. Vit hava boðað frá, at vit ynskja ein heildarpolitikk, sum rættar upp á støðuna á flest øllum samfelags økjum. Men í løtuni vinnur ein slíkur heildarpolitikkur ikki serligan frama millum hinar, har alt stendur og fellur við broytingunum í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Men uttan mun til, hvørjar broytingar henda skulu í samfelagnum, so má nývalda løgtingið viðurkenna tann veruleika, at einki verður gjørt, uttan at flokkar finna saman í semjum. Eingin ger nakað einsamallur.

Javnaðarflokkurin bjóðaði longu valkvøldið til samstarv, og vit mæltu til eina breiða samgongu, tí nógv stórmál liggja fyri framman. Og framvegis leggur Javnaðarflokkurin upp til at verða partur av eini komandi samgongu, so nú fáa vit at síggja.


Javnaðarflokkurin takkar fyri stuðulin:

Javnaðarflokkurin vil nýta hetta høvið her til at takka øllum teimum mongu, sum valdu flokkin til løgtingsvalið. Javnaðarflokkurin vil somuleiðis eisini takka teimum mongu, sum antin sum valevni ella stillarar løgdu rygg til í valstríðnum. Men sanniliga eisini teimum mongu, sum á annan hátt hjálptu til í valstríðnum. Uttan tykkum øll var einki møguligt, men saman við tykkum er næstan alt møguligt. Stóra tøkk fyri.