Eftir manninum, heldur enn bóltinum

- Eg haldi, at hann fer lætt um sannleikan og avdúkar sjáldsama lítið innlit í stýrisskipanarlógina, sigur Bjarni Djurholm í viðmerking til tað, ið Karsten Hansen førir fram í blaðnum leygardagin

- Karsten Hansen er komin til skorin klæði og búgvið borð og tað eigur hann at vera glaður fyri, heldur Bjarni Djurholm.

- Tað er, sum virkar Karsten Hansen eftir regluni, ið sigur, at "tú hevur betru argumentini, men eg havi rætt", sigur Bjarni Djurholm, fíggjarnevndarformaður.

Fíggjarnevndarformaðurin Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum heldur vera best at lata tað, ið Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur í leygardagsblaðnum, fara aftur við borðinum. Karsten Hansen nevndi í blaðnum Bjarna Djurholm sambandshugaðan, óseriøsan og ein, ið ræðist fullveldi og vil gera alt fyri at koma tí til lívs.


- Eg havi ikki hug at gera viðmerkingar til hansara meiningar um mín persón, men eg haldi hann hevur misskilt arbeiðssetningin hjá fíggjarnevndini, sigur Bjarni Djurholm, ið heldur Karsten Hansen hava avdúkað, at hann hevur ikki skilt stýrisskipanarlógina og býtið millum útinnandi og lóggevandi vald.

Bjarni Djurholm staðfestir eisini, at fíggjarmálaráðharrin heldur fer eftir manninum, enn eftir bóltinum.


Viðvíkjandi tí, ið Karsten Hansen førir fram um, at Bjarni Djurholm kallar fíggjarnevndina saman til ávís mál, sigur Bjarni Djurholm, at hetta samsvarar ikki við veruleikan.

- Tað snúði seg um sandoyarferjuna. Eg varð ringdur upp úr landsstýrinum og spurdur um tað var gjørligt at kalla fíggjarnevndina saman mánadag, sum hetta var hósdag. Nevndin er ikki fyrisitingarlig, men partur av lóggevandi valdinum, so sambært stýrisskipanini er tað soleiðis, at hava landsstýrismenn nakað uppá hjarta, so skulu teir bert senda tað til fíggjarnevndina og so ger formaðurin sína skyldu og kallar saman. Eg vendi mær til skrivaran, ið kallaði nevndina saman. Beint áðrenn fundin fekk eg at vita frá fíggjarnevndarskrivaranum, at málið var ikki avgreitt í landsstýrinum, sigurn Bjarni Djurholm, ið leggur afturat, at hann hevði einki frætt, síðani hann fekk at vita, at skjalið var á veg.

- Limirnir í nevndini vóru tá komnir til Havnar á fund. Eg boðaði frá, at ein misskiljing var hend, men menn vóru samdir um, at teir vildu hoyra landstýrismannin í vinnumálum. Hann gav so kunnandi fund og tað vóru fíggjarnevndarlimirnir glaðir fyri og so var ikki meir, tí vit høvdu sum so einki mál, sigur Bjarni Djurholm.

Stálarbeiði

- Vit kundu bert staðfesta, at boð vóru send út, uttan at málið var endaliga avgreitt í landsstýrinum og tað var mær ógreitt, sigur Bjarni Djurholm.

Hann heldur sostatt ikki vera rætt, tá Karsten Hansen førir fram, at hann hevur verið við til at steðga útreiðslum, tí tað, ið hendi, var samskiftismisstak, ið bert førdi til kunnandi fund í fíggjarnevndini.

Bjarni sigur, at tað, ið landsstýrismaðurin í vinnumálum vildi, var at spyrja nevndina um støðuna til eina eykajáttan til stálarbeiði, so at ferjan kundi byggjast í Føroyum.

- Tað bleiv hon so ikki, tí Tjóðveldisflokkurin segði nei, men tað er ein onnur søga, sigur Bjarni Djurholm.

- Tað er við síðuna av at siga, at eg hevði kallað fíggjarnevndina saman uttanum Fíggjarmálastýrið. Stýrið hevði einki við tað at gera og Karsten Hansen avdúkar har, at hann er ikki heilt greiður yvir, hvat er lóggávuvald og hvat er útinnandi vald, sigur Bjarni Djurholm, ið heldur ikki vil kennast við, at hann skal hava biðið landsstýrismenn bara koma til sín við málum.

- Tá skjøl eru á veg, so eru standard boð frá nevndini, at so kallar fíggjarnevndarformaðurin saman og soleiðis hevur altíð verið og tað havi eg ikki funnið uppá. Flestu landsstýrismenn hava boðað frá, at skjøl koma og eg kann sum fíggjarnevndarformaður ikki nokta at taka málini upp, tað tilkemur ikki mær, sigur Bjarni Djurholm.

Bjarni vísir á, at mannagongdirnar eru tær somu, sum tær altíð hava verið og hann afturvísir at nevndin, og hann sum formaður, hava misnýtt starvið.



Skal ikki spyrja Karsten

Karsten Hansen vísir á, at Bjarni Djurholm helst er einsamallur um at seta harðar treytir við, um fullveldi skal gerast veruleiki, tí Fólkafloksmenn í Tinganesi hava skrivað undir.

Tá vit prátaðu við Bjarna Djurholm í gjár, visiti hann ikki hvør hevði skrivað undir og hann vísiti á, at fíggjarlógin kom fyri á fundi í Tinganesi seinnapartin í gjár. Og sum Bjarni hevði skilt støðuna, so slapp samlaða landsstýrið ikki at síggja fíggjarlógina fyrr enn í gjár.

- Eg haldi Karsten Hansen hevur misskilt tann partin av stýrisskipanarlógini, ið snýr seg um, hvat arbeiðið hjá fíggjarnevndini er, tí nevndin skal ikki spyrja hann eftir hvat hon ger, sigur Bjarni Djurholm, ið vísir á, at hann sum formaður bert hevur gjørt sína skyldu og kallað nevndina saman.


Alt ígjøgnum Karsten Hansen

- Eg haldi at hann fer lætt um sannleikan og avdúkar sjáldsama lítið innlit í stýrisskipanarlógina. Tá landsstýrismaður boðar mær frá, at skjal er á veg, havi eg ikki annað at gera, enn at kalla fíggjarnevndina saman. Men eg skal viðmerkja, at einki fíggjarnevndarskjal, eingin eykajáttan, kemur frá nøkrum landsstýrismanni til mín. Alt kemur ígjøgnum Karsten Hansen, tí hann er tann einasti, sum vegna landsstýrið kann senda nakað til fíggjarnevndina, sigur Bjarni Djurholm.

- Tá hann sigur, at Fólkaflokkurin eigur allar játtanirnar, so er ikki rætt. Inniverandi fíggjarlóg, ið varð samtykt á jólum í fjør, hevði hækkað væl meira enn 100 milliónir, um táverandi landsstýrismaðurin John Petersen ikki hevði lækkað sínar útreiðslur við umleið 40 milliónum. Í samlaðu játtanini átti Fólkaflokkurin nærum ongan lut og tá tað snýr seg aðrar eykajáttanir í ár, so er rætt, at Fólkaflokkurin t.d. umsitur verjuskipið sum málsøki, men stóð tað til Tjoðveldisflokkin, so vóru helst eingi mørk fyri, hvat ein kundi kravt av peningi úr landskassanum, tí teir vildu fegnir byggja skipið fyri 140 milliónir, ístaðin fyri 90 milliónir, so har er ein hækkan uppá eini 40 milliónir, vísir Bjarni Djurholm.

Hann vísir annars á, at kommunuloysnin var ein semja millum løgmann og Karsten Hansen.


Bert lótir

Eftir orðadráttin millum Bjarna Djurholm og Karsten Hansen kann spurningurin setast, um hetta bert eru lótir, ella um talan er um álvarsliga ósemju í samgonguni. Bjarni Djurholm hevur sett sum treyt fyri fullveldi, at fíggjarstøðan skal greiðast, tí hann helt ikki samanhang síggjast millum politikk og ætlan. Karsten Hansen hevur nevnt Bjarna Djurholm óseriøsan og sambandshugaðan.

- At Karsten Hansen nevnir meg óseriøsan og hvørt av sínum, skal eg lata standa ósvarað, tí tað kunnu onnur meta um. Eg havi gjørt tað, ið mær er álagt og eg haldi fast við mínar meiningar um fíggjarpolitikk, samanborið við samgonguskjal og ætlanir, sigur Bjarni Djurholm.

- At hann velur at fara eftir manninum og ikki bóltinum, má vera hansara trupulleiki, heldur Bjarni Djurholm.

- Tá hann sigur, at eg seti honum hav av spurningum, so má hann tola tað. Hann er landsstýrismaður hjá samlaða løgtinginum, ið eisini er alment forum, sigur Bjarni Djurholm.


Fløkjasligt

Bjarni vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til tær tíðarætlanir, ið hava verið nevndar í samband við samráðingarnar í heyst við danir.

Finnbogi Arge hevur serfrøðingar í kanningararbeiði, ið møguliga tekur nakað av tíð afturat, men Høgni Hoydal hevur hinvegin nevnt, at samráðast skal í oktober. Bjarni Djurholm hevur gjørt vart við, at Fólkaflokkurin vil hava tað fíggjarliga á pláss, áðrenn samráðingarnar.

Spurdur um hetta ikki tykist heldur fløkjasligt sigur Bjarni Djurholm, at tað hevur verið frammi, at tað snýr seg um at senda nøkur tekin. Hann vísti annars á í gjár, at kanska greiða fekst á hesum, eftir at fundurin hevði verið í Tinganesi seinnapartin í gjár.

Hann heldur, at hvussu alt hóskar saman, eigur ein kanska at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann í sjálvstýrismálum. Bjarni Djurholm minnir annars á, at tað er ikki Høgni, ið skal føra samráðingarnar, men Anfinn Kalsberg, løgmaður.



Spell

Bjarni Djurholm heldur annars vera spell, at Karsten Hansen soleiðis kemur eftir sær persóliga, tí Bjarni veit seg ikki hava nevnt Karsten Hansen í fjølmiðlunum.

- Eg havi tosað um landsstýrispolitikk og samgonguna sum so, men eg kann bert staðfesta, at hann kemur eftir mær persónliga, sigur Bjarni Djurholm, ið leggur dent á, at hann ikki "sparkar" eftir nøkrum, men roynir at koma við sakligum grundgevingum.

- Annars er at siga, at Karsten Hansen umsitir bert tað, ið undanfarna samgonga legði lunnar undir og fekk í lag, so hann hevur ikki havt nakran leiklut í positivu gongdini, sum tað hevur ført við sær, men hevur verið heppin,at hann er sloppin at umsita hetta, heldur Bjarni Djurholm, ið minnir á, at Tjóveldisflokkurin noktaði at taka upp málið um bruttoskattaskipan, so teir ikki kunnu taka sær heiðuri av hesum, ið varð samtykt fyri tveimum árum síðani.

- Karsten Hansen er komin til skorin klæði og búgvið borð og tað eigur hann at vera glaður fyri, heldur Bjarni Djurholm.

- Tað er, sum virkar Karsten Hansen eftir regluni, ið sigur, at "tú hevur betru argumentini, men eg havi rætt", sigur Bjarni Djurholm, fíggjarnevndarformaður.