Tað eru jú vit, sum standa í hesum dagliga, og vit hava leingi tosað um, at skipa fyri skeiðum fyri okkara starvsfólkum um, hvussu tey best handfara rúsaðar persónar og truplar støður í samband við skeinking. Sum eg skilji, kundu vit uttan iva lært nógv av samstarvinum millum restauratiónsvinnuna og aðrar stovnar í til dømis Noreg og Svøríki. Ein slík ráðstevna hevði verið eitt avbera gott høvi hjá okkum í hesum yrkinum at komið fram við okkara royndum og sjónarmiðum, sigur Uni og leggur afturat, at felagið altíð er opið fyri einum positivum samskifti við bæði Fyribyrgingarráð og aðrar mynduleikar, ið vara av økinum.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Fyribyrgingarráðnum, áðrenn blaðið fór til prentingar.