Eftirlýsir fleksiblan pensjónsaldur

Sjálvt fundamentið undir pensjónsreforminum hjá landsstýrinum er skeivt. Framskrivingarnar byggja á veikt grundarlag, og argumentið fyri kravdari uppsparing er illa undirbygt. Og hvar er heilsustøðan hjá fólki í øllum reforminum, spyr tryggingarráðgevin Kim Hansen, nú næsta stig í pensjónsreforminum er bara fáar dagar burturi.

Dagliga hoyrast og síggjast lýsingar frá fakfeløgum, tryggingarfeløgum og myndugleikum, sum minna okkum øll á, hvat vit skulu gera og ikki gera við okkara lønarkonto áðrenn nýggjár. Orsøkin er at finna í tí partinum av pensjónsreforminum, sum áleggur øllum at spara upp til egna eftirløn. Talan er um næsta stig á vegnum, eftir at samgongan gjørdi av at allar eftirlønir skulu sparast upp í Føroyum og skattast við inngjald, heldur enn útgjald.
Við argumentinum um at vit føroyingar spara ov lítið upp til okkara aldurdóm hevur løgtingið samtykt eina lóg um tvungna eftirlønaruppsparing. Fyri tey, sum longu hava eitt starv, har partur av lønini – oftast eini 10 til 15 prosent – fer beinleiðis í ein eftirlønarkassa, hevur lógarbroytingin ongan praktiskan týdning her og nú. Men fyri teir millum 3000 og 4000 føroyingarnar, sum ikki spara upp á henda hátt í dag, kemur lógarbroytingin at merkjast. Tí á nýggjárinum og næstu 15 árini verða tey við lóg tvungin at spara ein stigvíst vaksandi prosentpart av allari síni inntøku upp til eftirløn.
Argumentið um týdningin av at áleggja øllum hesa uppsparing við lóg fellir tryggingarráðgevanum Kim Hansen fyri bróstið.
- Vit høvdu komið á mál óansæð, og tí er hetta lógarkravið sett fram við skeivari fortreyt. Orsøkirnar til lutfalsiliga lítlu eftirlønaruppsparingina hjá føroyingum eru tvinnar. Vit komu seint ígongd, og vit høvdu eina djúpa kreppu í nítiárunum. Men inngjøldini í pensjónskassarnar prógva, at vit eru á rættari kós í somáta, sigur Kim Hansen og heldur fram:
- Siga vit, at vit eru komin upp á 80 prosent ídag, so koma vit upp á 90 prosent uttan at gera nakað sum helst. Og tað er tí skeivt at lóggeva um henda partin. Tey, sum ikki hava ráð í dag, fáa ikki betri ráð, tí vit lóggeva tey til tað. Og tey, sum eru rík í dag, hava kanska ikki tørv á eini eftirlønarskipan.
Sambært Kim Hansen er tvungna uppsparingin eitt symptom upp á eina skipan, sum er grundleggjandi skeiv.
- Grundhugsjónin er skeiv. Hetta er budgetthugsan 40 ár fram í tíðina, sum ongantíð kemur at halda kortini, júst tí her liggur 40 ára framskriving inni í skipanini, sigur Kim Hansen.
Nógv orðaskifti hevur verið um forskattingina av pensjónum, sum kom í gildi 1. januar 2012. Henda diskusjónin hevur skuggað yvir sjálva diskusjónina um pensjónsnýskipanina, og hvat ein slík eigur at brúkast til.
- Sjálv forskattingin er ein reint nationaløkonomisk diskusjón. Men eg eftirlýsi diskusjónina um innihaldið í pensjónsnýskipanini, sæð út frá sjónarhorninum hjá aktuar-vísundini, sigur Kim Hansen.

Fundamentið
Kim Hansen hevur arbeitt innan tryggingarvinnuna í mong ár, og hann kennir arbeiðið við pensjónsnýskipanini innanifrá.
- Tað tykist sum um ein framskriving av fólkasamansetingini um 40 ár í alt ov stóran mun hevur verið grundarlagið undir arbeiðnum. Hvør sigur, at henda framskriving fer at halda, spyr Kim Hansen og heldur fram:
- Og harnæst er alt ov stórt fokus á pensjónsaldurin. Tað eru hesar báðar premissurnar, fólkasamansetingin um 40 ár og pensjónsaldurin, sum tykjast at stýra øllum. Og tað er eftir mínum tykki skeivt.
Kim Hansen minnir á, at ein eftirlønarskipan byggir á tríggjar kassar – trygging við deyða, óarbeiðsføri og eftirløn.
- Men hóast politiski myndugleikin í áravís hevur arbeitt við eini pensjónsnýskipan, so tykist alt fokus at vera á tann síðsta partin, eftirlønina. Tað tykist sum um avbjóðingin hevur verið at fáa eitt roknistykki at ganga upp um eini 40 ár, sigur Kim Hansen og heldur fram:
- Tá okkara politikarar nú hava valt at gera eina pensjónsnýskipan, so undrar tað meg, at størri fokus ikki er á fleksibilitetin. Lyklaorðið er ein fleksibul pensjónsaldur, har tú fert á eftirløn, tá tú ikki kanst arbeiða meira. Tað krevur eina skipan, ið tekur hædd fyri, at nøkur fólk also gerast óarbeiðsfør væl áðrenn 67 ára aldur. Og tað krevur eina skipan, har tú blandar hugtøkini pensjón og fyritíðarpensjón. Aftur fyri ómakin fært tú eina skipan, sum fær ágóðan av góðu heilsuni hjá nógvum av okkara eldru, sum tí kunnu vera við til at halda skipanini uppi, argumenterar Kim Hansen.
Tryggingarráðgevin hevur hug at toga fram altjóða kanningar, ið stuðla undir boðskapin:
- Samstundis sum miðalaldurin hjá okkum øllum økist, so er tað ein sannroynd, at tey við høgum inntøkum gerast lutfalsliga eldri enn tey við lægri inntøkum, sum tí ikki fáa eins stóran part av ágóðanum. Og harumframt eru tey lágløntu í nógv størri mun niðurslitin á ungum árum. Eisini tí er neyðugt at fáa óarbeiðsføri inn í pensjónsreformin, sigur Kim Hansen.

Alternativið
Samstundis sum tryggingarráðgevin peikar á manglar í tí pensjónsnýskipan, sum politiski myndugleikin arbeiðir við, so hevur Kim Hansen eisini sítt boð uppá, hvussu ein nýskipan kundi verið sett saman.
- Eftir mínum tykki er tað mest týdningarmikla at fáa heilsuna hjá fólki við inn í eina tílíka skipan. Heilsan er eitt grundleggjandi parametur, sum ein pensjónsnýskipan eigur at vera bygd upp rundan um. Vit hava samfelagsbólkar, har ein rættuliga stórur partur er óarbeiðsførur við 65 ára aldur, sigur Kim Hansen og peikar á sína loysn:
- Hví ikki savna saman alt, sum snýr seg um at tryggja okkum móti avleiðingunum av vánaligari heilsu, í ein felags kassa, sum veitir pengar við óarbeiðsføri ella til fyritíðarpensjón. Tað kundi til dømis verið LÍV ella møguliga ALS, sum kom at umsita eina slíka skipan, sigur Kim Hansen og minnir á, at í dag fer ein lutfalsliga stórur partur av eftirlønargjaldinum til júst tryggingar av hesum slag.
- Tá heilsustøðan hjá fólki eftir mínum tykki er ein grundleggjandi faktorur í eini pensjónsskipan, so haldi eg eisini, at skipanin eigur at lagast eftir tí, sigur Kim Hansen.
Sjálvur uppsparingarparturin, har fólk leggja til síðis til sín egna aldurdóm, kann so vera úti í fríari kapping, heldur hann.
- Ja, sjálva eftirlønina kunnu pensjónskassar og bankar kappast um. Og vinnarin er so væl tann, sum dugir best at fáa pengarnar at vaksa. Men hin parturin, tað sum hevur við heilsuna at gera, eigur at liggja sentralt í einum felags kassa, sigur Kim Hansen.
Tað hevur nevniliga eina orsøk, sambært tryggingarráðgevanum.
- Poengið er, at politikararnir tá mugu interessera seg fyri arbeiðsmarknaðinum, heldur enn einans at interessera seg fyri pensjónsaldrinum og roknistykkinum, sum skal ganga upp um 40 ár. Og tá byrjar heilsustøðan og arbeiðsførleikin hjá fólki at gerast ein natúrligur partur av heildarmyndini, sigur Kim Hansen og leggur afturat:
- Tað snýr seg ikki um, hvørt øll skulu arbeiða til tey eru 67 ella 70 ár, men tað snýr seg um, at fólk arbeiða, til tey ikki orka meira. Tástani hevur tú eftir mínum tykki ein pensjónsreform.
Kim Hansen ásannar, at tað sjálvandi liggur ein avbjóðing í at umsita eina skipan, sum skal meta um arbeiðsførleikarnar hjá fólki.
- Tað er sjálvandi ikki í lagi, at fólk bíða í eitt ár ella tvey eftir eini niðurstøðu. Men her tosa vit also um mannagongdir og arbeiðsgongdir. Tað er ein praktiskur trupulleiki, sum er til at loysa, leggur Kim Hansen afturat.
Summi hava ført fram, at mest einfalda loysnin hevði verið at styrkt Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (Samhaldsfasta) munandi. Men tryggingarráðgevin er ikki sannførdur.
- Nei, Samhaldsfasti er ikki svarið, tí hann tekur ikki hædd fyri heilsuni hjá fólki. Samhaldsfasti er ikki ein fyritíðarpensjónsskipan, men er ein skipan við einum fastløstum pensjónsaldri. Tí skal tann niðurslitni, 57 ára gamli persónurin stríðast í 10 ár afturat, áðrenn hann fær nakað úr Samhaldsfasta.





FAKTA um Kim Hansen
Kim Hansen er útbúgvin tryggingarstøddfrøðingur og skrásettur tryggingarmeklari. Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísir harumframt í støddfrøði í Hoydølum.