Eftirlitsmenninir verða verandi

Trygdarráðið hjá ST samtykti í dag at leingja heimildina hjá eftirlitsmonnunum í Sýrialandi 30 dagar. Russland hevði hótt við at brúka sýtingarrættin ímóti uppskotinum, sum Bretland hevði lagt fram, men endin var kortini, at russiski sendimaðurin, Viktor Churkin, atkvøddi fyri.

ST-eftirlitsmenninir hava verið í Sýrialandi í tríggjar mánaðir, og eftir ærlanini skuldu teir fara úr landinum í dag.

Eftirlitsmenninir, sum eru óvápnaðir, eru 300 í tali.