Í gjár vann Víkingur 3-0 á NSÍ. At síggja til skorar Finnur Justinussen øll trý málini, men dómarin hevur noterað tað fyrsta málið sum sjálvmál.
Les eisini: Video: Samandráttur Víkingur - NSÍ 3-0
Longu aftaná ein hálvan tíma gjørdi NSÍ eina taktiska útskifting, tá Sjúrður Jacobsen kom inn fyri ein ónøgdan Andy Olsen. Spurningurin er so, um tað var í ordan, at gera ein útskifting so tíðliga í dystinum.
Les eisin: Finnur fær ikki sítt hattrick
At NSÍ verður revsað upp á mótálop er triðja málið eitt geitt tekin um. Her ber til at síggja hvussu skjótt tað frá at Víkingur vann bóltin, til Finnur Justinussen skorarði.
Les eisini: (Spælarametingar) Súni og Finnur vóru bestir
Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF og viðmerkjari á Rás2, ger viðmerkingar og metingar.
Les eisini: Finnur var munurin
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Skotvenjing við Løkin
Les eisin: (Ljóðsamrøða) Finnur: Eg eigi fyrsta málið
Víkingur – NSÍ 3-0(0-0)
1-0 Einar Tróndargjógv, 28 sjálvmál
2-0 Finnur Justinussen, 61
3-0 Finnur Justinussen, 77
Víkingur 4-4-2:
Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Heðin Hansen(Magnus Jarnskor , 89.min), Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar(Gunnar Vatnhamar, 86.min) , Sámal Jákup Joensen(Hans Jørgen Djurhuus, 55.min) - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen
Á bonkinum uttan at koma inn: Ingi Sørensen, Elias Rasmussen
NSÍ 4-2-3-1:
Andras Gango - Jónhard Fredriksberg, Jens Joensen, Einar Hansen, Monrad H. Jacobsen(Per Langgaard, 64.min) - Magnus Olsen, Haraldur R. Højgaard(Meinhard E. Olsen 85.min) - Andy Olsen(Sjúrður Jacobsen, 31.min), Jann Martin Mortensen, Árni Fredriksberg - Klæmint Olsen.
Á bonkinum uttan at koma inn: Karstin Hansen, Debes Danielsen
Gult kort: Magnus H. Olsen
Dómarin: Lars Muller