Skipafelagið Cunard Line hevði tíðindafund mánadagin í farnu viku, har ætlanir um heimsins størsta ferðamannaskip vórðu almannakunngjørdar. "An effort to recreate the golden age of the transatlantic liner", sum Financial Times sigur í grein dagin eftir.
Skipið, sum verður avmyndað í avísini hjá Financial Times næst síðsta týsdag, verður mett at kosta Cunard Line 600 milliónir dollarar. Gitingar eru frammi um, at navnið helst verður Queen Mary, sum ein av kendu, fornu risa-marglætisskútum felagsins æt.
Nýbygningurin verður meiri enn 1.100 føtur til longdar - tað er meiri enn tríggir fótbóltsvallir tilsamans - og vektin verður væl yvir 142.000 tons.
Ferðamannaskipið kann føra 2.500 fólk, sum eru færri enn fleiri onnur skip av sama slagi kunnu føra.
- Denturin verður ikki lagdur á nøgd, men dygd og umhvørvi, sigur Cunard-forsetin Larry Pimentel.
Nýbygningurin hevur ikki bólgnandi, runda marglætissniðið, sum flestu líknandi skip hava í dag.
- Vit leggja okkum eftir tí mjáa sniðinum og hallandi stevninum, sum fremst av øllum eyðkendi góðu gomlu ocean-liners, siga tey á Cunard Lines.
Nýbygningurin skal pløga Atlantshav í felag við tríati ára gomlu Queen Elizabeth II, sum higartil hevur verið flaggskipið í Cunardflotanum, og sum á hvørjum ári ger tjúgu ferðir um Atlantshav.
Heimsins størsta ferðamannskip í dag er hitt 142.000 stóra "Voyager of the Seas", sum Royal Carribean International eigur. Fyrsta ferð hennara verður um eina viku.