– Eg ætli mær ikki at gevast, og eg fari at brúka hesa næstu vikuna til at fáa nakað at henda. Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, og formaður floksins
Í fleiri dagar hevur hann tosað um at fáa Løgtingið kallað saman. Eitt endamál við tí skuldi vera at fáa Løgtingið at avgreiða tey mál, sum liggja eftir, og sum ikki vórðu avgreidd, áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, og sum sostatt detta burtur.
Hann hevur víst á, at einstaklingar, og felagsskapir, hava átalað, at fleiri stórmál detta burtur, tí eftir teirra meting kunnu tey ikki bíða til einn nýggj samgonga er skipað eftir eitt val.
Tey hava nevnt vælferðarlógina, tey hava nevnt lógina um margfeldni í náttúruni, og tey hava nevnt uppskotið um vegirnar til og frá Eysturoyartunlinum. Tey hava eisini nevnt uppskotið um at geva Bústøðum heimild til at taka lán at byggja bústaðir fyri, og eisini uppskotið um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.
Og Jenis av Rana vónar, at einstaklingar og felagsskapir halda á at mótmæla, og herða trýstið á løgmann um at útskriva val.
Løgmaður ætlar at løgtingsvalið skal vera 31. august, men Jenis av Rana heldur ikki, at samfelagið kann »liggja í respirator« so leingi, sum hann málber seg.
Tí vil Jenis av Rana eisini hava Løgtingið at samtykkja, at løgmaður skal útskriva val beinanvegin, men vil Løgmaður ikki tað, vil hann hava Løgtingið at samtykkja misálit á Løgmann, soleiðis at hann verður noyddur at útskriva nýval.
Og hann sigur, at hann fer at brúka hesa næstu vikuna upp á at fáa neyðuga undirtøku fyri tí. Og hann leggur afturat, at hann er nú komin til ta niðurstøðu, at tað týdningarmikla av øllum er at fáa løgtingsval nú, so at vit fáa greiði á politisku støðuni.
Hann sigur, at aðalmálið er sostatt ikki longur at fáa nøkur mál avgreidd, tí aðalmálið er at fáa løgtingsval, sum skjótast.
Og tað hevur hann framvegis vónir um, fer at eydnast. Og tað hevur hann, hóast andstøðan ikki er samd um spurningin og ikki kláraði at fáa neyðugu undirtøku fyri løgtingsvali, áðrenn Løgtingið fór í summarfrí.
Kári P. Højgaaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, hevur boðað frá, at hann er ógvuliga ivingarsamur fyri ætlanini at útsktiva nýval, tí hann heldur, at andstøðan hevði ríkiligt av møguleikum til at gera tað, áðrenn Løgtingið fór í summarfrí – men andstøðan tók ikki av møguleikanum.
Tí heldur hann, at tað er ein glæntrileikur burtur av, at tosa um at kall Løgtingið saman enn.
Fyri at tað skal eydnast at fáa Løgtingið at samtykkja at fáa løgtingsval, krevst, at øll andstøðan stendur saman um tað, men støðan hjá Kára P. Højgaard bendir á, at tað fer ikki at eydnast.
Men samstundis vísa politikarar á, at hvørki Magni Laksáfoss, ella Kristin Michelsen, sum báðir eru uttanflokkatingmenn, eru serliga áhugaðir í at fáa løgtingsval nú, tí sum støðan er nú hava teir ongan flokk.
Sum vit skrivaðu í áðni, tekur Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, undir við Jenisi av Rana - men bara partvís.