- Eg skal við gleði leggja frá mær, sum løgtingsmaður og sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Hetta sigur Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, nú ringastu brotasjógvarnir hava lagt seg eftir fólkatingsvalið, har flokkurin fekk eitt sera vánaligt val.
Aðrastaðni her á síðunum heldur hann, at vit ikki skulu leggja so stóran týdning í úrslitið, tí fólkatingsval og løgtingsval eru heilt hvør sítt.
- Nógvir av okkara veljarum beinleiðis boykotta fólkatingsvalið, tí teir halda, at vit hava onki at gera har. Men ein orsøk til at vit gera tað, er, at stilla vit ikki upp, fáa okkara politisku mótstøðufólk fría mikrofon at føra valstríð, uttan at vit fáa høvi at svara aftur, sigur hann.
- Ein veljarakanning beint upp undir fólkatingsvalið, vísti, at vit fingu 6% av atkvøðunum og tað er eitt tekin um, hvussu lítið, fólkatingsvalið sigur nógvum av okkara veljarum.
- Tað er ólukkan hjá okkum, men eg haldi, at tað er ein høvuðsorsøk til, at valið var so vánaligt.
Víst í verki
Hinvegin skerst heldur ikki burtur, at tað hevur eisini verið ógvuliga ófriðarligt innanborða í Sjálvstýrisflokkinum seinastu tíðina.
Heldur Kári á Rógvi ikki, at ósemjurnar innanfloks hava ávirkað valið tann keðiliga vegin?
- Tað hevur eyðvitað ikki verið nakar fyrimunur, staðfestir hann turrisliga.
Hinvegin heldur hann eisini, at hann hevur ikki gjørt annað enn at halda seg til tað, sum fundurin hevur samtykt.
- Tað er serliga í fiskivinnupolitikkinum, at tað hevur verið ósemja, men har havi eg hildið meg til tað, flokkurin hevur samtykt. Vit eru í teirri óukkuligu støðu, at vit taka toskin ov tíðliga. Eg spurdi flokkin, hvussu vit skuldu fyrihalda okkum, og har gjørdi flokkurin eina samtykt, sum eg fylgdi.
- Hetta hava eisini summi av teimum verið við til at samtykkja, sum síðani hava funnist at mær alment. Men eisini tey mugu taka ábyrgd av tí politikki, tey hava valt. Eg havi bara roynt at vísa hann í verki, sigur Kári á Rógvi.
- Tað er burtur úr vón og viti, tá ið summi fáa hetta til, at vit eru ímóti útróðrarmonnunum. Eg veit ikki, hvussu nakar kann vera ímóti útróðrarmonnum. Tað er ikki tað, hetta snýr seg um. Hetta snýr seg um at vit drýggja okkum toskin, til vit fáa meiri burtur úr honum.
Helst ikki Kári
Kári á Rógvi gjørt av at siga seg frá sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum. Men tað var ikki ein ring avgerð hjá honum at taka.
- Eg havi ongantíð havt nakað brennandi ynski um at verða floksformaður. Eg læt meg yvirtalað í fjør, tá ið heitt varð á meg um at stilla upp.
Tá tók Kári P. Højgaard seg aftur, og tí varð Kári á Rógvi valdur til formann.
- Men tað er við stórum lætta, at eg nú leggi frá mær aftur, sigur Kári á Rógvi
Tað merkir, at á landsfundinum í Sjálvstýrisflokkinum 25. oktober, skal nýggjur formaður veljast. Skipanin í flokkinum er, at formaðurin skal vera tinglimurella landsstýrismaður. Tað merkir, at einasti møguleiki er at velja Kára P. Højgaard aftur til formann.
Men Kári á Rógvi heldur ikki, at tað er tað rætta
- Eg haldi, at tann næsti formaðurin skal ikki eita Kári, tí vit hava báðir verið við í tí ósemju, sum hevur verið í flokkinum. Tí vildi eg mælt til, at vit sum skjótast fáa eitt óskrivað blað at taka við leiðslu floksins.
Sostatt vil Kári á Rógi, at flokkurin fær ein formann, sum ikki hevur verið partur í nøkrum stríði, tí tað heldur hann, er besti mátin at fingið frið aftur í flokkin.
Hann heldur, at Kristianna Winther Poulsen í Havn og Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, eru tvey góð boð, men tað eru eisini onnur.
- Á einum løgtingsvali kann veljarin so geva okkum eitt tekin um, hvønn hann vil hava til floksformann.
Men tað letur seg bara gera um so er, at løgtingsval verður fyri 25. oktober og at annað av teimum verða vald. Hin møguleikin er, at reglugerðin fyri flokkin verður broytt, so at tað ikki er neyðugt at formaðurin eisini umboðar flokkin á tingi.
Men Kári á Rógvi heldur, at tað verður strævið hjá einum floksformanni, sum ikki eisini er í løgtingið ella í landsstýrið, at svara politiskum spurningum.
- Tað hevði verið ein stór byrða at lagt á nakran, men bjóðar nakar seg fram at bera hana, skal eg ikki leggja teimum eitt holmstráð í vegin, sigur hann.
Gevist við gleði
Kári á Rógvi sigur, at tað hevur einki við vánaliga valúrslitið at gera, at hann leggur frá sær sum floksformaður, men hann dylir ikki fyri, at ósemjan innafloks hevur tikið honum fast.
- Seinastu tíðina havi eg kent nakað nógva strongd, serliga av tí ágangi, sum eg havi verið fyri innanfloks. Saman við familjuni havi eg tískil nakað síðani tikið avgerð um at siga øll álitisstørv í flokkunum frá mær, sigur hann.
Hann er longu farin frá sum formaður í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag og á aðalfundinum 25. oktober, fer hann eisini frá sum floksformaður og formaður í starvsnevndini.
Tað gav at bíta valkvøldið, tá ið hann small um í Norðurlandahúsinum og varð koyrdur á Landssjúkrahúsið.
Allar kanningar vístu tíbetur, at alt er í lagi, tó at blóðtrýstið er nakað høgt.
Hóast hann fer úr øllum álitisstørvum, merki hetta ikki, at hann treytaleyst fer úr politikki.
- Eg havi tað soleiðis, at eg haldi, at øll eiga at taka eitt tørn og tað ætli eg mær eisini at gera.
Á løgtingsvalinum, sum verður í næstum, fer hann tískil at bjóða seg fram, so at veljarin fær høvi til at eftirmeta hansara politiska arbeiði higartil.
- Men vil flokkurin ikki hava meg at stilla upp, er tað í fínasta lagi. Verði eg ikki afturvaldur, er tað eisini í fínasta lagi. Eg skal gleðiliga leggja frá mær, tí eg havi eitt gott lív uttanfyri politikk, sigur Kári á Rógvi.
Ágangur
Nú skerst heldur ikki burtur, at tú sjálvur hevur verið nógv frammi. Fjølmiðlar og politisk mótstøðufólk hava mangan sitið undir hvørjum orði. Kann tað vera ein orsøk til afturgongdina?
- Eg veit ikki, hvar fólk vóru, tá ið eg vaks upp við Dagblaðnum. Onki av tí, eg havi sagt, kemur upp á knøini á tí, sum Dagblaðið skrivaði. Men tíverri snýr arbeiðið á løgtingið seg meiri um politikarar enn um politikk og tí tørvar okkum eitt kjak um føroyskan politikk.
- Sum støðan er nú, verður meiri tosað um politikarar enn um politikk. Okkurt árið havi eg reist tvær ferðir so nógvar fyrispurningar á Løgtingið, sum øll hini tingfólkini tilsamans. Men tað er eitt sovorðið trýst á miðlunum at selja eitt blað afturat, at alt er farið at snúgva seg um politikarar ístaðin fyri um politikk.
- Vit hava eisini lagt uppskot fram um bíligari sethúsafígging, men tað er næstan ongin miðil, sum hevur áhuga fyri tí. Áhugin er størri fyri onkrum setningi, eg havi skrivað á míni privatu Facebook síðu, sigur Kári á Rógvi.
Hann hevur eisini varnast, at teldubrøv, hann hevur sent privat, sum sum als ikki vóru almenn, kortini eru latin miðlunum, men hann vil ikki nágreina hetta nærri.
- Nú eru miðlar eisini farnir at taka myndir av mær, uttan at hava fingið loyvi til tað.
Her sipar hann til myndina á Portalinum fríggjanáttina, eftir at hann hevði fingið dánilsi.
- Eg veit ikki um eg eri við at verða paranoidur, men eg spyrji meg sjálvan, hvat tað næsta verður, um tað verður, at eg verði tikin upp á band.
- Nei eg veit ikki. Eg kann ikki annað enn kalla hetta ágang, sigur hann.
Meldar pass
Kári á Rógvi sigur, skal tað vera so, at føroyskur politikkur skal snúgva seg meira um politikaran heldur enn sjálvan politikkin, má hann melda pass.
- At fólk halda meg, sum persón vera meiri áhugaverdan enn tann politikk, eg føri, sigur mær so mikið, at vit liva í eini politiskari skipan, har eg má melda pass, tí so havi eg onki at gera í politikki. At ganga við einum pinnamati í hondini og geva meg út fyri nakað, eg ikki eri, sigur mær púrt einki, sigur hann.
- Mangan siga eisini sjálvir tingfundirnar mær lítið. Men eg veit, at tað lógarsmíð, sum fer fram í tinginum, hevur alstóran týdning fyri hvønn einasta føroying, og tað er serstakliga áhugavert. Uttan at ljóða hástórur, var tað hetta, eg bjóðaði meg fram til, nevniliga at føra politikk, tí eg helt, at eg hevði okkurt at leggja afturat.
- Tað liggur ikki til mín at verða falskur, og eg klári ikki at vera við, skal
arbeiðið á løgtingið snúgva seg meiri um politikararnar sjálvar heldur enn um lógarsmíð. Eg kann ikki taka kappingina upp um at gera Løgtingið til eitt politiskt ”korrektheits-teatur” og um at gera politiskt arbeiði til undirhald.
- Verði eg vrakaður á næsta løgtingsvali er tað í fínasta lagi. Men verði eg valdur, vita fólk akkurát, hvat tey fáa, tí eg kann ikki annað enn vera trúgvur ímóti mær sjálvum. Tey, sum velja meg, fáa ikki ein poleraðan boðskap, tí tey fáa ein ærligan Kára á Rógvu, akkurát, sum hann er.
- Eg havi aldrin verið á ”politikaraskúla” og eg leiti mær ikki ráð hjá samskiftisráðgevarum, sigur hann.
Hinvegin viðgongur eisini, at hendan seinasta tíðin hevur veri honum ein lærupengi.
- Upp á nógvar mátar liva vit politikarar eina varda tilveru og hóast, eg havi mist atkvøður, havi eg eitt lív, sum er fult at innihaldi og gleði.
- Men tann, sum livir eina varda tilveru, kann missa jørðforbindilsi. Havi eg mist tað, hava hendingarnar í seinastu vónandi fingið meg at fáa tað aftur.
- Tað er í øllum førum við eymýkt at eg taki politiska arbeiðið upp aftur, sigur Kári á Rógvi.
Hesa næstu tíðina fer hann at taka sær av løttum saman við familjuni og at leggja áherðslu á annan enn politikk.
Nú er tað fyrst og fremst flettingin, sum er á skrá. Hann flettur bæði av eini trøð í Havn, í Vestmanna og í Sumba.
- Tað er mítt lív, sigur Kári á Rógvi.
39,8% í afturgongd
Á fólkatingsvalinum 15. september, fekk sjálvstýrisflokkurin bara 481 atkvøður, og tað gjørdi hann til nógv minsta flokk á valinum. Á fólkatingsvalinum í 2007, fekk hann 799 atkvøður, so á valinum í hesuferð var talan um eina afturgongd upp á heili 38,8%
Men Kári á Rógvi, floksformaður, heldur, at vit skulu vera varin at leggja alt ov stóran týdning í úrslitið.
- Vit plaga ikki at fáa nakað serliga gott fólkatingsval, tí nógvir av okkara veljarum fara ikki á fólkatingsval av hugsjónarligum orsøkum.
Á seinasta fólkatingsvali eydnaðist tað okkum kortini at fáa 799 fólk á val, men á løgtingsvalinum stutt eftir, fingu vit 2244 atkvøður.
Tí heldur hann ikki, at hetta gevur eina mynd av veruligu støðuni hjá flokkinum.
Kári á Rógvi leggur afturat, at á seinasta fólkatingsvali førdi hann fram, at floksformenn eiga ikki at stilla upp.
- Hesuferð breyt eg mítt egna prinsipp, og tað skuldi eg ikki havt gjørt, tí eg haldi, at tað er ein óskikkur, at løgmenn, landsstýrifólk og floksformenn stilla upp til fólkatingsval.
- Hetta roknistykkið gongur ikki upp. Ongin kann vera í Danmark og í Føroyum ísenn. Antin fara tey ikki á fólkating, hóast tey eru vald, ella mugu tey leggja álitisstørv í Føroyum frá sær. Triði møguleikin er, at okkurt av størvunum verða misrøkt.
Kári á Rógvi sigur, at hann er fegin um, at hann hevur gjørt sítt til at fáa kjakið at snúgva seg um, at rækja starvið í fulla tíð, og nú eru bæði Sjúrður Skaale og Edmund Joensen fólkatingslimir burturav.
- Tað haldi eg er eitt framstig, sigur Kári á Rógvi.
Nær skal løgtingsval vera?
Best hevði verið at havt tað nú í september, tí so fær ein nýggj samgonga høvi at gera fíggjarlógina fyri næsta ár. Men tað letur seg ikki gera og tí má tað verða sum skjótast. Annars verður tað hendan samgongan, sum skal smíða næstu fíggjarlógina og tá er stórur vandi fyri, at alt fer á glið í valagni og útgjaring.
Hvat dámar tær okkara nýggju fólkatingsmenn?
Teir báðar havi eg onga avgjørda meining um, men eg ynski teimum bestu eydnu í starvinum. Men eg eri ómetaliga fegin um, at báðir hava gjørt av at verða fólkatingslimir burturav so at teir røkja hetta starvið til fulnar. Tað havi eg talað fyri í fleiri ár og nú er tað veruleiki.
Hvat er tekst tú við í frítíðina?
Mítt allarfremsta frítíðarítriv er alt, sum hevur við seyð og jørð at gera. Tá ið eg fari á trøðina er tað sum at sleppa í himmiríkis forgarð. Nú fara vit at fletta av leigutrøðini hjá verfaðir í Havnardali so síðani fara til til Sumbiar at fletta, har verfaðir eigur eina trøð saman við brøðrunum. Og so enda vit í Vestmanna, har vit eisini hava jørð. Tað er ein so stórur og ríkur partur í mínum lívi, at alt mítt arbeiðsár er innrættað eftir nær lembingin er, nær vit hoyggja og nær vit fletta og so framvegis. Men so dámar mær eisini serstakliga væl at skjóta harur.
Stutt um Kára
Føddur: 4. mai 1973
Giftur Jóhannu og pápi Braga og Brestir.
Ph.D., lektari í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Gestalektar á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og gestalærari á lærdum háskúlum í Íslandi.
Útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1999. Síðani LL.M frá lærda háskúlanum í Aberdeen og doktari í løgfrøði á lærda háskúlanum í Íslandi í 2009:
Hann varð valdur í Løgtingið í 2008. Hevur annars røkt ymisk álitisstørv, eitt nú hevur hann verið formaður í Javnstøðunevndini og næstformaður í stjórnarskipanarnevndini og í nevndini fyri orðabókagrunnin. Í løtuni er hann formaður nevndini fyri Fasta Gerðarrættinum.