- Eg elski at fáa gávur

- Garderoban skal øll skiftast út, eftir eg havi verið upp á keto síðan í mars, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagum.

- Tað var ein serligur dagur, tá eg fekk at vita, eg skuldi blíva omma fyri aðru ferð í februar í 2022.

Mary Antonsdóttir, sum er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, heldur jólaaftan heima hjá sær sjálvari í Hoyvík, har familjan samlast fyri fyrstu ferð, eftir at hon keypti sær nýggja íbúð í 2020. Hennara elsti sonur er júst farin avstað. Hann siglir sum yvirstýrmaður við Mary Artica og fer at halda bæði jól og føðingardag umborð.

- Tað er sjálvandi keðiligt, men so gleðist eg yvir at verða saman við mínum elskaða ommusoni, yngra soninum, pápa mínum, verdóttrini og eks-sjeikinum. 

Á menu’ini hjá Mary Antonsdóttir í kvøld hevur verið dunna og mandlugreytur omaná. 1. jóladag eru tey boðin inn á Skála til systrina við familju, og síðan eru tey aftur samlaði hjá í Hoyvík 2. jóladag, tá tey fara at eta lambasteik. 

- Eg elski at fáa gávur, sum flestar aðrar kvinnur gera, men eg havi einki jólagávuynski. Garderoban skal øll skiftast út, eftir eg havi verið uppá keto síðan í mars. So, nú hava tit, sum ætla at keypa mær eina gávu, fingið eitt hint, sigur Mary Antonsdóttir brosandi.

Hvønn týdning hava jólini so fyri forkvinnuna í Heilsuhjálparafelagnum? 

- Jólini eru ein serstøk høgtíð, har gleðiboðskapurin verður prædikaður, og vit hátíðarhalda Jesu føðing. Familjan samlast, og vit fara niður í gear og hugna okkum við at geva gávur og eta góðan mát. Jólini eru hjartanna høgtíð. 

Hon vísir á, at Heilsuhjálparafelagið er til samráðingar, og byrjað verður upp á realitetssamráðingar fyrst í januar.

- So, høgtíðin er eisini kærkomin til hvíld fyri stríðið, sum liggur fyri framman. Tað liggur ein øgilig ábyrgd á herðunum á okkum at fáa eina virðiliga semju í hús.   

Er okkurt, tú serliga minnist í árinum sum fer? 

- Tað var ein serligur dagur, tá eg fekk at vita, eg skuldi blíva omma fyri aðru ferð í februar í 2022. Annars eru hesi seinastu skjótt tvey árini ein serstøk tíð, har mong hava livað í frástøðu og einsemi. 

Mary Antonsdóttir vísir á, at óttin fyri einum virusi mest sum hevur yvirtikið okkum øll. 

- Tjóðin er klovin í tvey og fólk, ið ikki hava fylgt tilmælinum um at lata seg koppseta, eru næstan skýrd at vera landasvíkjarar. Retorikkurin er harður, og hetta hevur ógvusliga ávirkan á lívið hjá tí einstaka menniskjanum, har frælsið er undir trýsti, heldur Mary Antonsdóttir.

- Tað var ein serligur dagur, tá eg fekk at vita, eg skuldi blíva omma fyri aðru ferð í februar í 2022.