Eg eri einki ringt menniskja

Tað var ein ógvuliga ólukkulig 29 ára gomul donsk kvinna, sum seinnapartin í gjár tók ímóti einum fýra mánaðum longum fongsulsdómi fyri at hava smuglað hassj til Føroya.

Hon brast fleiri ferðir í grát undir rættarmálinum.
Tað var týðiligt, at 29 ára gamla danska kvinnan var skelkað av tí, sum hendi henni.
Ein varðhaldsfongsling og ein fýra mánaðar long fongsulsrevsing var ikki akkurát tað, sum ein snildur bakmaður hevði givið henni í eygsjón, tá hann sannførdi hana um, at smugla hassj til Føroya.
Talan kann í ringasta føri gerast um eina bót og síðani verður tú send til Danmarkar aftur, segði ákærda kvinnan, at bakmaðurin hevði lovað henni.
Men soleiðis gekst tað langt frá.
Ikki tí. Alt sá ljóst út, tá hon 19. mars í ár kom til Føroya við hassji. Hon hevði rúsevnini stungin upp í seg, tveir klumpar aftan og ein framman.
Alt gekk sum eftir ánni. Hon gekk uttan trupulleikar gjøgnum tollin, tók bussin til Havnar og síðani ein taksa til ávísan bústað, har hon skuldi avlevera hassjið til persón, sum síðani skuldi selja tað.
Meðan sølan fór fram, skuldi kvinnan vera innandura, tí – sum bakmaðurin hevði greitt heni frá, - Føroyar eru eitt lítið land, og fólk tosa.
Hon sat so inni í kamarinum hjá sølumanninum í fýra dagar, meðan sølan av hassjinum fór fram.
Eftir hetta – tann 23. mars – pakkaði seljarin pengar í plastfolie, sum kvinnan so hevði niður til Danmarkar aftur at geva bakmanninum. Fyri ómakin fekk kvinnan 10.000 krónur.

Gekk ikki aðru ferð
Fyri kvinnuna, sum livdi undir trongum fíggjarligum viðurskiftum, var hetta ikki smávegis at fáa. Til gerandis var hon upp á bistandshjálp og fekk eftir skatt 6.400 krónur umframt 1.200 krónur í leigustuðli um mánaðin. Og av hesum 7.600 krónunum skuldu hon av við 5.500 í leigu um mánaðin.
So tað sigur seg sjálvt, at tá ein 4-5 daga long ferð til Føroya kundi kasta 10.000 krónur av sær, og tað ringasta, ið kundi henda, var ein bót, var hetta vandan vert.
Og so var peningurin eisini skattafríur. So tá hon aftur fekk eitt tilboð tíðliga í mai, helt hon tað vera funnin frensur.
Tað, sum hon skuldi fáa at kenna, var, at alt ikki var so líkatil, sum bakmaðurin hevði latið hana trú.
Hon gjørdist tí ovfarin og seinni ræðslusligin, tá hassjhundurin hjá tollvaldinum leiddi tollararnar fram til hana. Og síðani yvirtók narkoløgreglan.
Hesaferð hevði hon væl meira av hassji inni í sær, og tí var avtalan eisini, at hon skuldi fáa 15.000 krónur heldur enn 10.000 í ómaksløn.
Í staðin fekk hon fýra mánaðar fongsulsrevsing.

Syrgilig lagna
Kvinnan var ógvuliga kensluborin í rættinum, og fleiri ferðir brast hon í grát. Serliga tá verjin spurdi hana um hennara persónligu viðurskifti.
Noyðast vit at tosa um tað, spurdi kvinnan grátandi.
Men tað er av týdningi, at persónligu viðurskiftini koma fram, serliga í einum máli sum hesum.
Mamman doyði av krabbamein, tá ákærda var sjey ára gomul, og síðani kom gentan í eitt fosturheim, har hon var fyri harðskapi. Og tað skapti trupulleikar í skúlanum.
Eg vildi ikki undir brúsu eftir fimleik. Eg skammaðist, tí eg var gul og blá um allan kroppin, greiddi kvinnan frá.
Tá mamman doyði kom hon eisini burtur frá systkjunum, og nústaðni hevur hon fingiuð samband við tey aftur. Pápan fekk hon samband við fyri tíð síðani, men tað vardi bert 14 dagar, so doyði pápin.
- Eg minnist ikki dagar so væl, men tað er bert fyri stuttum, at eg eri sloppin út av einum sálarsjúkrahúsi, har eg lá í hálvt ár. Tey hjálptu mær við at fáa íbúðina, sum eg búgvi í nú, og hon er tann grundarsteinur, sum eg nú royni at byggja mítt lív á, greiddi 29 ára gamla kvinnan frá.
Tann nú dømda kvinnan hevði eisini sálarligar trupulleikar at dragast við umframt borderline, og hon hevði ikki heilivágin við sær til Føroya.

Ikki ónd
Kvinnan var týðiliga í villareiði.
- Skal eg vera bangin nú? Eg havi avdúkað tveir bakmenn, skal eg vera bangin um tað, spurdi hon.
Svarið var ein larmandi tøgn.
Kvinnan var munandi betri fyri í gjár enn við grundlógaravhoyringina, og hevði aftur fingið sín heilivág. Men hon hevði ilt við at stýra kenslunum til tíðir. Serliga tá spurningurin um familjuna kom fram.
Men eisini, tá ákærdin í proseduru síni argumenteraði fyri, hví kvinnan skuldi fáa harða revsing, brast tann 29 ára gamla í grát.
- Eg eri einki ringt menniskja, segði hon, meðan hon fjaldi andlitið við undirørmunum.
Eingin segði nakað ímóti tí. Eisini góð menniskju kunnu gera skeivar gerðir, og tað bøtti 29 ára gamla danska kvinnan fyri í Føroya Rætti í gjár