Heðin Mortensen segði í sínari røðu, at hann so sanniliga eisini traðkaði sínar piltað og barnaskógvar í B36, um enn aðrar ítróttargreinar lokkaðu seinni. Borgarstjórin var sjálvandi eisini til móttøkuna hjá B36 seinnapartin í dag, og hann hevði eisini nøkur orð at siga.
Hann kundi upplýsa, at hann sum piltur og smádrongur hevði spælt við B36. Men hetta var meiri ein økisspurningur enn nakað annað, tí har, sum hann vaks upp, var tað eitt B36-øki.
Hann segði eisini, at í dag fekk felagið bara blómur, men seinni fór B36 at fáa onkra aðra gávu, sum meiri brúk bleiv fyri tá.