– Eg eri akkurát líka troyttur av hesum, sum øll onnur.
Tað staðfestir Herleif Hammer, stjóri á studentaskúlanum í Hoydølum.
Tað, hann sipar til, er, at næmingar á studentaskúlanum hava hildið seinasta skúladag við eini risaveitslu, sum ikki endaði fyrrenn í morgun, tá ið einir 150 næmingar fóru út á alfaraveg við teirri avleiðing, at proppur kom í ferðsluna í hálvan annan tíma, har bilar stóðu í kilometra longum røðum í allar ættir.
Ikki fyrrenn løgreglan var komin uppí, fekst glið aftur á ferðsluna.
Hetta hevur ikki verið óvanligt á seinasta skúladegi, men hesi seinastu árini hevur kortini verið friðarligari, eftir at málið varð tikið upp ímillum løgregluna og næmingar og leiðsluna í Hoydølum.
Men í ár tóku næmingarnir so gamla táttin uppaftur, og skúlastjórin sigur, at hann hann er minst líka troyttur av hesum, sum øll onnur.
– Eg eri øgiliga harmur um hetta, men vit fáa ikki stýrt næmingum eftir skúlatíð. Vit vildu helst sloppið undan hesum, men tað er ógvuliga avmarkað, hvat vit fáa gjørt.
Hann sigur, at tey hava roynt at tosað við næmingarnar um at vísa hógv, men tá ið at 150 næmingar hava gingið fullir eina heila nátt, hevur tað viðhvørt hug at fara yvir gevind.
Les eisini: Ein skúlanæmingur fekk bót
Fyri einum trimum, fýra árum síðani gekk tað heilt yvir gevind við umfatandi herverki, og har ein næmingur varð yvirkoyrdur, og fekk heilaskjálvta.
– Tá royndu vit at tosa við næmingarnar um at vísa hógv, og síðani hevur tað verið friðarligt, líka til í morgun.
Herleif Hammer sigur, at annars hevur skúlin ongar revsingarmøguleikar, tí næmingarnir eru lidnir í skúlanum. Hann heldur, at revsingin má standa mát við tað, sum er farið fram og at taka strika hátíðarhaldið í sambandi við próvtøkuhandanina, ella enntá burturvísa næmingar, hevði verið alt ov víðgongt, staðfestir hann
Tað eru næmingarnir sjálvir, sum skipa fyri pisufundinum, og tað plagar skúlin at stuðla teimum fíggjarliga við.
– Men nú á døgum vísir tað seg ikki sum um at pengar tróta ímillum skúlanæmingar. Tey hava leigað hárfríðkarar, keypt serligar búnar og rúsdrekka, so at hótta við at taka fíggjarliga stuðulin frá teimum, fer neyvan at ræða tey, heldur hann turrisliga fyri.
Men hann heldur kortini, at tey áttu kanska at ávarað fólk um, at ferðslan kanska fór at verða tarnað, so at tey kanska fóru eina aðra leið inn í Havnina.
Hann skilir væl, at fólk eru irriterað at enda í einum ruðuleika, sum hesum tíðliga á morgni. Hann uggar kortini tey, sum koyra ígjøgnum Hoyvík við, at hetta er næstseinastu ferð, hesin vandin er, tí um eitt gott ár flytir skúlin í Glasir í Marknagil – og so er trupulleikin í øllum førum fluttur.
Niðanfyri eru fleiri myndir av ferðsluruðuleikanum í morgun