Eg eri lúrarin hjá tær

Rockbólkurin Grandma’s Basement hevur givið nýggjan sang út áðrenn framførsluna, teir skulu hava á Summar Festivalinum.

 

Seinasta árið hevur verið hendingaríkt og spennandi hjá rockbólkinum Grandma’s Basement. Kjallarabólkurin hevur av álvara vunnið fram í ljósið við útgávu og framførslum, og á Planet Awards beint fyri ársskiftið vunnu teir eina heiðursløn fyri ársins sang 2010.

 

Í løtuni arbeiðir bólkurin við nýggjari fløgu, og í vikuni sendu teir ein nýggjan sang í umfar. Sangurin kallast Gluggasníkurin og snýr seg um ein lúrara.

 

- Vit taka onkur tabuevni upp og finna uppá onkra fjolluta søgu í okkara sangum. Meira skal ikki leggjast í tað, sigur Jón Jacobsen, sum er sangari í bólkinum.

 

Nýggi sangurin verður spældur, tá ið Grandma’s Basement hevur framførslu í Flags tjaldinum leygarkvøldið kl. 01.00.