Jákup Vang
??????????
Eitt tabuevni, sum hevur verið svárt at skriva um, tí vit hava verið bangin, er tann sálarliga sjúkan. Tann, sum fyri størsta partin er litin upp í hendurnar á psykiatarum og psykologum.
Um vit skulu varpa ljós á hesa sjúku, og tað skulu vit, fyri yvirhøvur at kunna geva veruliga hjálp, so mugu vit fara í Bíbliuna, sum er sannleikin frá Gudi.
Um vit spyrja, hvat sigur Bíblian um hesa sjúku, so stendur ferð eftir ferð, at Jesus rak út illar andar, »demonar«. Tað er nakað, sum er tabu í okkara umhvørvi, í okkara sokallaða framkomna vesturheimi. Vit heilt einfalt ræðast at tosa um tað.
Hetta tabuevni er so heitt, at ein av okkara stóru prædikumonnum avsannaði, at nakar psykiatriskur sjúklingur kundi vera plágaður av illum andum. Eg sigi hann ikki ringan fyri tað. Vit eru ikki upplærd í okk-ara umhvøri at takla slíkt.
Men Bíblian sigur, at Gud ynskir at kasta ljós inn í hesa myrku verð, at seta fangar í frælsi, leiða teir út í ljósið. Skrivað stendur, at menniskjuni verða plágað av djevlinum og hansara einglum, illum andum, »demonum«.
Men ? Jesus er komin at kasta Satan út við øllum hansara sjúkdómsandum. Hann, Jesus, sigraði á Krossinum á øllum Satans veldi. Um vit ikki síggja hetta í eyguni, men stinga høvdið í sandin, so er als ongin hjálp at fáa.
Um psykiatarar veruliga ynskja at hjálpa sálarsjúklingum, so mugu teir eyðmýkja seg og ákalla Gud um hjálp. Og ? tað krevur, at teir sjálvir taka við trúgv á Jesus Kristus. Tí ? hvussu kann ein blindur leiða blindan?
Tað er einki at øast við, at eg sigi, at tey psykiskt sjúku eru plágað av illum andum. Bíblian sigur, at vit øll verða plágað av djevlinum og hansara »demonum«. Og ? tað er einans við hjálp frá Jesusi, vit vinna sigur.
Skrivað stendur: Standið djevlinum ímót, fast í trúnni, so skal hann víkja frá tykkum.
Víðari, í Opb. bókini kap. 2 v. 11.: Teir hava sigrað hann (Satan) við blóði lambsins og við orð vitnisburðar síns. Teir elskaðu ikki lív sítt ? líka til deyðan.
Tað dugir ikki at fylla sjúklingar við øllum handan slag av kemiskum medikamentum, at doyva tey niður, og taka frá teimum teirra fría vilja. Ikki tí, eg trúgvi at sumt medisin er gott og at sjúklingarnir tørva tað. Men nógv, sum verður nýtt, er ikki av tí góða.
Psykiatarar brúka nógv narkotisk líknandi evnir, sum eru beint fram »demonframkallandi«. Ætla teir at samskiva við djevulin um menniskja sálir, so fara teir rættiliga skeivir. Tí Satan er bara komin fyri at ræna, oyða og drepa. Hann er faðir lygnanna. Jesus er komin fyri at vit skulu liva og hava lív í yvirflóð.