- Eg rokni ikki við, at fólk hyggja eftir klæðunum ella oyralokkunum, tá tey møta mær á gøtuni. Tey síggja sjálvandi at eg halti á høgra beini, greiðir Tóra frá.
At síggja til er hon lærarin, sangarin, tjakarin, húsmóðurin og mamman við tí góða orðinum og tí stóra brosinum, júst sum tú og eg. Men tað er kortini ein ávísur munur:
Tóra er ikki brekað, men ber eitt likamligt brek, sum hevur merkt lív hennara síðani hon var borin í heim: Høgra beinið er nevniliga 20 sentimetrar styttri enn hitt.
- Hetta er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um í tí dagliga. Hetta brekið er faktiskt bara ein partur av mær.
- Ja, tá tú spurdi meg um brekið, mátti eg líkasum hugsa meg um, um tað nú var høgra ella vinstra bein sum var tað styttra, sigur Tóra við Keldu, sum gongur við eini beinprotesu hvønn einasta dag.
- Onkur hevur nevnt hetta eitt træbein, men tað orðið dámar mær ikki so væl, tí tað gevur líkasum heilt aðrar assosiasjónir. Henda protesan hevur fylgt mær alt lívið, men eg kenni so einki til orðið happing og eg eri heldur ongatíð vorðin argað av hesum, slær hon fast.
Hon ið haltar
Tey seinastu árini er nógv tosað um tey brekaðu og um tað at bera eitt brek. Ein orsøkin til hetta er uttan iva árið 1981, ið varð lýst sum ár teirra brekaðu. Miðvísa arbeiðið hesi 30 árini til at upplýsa og soleiðis bróta niður fordómarnar ímóti teimum ið bera brek, hevur eisini givið úrslit.
Hetta er Tóra eisini fullkomiliga greið um: - Ja, eg beri eitt sjónligt likamligt brek, og tað ger, at eg ikki kann gera alt tað, sum onnur kunnu. Men tað hevur kortini nógvi størri týdning, at eg eri meiri enn eitt brek, hóast eg væl veit, at eg síggi ikki út sum hini.
- Tey sum ikki kenna meg, síggja meg kanska sum eitt brek. Og onkur hevur enntá sagt, at “Tóra, - tað er hon ið haltar”. Tá eg hoyri slíkt, tá fái eg ilt, tí tað er ein pína, sum liggur onkustaðni her inni í bringuni. Tí hvørki eg ella nakar annar eigur at verða defineraður soleiðis, - eg meini: Hvør vil verða defineraður út frá einum breki? Ja, hvør vil vera eitt brek?, spyr Tóra álvarsom.
Og hon heldur fram í sama álvarsama anda:
- Lívið er meiri enn at vera til, tí vit skulu jú liva. Tí havi eg mangan spurt, um eitt eyga kann finna tað veruliga menniskjað aftan fyri brekið? Men eg haldi hinvegin, at fólk eru vorðin betri og betri til at seta prís uppá lívið, óansæð hvussu vit síggja út ella hvussu vit eru skapt.
- So vil eg eisini beinanvegin sláa fast, at eg ongantíð hava takkað Gudi fyri at varð fødd við einum breki. Men eg havi so heldur aldrin verið óð inn á nakran, tí eg beri hetta brekið.
Brekaður í fleng
Longu á ungum árum byrjaði Tóra at svimja við Ægir, ið er svimjifelagið í Klaksvík. Hetta dámdi henni sera væl, ikki minst tá hon sum 11 ára gomul kom at svimja fyri ÍSB.
- Eg haldi, at hetta var nokk fyrstu ferð, at eg av álvara byrjaði at hugsa um orðið “brek” og “tað at vera brekaður”. Tí sjálvandi, skuldi eg svimja við ÍSB, so merkti tað eisini at eg bar eitt brek. Eg merkti – og eg sá tað ikki minst – at onnur hugdu eftir mær, tí í eini svimjihøll er ein jú rættiliga berur í so máta. Og so vóru tað summi børn, sum beinleiðis spurdu, hvat mær feilti. So fekk eg ein góðan møguleika at forklára teimum, at eg altso bar eitt likamligt brek.
- Hinvegin harmist eg allíkavæl um, at fólk brúka orðið brek ella brekaður í fleng, tá tey siga tað um onkran persón ella um nakað sum er býtt ella beinleiðis kiksað.
- Tá dámar mær munandi betri vendingina “at bera brek”, tí tað setir ikki eitt slíkt negativt stempul á ryggin hjá tær, men ein sær snøgt sagt forbí tað. Tað sigur faktist bara, hvat tú ert, men ikki hvør tú ert. Tí innanfyri brekið bankar altso eitt mannahjarta, sum hevur somu møguleikar og sama krav um virðing sum øll onnur menniskju.
- Ja, tað hevur sera stóran týdning at vit ikki verða gjørd til eitt brek ella ein trupulleika, men at vit eru menniskju sum bera eitt brek, og sum kortini ikki ger okkum øðrvísi enn onnur hóast alt, sigur Tóra við Keldu.
Hvat er at vera normal?
Heilt frá barnaárum hevur navnið Tóra við Keldu verið knýtt at svimjing. Hon luttók saman við Ítróttarsambandinum fyri Brekað í kappingum bæði heima og úti, og vann her ein hóp av heiðursmerkjum. Síðani hevur hon stovnað familju, lokið prógv sum lærari og er íðin at gera vart við ymisk viðurskifti innan hennara yrki í lesarabrøvum.
Fyrr í mánaðinum var hon til eitt tiltak í Løkshøll, har hon fyrstu ferð alment segði frá um brek sítt. Fyri at vísa fundarfólkinum á brek sítt, ella rættari, hvussu lív hennara hevði verið uttan eina protesu, valdi Tóra at ganga upp á talarastólin uttan hesa.
- Hetta gav helst fólki nakað at hugsa um, nú eg gekk niðan á talarastólin á ein heilt serstakan hátt. Men eg má, heilt erliga siga, at hesa løtuna føldi eg meg virkiliga nakna.
- Hinvegin havi eg ofta hugsað um tað at vera normal: Er tað at vera normal at liva eitt lív við eini protesu – ella kanska nettupp uttan eina protesu? Ella er hetta bert nakað sum vit fjala okkum aftanfyri. Tí skal eg vera heilt erlig, so føli eg meg munandi øðrvísi uttan hesa protesuna, enn tá eg havi hana á.
- Fyri meg er tað eingin trupulleiki, tí so løgið tað enn kann ljóða, so føli eg meg frælsa við protesuni, og havi stórt sæð kunnað gjørt tað sum eg ætlaði mær.
Eru bæði beinini líka lang?
Hóast Tóra hevur kunnað gjørt mong ymisk ting og hevur havt eitt ríkt lív við sínum breki, eru tað ikki øll ið duga at virða líkar hennara.
Í summar las hon eina ógvuliga skelkandi yvirskrift í einum donskum blaði, sum vísir nakað av tí, sum kann gerast veruleiki um nøkur ár. Yvirskriftin var soljóðandi: “Skjótt verða børn við Downs Syndrom søga”.
Fyri hana er hetta bert ein staðfesting av rákinum í dag, har tað ræður um at vera best, vakrast og klókast, og eitt samfelag sum bjóðar mammum at skanna barnið undir barnsburðinum, fyri at avdúka um alt er í lagi.
- Ja, handan yvirskriftin smakkaði mær sera illa. Tí, hvat er tað sum vit vilja – ynskja vit at rudda børn út, tí vit ikki tíma tey, ella kanska ikki hava tíð at taka okkum av teimum? Skulu onnur avgera, um tú ella eg skulu hava rætt at liva? Hvat við øllum hesum sum ikki passa inn í okkara rammur – ja, hvussu hevði verið við mær?
- Eg spurdi einaferð mammu mína, hvat hon hugsaði, tá hon átti meg. Hon var sjálvandi fegin um at hava átt eitt barn aftrat, men eingin ivi er um, at hon ynskti sær eitt barn uttan brek, eins og øll onnur foreldur gera.
- Beiggi mín, Pætur er føddur við klumpfóti, men hóast tað og mítt brek, høvdu bæði hon og pápi tann einastandandi eginleikan at kunna vaksa við uppgávuni.
Tóra hevur sjálvt átt tvær vælskaptar gentur, og í hesum sambandi vóru tær báðar eisini skannaðar í móðurlívi.
- Eg minnist væl aftur á tann fyrsta spurningin eg setti teimum á sjúkrahúsinum: “Eru bæði beinini líka lang?” So tú sært, at hesin óttin hann liggur har onkustaðni.
- Tí var eg eisini sera fegin um at sleppa at síggja myndina av fostrinum, har altso bæði beinini vóru líka lang, sigur Tóra við einum brosi.