- Eg eri nakað kedd tá teir tapa

Uttan góðar stuðlar mundi vera trupult hjá mongum ítróttarfeløgum kring landið. Tá tosað verður um Ítróttarfelag Fuglafjarðar slepst neyvan undan at nevna trúgva ÍF-stuðulin, Onnu Larsen.

Fuglafjørður: - Ahnoy, tað er einki at skriva um. Tosa heldur við mannin, Petur!
Anna Larsen vil helst sleppa undan at siga nakað um stóra virksemi sítt innanfelags í ÍF. Hon hevur ? uttan stóvegis hóvasták - bara gjørt hetta av áhuga fyri felagnum, - og tað hava so nógv onnur gjørt eisini, og ikki minst saman við henni.
Hesin áhugin hevur víst seg á so nógvar ymiskar mátar: Við at savna inn pening, við at vaska ítróttarklæðir, við at skipa fyri bingo og við at skipa fyri basarum ? you name it!
Síðst, men ikki minst hevur Anna havt sína dagligu gongd á fótbóltsvøllinum, tá ÍF hevur spælt. Og tá sagt verður ÍF, so er ikki bert talan um bestu liðini hjá felagnum.
- Mær hevur eisini dámt sera væl at hugt eftir teimum smæstu. Men, hvussu nógvar dystir eg havi sæð, veit eg ikki, sigur Anna Larsen.
Hon var sjálvandi á vøllinum mánakvøldið, tá 1. deildarliðið hjá ÍF spældi - og tapti! - móti B36.

Trúgv á øllum plássum
Áhugin fyri fótbóltinum er ikki nýggjur, men kom rættiliga fram, tá ein sonur hennara byrjaði at spæla við fótbóltsfelagnum.
Sjálv hevði hon íðkað nakað av ítrótti, men so við og við var tað fótbólturin sum fekk fyrstaplássið, tá talan var um ítrótt.
Hon og maðurin, Petur eiga fimm børn, sum øll hava verið virkin í ítrótti, og nú ommubørnini hava fingið ítróttaraldur, hevur hetta bara verið við til at hildið áhuga hennara fyri fótbóltinum viðlíka.
Hon hevur ikki bert stuðlað við at fara á vøllin sum áskoðari, stuðul og ferðaleiðari, men hevur eisini sitið í nevndini í felagnum. Og á fólki í býnum skilst, at hon hevur altíð verið fús at taka eina hond í við tí praktiska og dagliga arbeiðinum, m.a. við at taka sær av fótbóltsklæðunum eftir ein dyst.
- Hvussu nógvar búnar eg havi vaskað fyri felagið? Tja, tað veit eg ikki - í túsundatali, sigur hon, uttan at nakar farri av reypi og rósi liggur í tí.

Heima og úti
Áhugi hennara fyri ÍF er gamal, men sjálv heldur Anna, at hon var eitt sindur spentari fyrr enn hon er nú.
Hon eigur sum vera man nógvar løtur á vøllinum í bygdini, men hon hevur somuleiðis verið við ÍF-liðum, tá tey hava leikt dystir á útivølli.
- Fyrr - ja, fyrr, tá kundi vit reisa land og ríki runt til dystir, bæði í Miðvági og aðrastaðni.
- Eingin tosaði um veður og slíkt. Vit fóru avstað við fótbóltsliðunum, um tað var bæði vindur og vánalig líkindi, sigur hon.

Trupul framtíð
Hjá einumhvørjum ítróttarfelagi er tað altíð ein spurningur um, hvussu væl ungdómsarbeiðið verður skipað, soleiðis at ein kann hava nýggj fólk at taka við, tá onnur fella frá.
Í hesum máli heldur Anna, at her kundi ein havt gjørt meiri við hetta.
- Tað er ongatíð gott, tá ein ikki fær mannað eitt dreingjalið, men má hava tríggjar spælarar úr Kollafirði við á liðnum.
- Og tað er heldur ikki gott, tá ein somuleiðis má hava spælarar úr Kollafirði við, tá ÍF skal manna sítt smádreingjalið, sigur Anna, og harmast samstundis um, at tað somuleiðis hevur verið ógjørligt at manna unglingaliðið.
Hinvegin so kann hon fegnast um, at kvinnudeildirnar eru væl mannaðar á øllum stigum - uttan í bestu kvinnudeildini.

Óhepnir
Hóast tað fótbóltsliga kundi sæð betri út hjá besta liðinum í felagnum, so hevur tað ikki tikið áhugan hjá Onnu fyri felagnum.
Eins og hinir fuglfirðingarnir so fylgir hon væl við, nær ÍF skal spæla dystir sínar.
- Men hóast alt hetta, so taki eg tað róligt. Einki við at ganga við nervum um dagin ella tílíkt.
- Eg eri glað tá teir vinna. Og nakað kedd, tá teir tapa ein dyst, sigur hon.
Um ÍF-liðið anno 2005 heldur hon sjálv, at liðið er gott og væl mannað, hóast teir eru niðast á stigatalvuni í 1. deild.
- Jú, liðið er gott, men alt lukkast ikki hjá liðinum.
- Eg haldi, at teir viðhvørt hava verið eitt sindur óhepnir, sigur Anna Larsen.