Eg eri rørdur

Hetta er einastandi flott og eitt herðaklapp til starvsfólki í heilsuverkinum og í eldrarøktini

– Eg eri rørdur, bilsin  og heilt óvanliga takksamur

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Sosialurin, sum kemur á gøtuna í kvøld, hevur eina søgu um eina lítla, privata, føroyska fyritøku, sum nú hevur latið føroyska heilsuverkinum eina hálva millión krónur í stuðuli til stríðið ímóti koronasmittuni.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hetta er eitt herðaklapp til starvsfólkini í heilsuverkinum og í eldrarøktini

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat landsstýrismaðurin hevði at siga, tá ið útvarpsstøðin, FM1, ringdi til hansara um gávuna tey hava fingið.

Og, sum sagt, hevur Sosialurin í kvøld eina grein, har tey tosa við stjóran í fyritøkuni um, hví tey hava gjørt av at lata eina so stóra gávu