- Eg eri sera eyðmjúkur

Mike Day fegnast um, at so nógvir føroyingar sýna honum stuðul.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Mike Day.

 

- Eg eri sera takksamur og eymjúkur um stuðulin, sum øll hava sýnt í sambandi við fíggingini av hesum filminum - tað er tykkum at takka, at filmurin verður veruleiki, sigur Mike Day.

 

Skotski filmsframleiðarin hevur síðani 2010 arbeitt miðvíst við einum filmi um Føroyar og føroyska veiðimentan, og vandin var, at hann ikki fekk neyðugu fíggingina at leggja seinastu hendurnar á verki.

 

Tískil varð ein verkætlan stovnað á íverksetaraheimasíðuni »Kickstarter«, har minst 30.000 pund, skuldu samlast inn áðrenn klokkan 18.46 í dag, 17. apríl. Megnaði hann ikki tað, so fall allur innsamlaði peningurin burtur.

 

Tað hevur gingið striltið hjá honum at fáa peningin inn - fyri viku síðani restaðu góðar 200.000 krónur í - meir enn helvtin av kravda markinum.

Men í gjár, og í dag, kom verulig ferð á innsavningina - og nú, fáar tímar undan deadline, er Mike Day farin um tær kravdu 300.000 krónurnar.

 

- Eg havi verið optimistiskur allatíðina, og vónaði, at tað fór at bera til. Nú fegnast vit um, at hesin peningurin er komin og eftirviðgerðin av filminum fer í gongd, sigur skotin.

 

Sambært Kickstarter eru tey um 549 fólk, sum hava givið ískoyti til filmin, og til ber framvegis at lata pening umvegis hesa leinkjuna. áðrenn kl 18.46 í kvøld.

 

- Í veruleikanum hava vit tørv á nógv meira peningi, men hetta er eitt stórt tak. Eg gleði meg at sleppa til Føroyar aftur tá ið filmurin verður vístur á stórskíggja síðst í ár ella fyrst í komandi ár, sigur Mike Day.

 

Innkomni peningurin fer til eftirviðgerð av filminum, so sum klipping, tónleik og ljóð umframt enska týðing av føroysku taluni.