Framsókn boðar í kvøld frá, at 50 ára gamli, Karl A. Olsen í Vestmanna, verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.
- Karl hevur tvær ferðir áður stillað upp til løgtingsval og tá fyri Sjálvstýrisflokkin.
Hann var borgarstjóri í Vestmanna kommunu árini 2005–2012 og hevur verið varaborgarstjóri síðan 2013.
Framsókn vísir á, at Karl undirvísir á miðnámsskúladeplinum á Kambsdali. Hann hevur drúgvar royndir við fyrisiting og nevndararbeiði og hevur verið nevndarlimur í Føroya Kommunufelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og er eisini nevndarlimur í SEV.
- Sjálvur haldi eg, at eg eri tolin og treiskur, samstundis sum eg eri samstarvssinnnaður. Eg haldi, at hetta eru neyðugir eginleikar hjá einum politikara, sum vil hava góð úrslit.
Tað sigur Karl A. Olsen, sum brennir fyri útbúgvingar- og mentamálum og ikki minst fyri vinnu-og orkupolitikki.