Tað skuldi verða ein hugnaligur og stuttligur mannfólkatúrur til Italia, men skíðferðin gjørdist ein marra fyri fótbóltsdómaran Ransin Napoleon Djurhuus. Álvarsligur knæskaði hevur forðað honum í náa málinum um at gerast altjóða dómari.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
- Eg vildi heldur verið hasa skíðferiuna fyri uttan og so verið FIFA dómari í dag. Tað er ongin ivi um tað, sigur Ransin N. Djurhuus í samrøðu við VikuskiftisSosialin, sum júst er komin á gøturnar.
Les Sosialin á netinum við at trýsta HER
Í VikuskiftisSosialinum greiðir 34 ára gamli havnarmaðurin frá hendingini, sum ger at Ransin N. Djurhuus ikki hevur verið at sæð á vøllinum í eitt ár. Les eisini um veningarleguna hjá dómarunum í Barcelona. Í blaðnum er eisini upptakt til 1. umfar í Effo-deildini, sum verður leygardagin og sunnudagin.