? Eg fari at læra mítt fimta fremmanda mál frá dóttrini í Hvalba!

Síðst í september mánað í fjør, tá fótbóltslandskappingin í 1. deild ikki enn var liðug, varð longu kunngjørt, at venjarin hjá NSÍ í Runavík í 1999 eitur Milan Cimburovic. Sosialurin hevur hitt venjaran.

Bláa bók


Føddur 5. september 1967 í Kragujevac (Yugoslavia).

Spældi við: Radnicki (Kragujevac), BSK (Beograd), Spartak (Subbotica), Sartid-1913 (Smederevo), Stadler (Kiskeres, Ungarn), Dunafer (Dunaivaros, Ungarn). 1997 við Royn í Hvalba, í 1998 spælandi venjari hjá Royn. Frá 1999 spælandi venjari hjá NSÍ í Runavík.

Gentan eitur Winnie Thomsen. Tey eiga saman eina dóttir, Kristinu Cimburovic


Hesin 31 ára gamli jugoslavin er ikki heilt ókendt navn í føroyskum fótbólti, sjálvt um hann ongantíð hevur leikt nakran dyst í 1. deild. Milan kom til Føroya á várið 1997, og síðan tá hevur hann verið staddur í Hvalba, har hann fyrst spældi, og seinni eisini vandi lokalfelagið Royn. Og tað gekst rímiliga væl hjá hesum lítla felagnum undir leiðsluni av Cimburovic - bæði í 1997 og í fjør vóru hvalbingar tætt við at vinna sær pláss í elituni av føroyskum fótbólti fyri fyrstu ferð í síni søgu. Tað eydnaðist kortini ikki, men øll í bygdini vóru væl nøgd við arbeiðið hjá jugoslavanum. Milan var dámdur í Royn ikki bert sum venjari og spælari, men ikki minst sum menniskja - altíð fyrikomandi og í góðum lag. Hann treivst í Hvalba og dámdi sera væl viðurskiftini har. Men Milan duldi ongantíð fyri, at hansara mál var at royna seg á einum betri støði, og tá hann fekk tilboðið frá Runavík, tók hann móti hesi nýggju avbjóðing uttan at hugsa leingi um tað.


Spældi á høgum

støði í heimlandinum

Tey, ið hava sæð Milan Cimburovic leika fótbólt kundu ivaleyst sagt, at hann er ein av teimum bestu útlendskum spælarum í Føroyum yvirhøvur. Og hetta er ikki løgið, um hugsað verður um tað støðið jugoslavin spældi fyrst í sínum heimlandi og seinni í Ungarn.

- Eg byrjaði at íðka fótbólt við felagnum í mínum heimbýi Kragujevac. Hetta er ein lítil hugnaligur býur í miðpartinum av Serbia. Eftir at hini londini í fyrrverandi Jugoslavia tóku loysing frá Serbia og Montenegro fyrst í nítiárunum, fóru øll sterk kroatisk og bosnisk feløg úr landskappingini í 1. deild, og ístaðin komu nógv smá serbisk feløg í teirra pláss, eitt nú mítt barndómsfelag Radnicki Kragujevac, og eisini Spartak Subbotica, har eg spældi seinni. Vit fingu knappliga møguleikan fyri at kappast regluliga ímóti teimum heimskendu ?Reyðu stjørnum? úr Crvena Zvezda, sum vunnu Europeiska steypið fyri meistarar í 1991. Mihailovic, Savicevic, Jugovic og hinar hetjurnar í jugoslaviskum fótbólti kenni eg ikki so lítið. Og vit kláraðu onkuntíð at fáa góð úrslit ímóti teimum.


Eigarin av fyrrverandi liði fekk nýggju ár í fongsli

Men dreymurin hjá næstan einum og hvørjum jugoslaviskum leikara hevur altíð verið at fara uttanlands at spæla, og Milan Cimburovic var ikki nakað undantak í hesum. Í 1994 fór hann yvir um jugoslaviska markið til Ungarns at royna seg í 1. deild í grannalandinum.

- Mær dámdi ongantíð at sita leingi fastur á sama plássi. Tí skifti eg feløg fleiri ferðir í míni karrieru. Áhugin hjá mær fyri øðrum londum og øðrum málum hevur altíð verið stórur, og tí var tað ógvuliga spennandi at fara til Ungarns. Stadler, sum eg spældi við har, var ikki nakað vanligt felag. Eigarin hjá Stadler, ein av teimum ríkastu monnum í landinum, hevði ætlannir at gera sítt lið, uppkallað eftir honum, til tað besta í Ungarn, og einaferð í framtíðini millum tey sterkastu í Europa. Stadler-formaðurin hevði tvey stórfeløg, nevniliga Inter Milan og Ajax Amsterdam, sum fyrimynd, og tey bæði feløgini dámdi honum so mikið væl, at hann keypti teirra búnar. Ja, vit spældu dagliga í ungversku 1. deild í troyggjum hjá Inter og Ajax!

Stadler fekk nógvar fínar spælarar til sín, eisini uttanlanda frá. Hann brúkti eina rúgvu av pengum uppá felagið, og fyri at vera erligur, høvdu vit eina sera góða løn úr hansara lumma. Eingin av okkum visti nakað, hvagani bossurin fekk sítt ríkidømi, men ungverskir løgreglumenn vóru helst betri kunnaðir um tað. Og fyri trimum árum síðani var Stadler skuldsettur fyri fíggjarligt svik, og nú situr hann fongslaður í níggju ár...


Gamli kenningurin Sivic lokkaði til Føroya

Síðst í 1996 gjørdist støðan tann, at Milan Cimburovic bleiv so-kallaður ?fríur agentur?, og kundi tí velja millum ymisk tilboð allastaðni frá. Og ein dag ringdi góði vinurin og fyrrverandi liðfelagin frá Spartak Subbotica, Tomislav Sivic, til hansara. Tomislav hevði longu verið eitt ár í Føroyum tá, har hann spældi við VB í Vági. Sivic segði við Cimburovic, at eitt lítið felag í Suðuroynni leitar eftir einum drúgvum miðvallara, og spurdi, um hann ikki var áhugaður at koma. Milan ivaðist eitt sindur í fyrstini, tí at hann hevði tá tilboð frá feløgum í ymiskum londum, men gjørdi av kortini at koma og kanna viðurskiftini.

- Eg visti ikki nógv um Føroyar, áðrenn eg kom hendan vegin. Fyri fyrstu ferð hoyrdi eg um hesar lítlu oyggjarnar fyrst í 1990, tá urslitið av lutakastinum til EM-92 undankappingina bleiv kunngjørt og Føroyar fóru í sama bólk sum Jugoslavia. Eg hugdi sjálvsagt eftir báðum dystunum millum Føroyar og Jugoslavia, men tað einasta, sum eg mintist frá tí, var hvíta húgvan hjá Jens Martini...

Tomica Sivic sendi mær nógvar upplýsingar um Føroyar, so eg var ikki púra blankur, tá eg kom til Hvalbiar. Sigast skal, at eg havi ongantíð iðrað meg um tað stigið...


Hin jugoslavin í Hvalba er nú bilførari heima

Milan Cimburovic hevur næstan alt sítt lív spælt sum høgrubakkur, men í Royn brúkti hann sum oftast seg sjálvan á miðvøllinum. Milan var ikki einsamallur jugoslavi í Hvalba. Samstundis leikti ein áleypari við liðnum.

- Sasa Vukotic kom til Føroya saman við mær í 1997. Sjálvt um hann ongantíð hevur verið yrkisspælari, kláraði hann seg rættiliga væl í Royn, serliga tað fyrsta árið, tá hann skoraði nógv mál. Men tíverri manglaði Sasa nakað av sjálvsaga, og í fjør fekk hann ein so álvarsligan skaða, at hann var noyddur at gevast at sparka bólt. Nú koyrir Sasa hýruvogn í sínum heimbýi í Jugoslavia...

- Tað var sera hugnaligt í Hvalba. Fólk bæði frá nevndini hjá Royn og bygdini eru ógvuliga fitt og góð at vera saman við. Men eg vildi royna nakað nýtt, royna at kappast ímóti teimum bestu í hesum landinum. Har í Suðuroy spældu vit sum oftast leygardag, og hvønn sunnudag plagdi eg at fara til Tvøroyrar, Vágs ella Sumbiar at hyggja eftir dystum í 1. deild. Royn er lítið felag, og vit høvdu ikki fleiri enn seks-sjey góðar leikarar, ið kundu roynt seg í 1. deild. Fyri at hava eitt veruliga gott lið má ein velja í minsta lagi millum fimmtan góðar spælarar.


Hitti sin gamla liðfelaga í Runavík

Milan Cimburovic er nøgdur við síni gongd í Runavík higartil. Spælarnir tóku væl ímóti honum, og nevndin stuðlar venjaranum í øllum viðurskiftum. Milan heldur, at sjálvt um honum dámdi væl at arbeiða í Hvalba, eru møguleikar norðanfyri nógv betri fyri at fáa góð úrslit.

- Her á Runavíkar leiðuni er alt heilt øðrvísi. Felagið er stórt, vit hava tvey hundrað fólk íðkandi fótbólt í ymiskum deildum og aldursbólkum. Eg venji sjálvur bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið, og eisini unglingar. Trygvi Mortensen hjálpir mær bæði við venjing og at koma at kenna spælararnar betri. Og við øðrum hjálpir eisini okkara málmaður Dejan Milanovic, ið var her í Runavík í fjør. Tá ið vit báðir spældu fyrst í nítiárunum við Radnicki í Kragujevac, kundi hvørgin ímynda okkum, at síðst í tíggjuáraskeiðinum enda vit báðir í føroyska felagnum NSÍ! Eg havi eisini sæð sjey 1. deildardystir hjá runavíkingum á sjónbondum, so eg kenni leikarnar rættiliga væl longu nú.

NSÍ er framtíðarfelag í føroyskum fótbólti, um ein hyggur at, hvussu nógvar evnaríkar spælarar vit hava. Men aldur á spælarum merkir ikki nakað fyri meg. Um ein 16-ára gamal leikari hjá mær er góður at brúka í 1. deild, so sleppur hann at spæla. Og um eg síggi, at næstan 40-ára gamli Ábraham Hansen, ið venur aftur av álvara við okkum, megnar at varðveita sítt støði, hann er kendur fyri, so skal hann eisini vera við . Eg kenni ikki ungar og gamlar leikarar, eg kenni bara góðar og vánaligar...


Bbesta úrslitinum hjá NSÍ nakrantíð í 1999

Nýggi NSÍ-venjarin dylir ikki fyri, at hann ætlar sær betri úrslit í landskappingini í ár, enn tað fimta plassið, sum runavíkingar fingu í 1998.

- Eg havi ikki brúk fyri fleiri spælarum á liðnum, heldur ikki útlendskum. Vit hava nógv av góðum fólki, og útlendingar reka upprunaligar leikarar úr liðnum. Lagið á spælarum er gott, allir møta til hvørja venjing og tað verður ikki nakað óvantað fyri meg, um vit fara at stríðast á jøvnum fóti ímóti KÍ, GÍ og teimum báðum havnarfeløgum. Eg skal sjálvur vera nøgdur við einum plássi millum trý tey fremstu komandi heyst. NSÍ hevur ongantíð í síni søgu verið so høgt plaserað í landskappingini og í ár hava vit uttan iva góðan møguleika at fáa okkara besta úrslit nakrantíð.

Milan Cimburovic roknar við, at hansara framtíð verður sum fótbóltsvenjari. Hann nýtir sína frítíð til at lesa ymiskar bøkur um ástøði av spæli og fyrireika seg til venjingar. Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Milan venjaraprógv í sínum heimlandi.

- Eg vitji míni foreldur hvønn vetur. Men eg hevði spælt uttanlanda í seks ár og eri nu venur at vera burtur frá frændum og kenningum har. Eg kann ikki siga, at mær leingist so ræðuliga nógv eftir Jugoslavia, sjálvt um tað ongantíð hevur verið nakað kríggj í tí partinum av landinum, sum eg eri ættaður frá. Men eg veit ikki um eg verði verandi í Føroyum í nógv ár. Mær dámar væl her, men tað eru nógvar spennandi avbjóðingar aðrastaðni eisini. Nú dugi eg ikki at spáa, hvussu tað verður um tvey ella trý ár.


Skal ikki undrast, um Føroyar sigra á Skotlandi

Vit tosa eitt sindur um føroyska landsliðið og tess úrslit í teimum seinastu dystunum. Milan heldur, at sjálvt um vit hava sæð eina stóra framgong tey síðstu árini, eru úrslitini kortini ikki nog góð.

- Fyri meg at tapa 1-2 er næstan tað sama, sum at tapa, siga vit, 1-7. Um mítt lið er eitt mál aftanfyri, so royni eg ikki at verja eitt sovorðið úrslit, men vil helst taka kjansir fyri at javna. Sjálvt um hetta landið er so lítið, finnast nógvir fralíkir spælarar her, og tað er eitt sindur spell, at landsliðsvenjarin ikki nýtir sína tíð og sína orku at royna ungar evnaríkar leikarar. Her í Runavík til dømis kundi eg viðmælt í minsta lagi fýra dreingir á landsliðið: Christian Høgna Jacobsen, Dánial Hansen, Jónstein Petersen og Helga L. Petersen. Eg vil tó ikki standa fast við, at allir fýra kundu fingið fast pláss á liðnum, men teir eru í hvussu so er framtíðarspælarar, sum vónandi koma á landsliðið fyrr ella seinni. Annars skulu føroyingar hava Ísland ella Kypros sum fyrimynd í altjóða kappingum. Tey bæði londini eru ikki so nógv størri enn Føroyar, men tey klára seg heilt ómetaliga væl. Men føroyskur fótboltur er á rættari leið. Um føroyingar vinna á Skotlandi í juni mánað, so undrar tað meg als ikki.


Tosar fimm mál - lærir føroyskt frá dóttrini

Milan Cimburovic dugir ikki færri enn fýra fremmand mál. Umframt sítt móðurmál, ið er serbiskt, tosar jugoslaviski venjarin hjá NSÍ eisini enskt, týskt, russiskt og ungverskt.

- Ungverskt er ræðuliga torført at læra. Malið líkist ikki nøkrum øðrum í tí partinum í Europa, og tað hevur tjúgu trý føll. Men tá ið eg kom til Ungarns, gjørdi eg av at læra teirra mál. Og aftaná trý ár í landinum dugdi eg kortini málið sera væl.

Í Føroyum samskiftir Milan framvegis á enskum, og blandar eitt sindur av føroyskum uppí. Á spurningin um hann fer at læra seg føroyskt í álvara, svarar Milan smílandi:

- Ja, eg skal læra málið frá dóttrini hjá mær...

...Eingin av okkum veit sína lagnu. Tá ið Milan Cimburovic fyri tveimum árum síðani hugsaði um hann skuldi koma til Føroya at spæla fótbólt ella ei, visti hesin hugnaligi og bjartskygdi jugoslavin helst ikki, at hálvt annað árið seinni skulu hann og hvalbiargentan Winnie Thomsen fáa eina fitta dóttir. Winni og lítla Kristina eru í Hvalba nú, men tær skulu koma til pápan um nakrar dagar.

- Soleiðis kann lívið okkara laga seg, sigur ein hugsanarsamur Milan og hyggur stoltur at myndini av Kristinu, sum hongur á vegginum í hansara nýggju húsum í Runavík, har hann fer at leiða lokalfelagið NSÍ til elituna av føroyskum fótbólti.