EUROPE-FJEPPARI
Niels Uni Dam
[email protected]
Vanja Justinussen er Føroya størsti Europe fjeppari, hon bæði hoppar, klappar og syngur, tá hon roynir at siga frá, hvussu glað hon er fyri, at Europe koma til Føroyar. Karmarnir fyri samrøðuni eru Mentanarhúsið í Fuglafirði, Vanja er dómari í Barnaprixnum, og aftan á kappingina hitti eg hana á loftinum. "Eg dyyyrki Europe!!! Hálvgum rópar hon eftir mær"
Hon syngur av øllum hjartanum og er satt at siga garrvill. Orðini standa í stríðum streymi ímóti mær, og eg fái ikki eitt orð inn ímillum. Hetta er ikki bara ein vanligur fjeppari, men ein ordiligur fjeppari.
Ringdi til fyriskiparan
Hon fortelur, at hon gjørdist frá sær sjálvum, tá hon sá yvirskriftina, Europe koma til Føroyar. Hon var í handlinum Hjá Eli. Hon rann yvir til blaðið, tók tað og rann til kassan at keypa tað. "Eg skal hava hetta!!! Europe koma til Føroyar!!!" Hon skundaði sær heim, fór beint í telefonbókina, at finna nummarið hjá Jón Tyril fyriskipara av G! Festivalinum. Hon vildi sleppa at hitta Europe.
Restina av kvøldinum ringdi hon til fólk, og bara flenti. Hon tosaði við mammu sína, mannin, systrar sínar og vinkonir, og fólk sum høvdu við G! Festivalin at gera. Dreymurin um at hitta hetjurnar livdi. Maðurin helt hana vera blivna púra svaka, og hann skilti slett ikki, hvat var hent við konuni, hon var heilt garrvill.
Eg eri bangin fyri at lurta eftir plátuni
Hon fortelur, at hon var 12 ár, tá hon hoyrdi Europe fyrstu ferð, hetta var í 1986, og hon búði í Svøríkið hetta árið. Tá hon kom heimaftur, vóru Europe eisini vorðnir kendir her, besta vinkonan átti Final Countdown plátuna, og tær hittust hvønn dag at lurta eftir henni. Vanja elskaði sangaran Joey Tempest og vinkonan trummaran Ian Haugland.
Ein dagin segði vinkonan "Eg eri bangin fyri at lurta eftir plátuni. Tí hugsa tær, um eg verði troytt av henni, tað vil eg ikki".
Tapetiseraði kamari
Vanja keypti øll ungdomsbløð: Mix, Vi Unge og sjálvt týska blaðið Bravo, hóast hon ikki skilti eitt orð av týskum. Tað var nóg mikið, at ein lítil mynd var at klippa út úr blaðnum. Var ein plakat av Europe í, so var dagurin bjargaður. Kamarið varð tapeserað við myndum av Europe.
Eitt kvøldið sendi SVF eina sending um eina konsertferð hjá Europe í USA, Vanja tók sendingina upp og hugdi og hugdi at henni hvønn dag. Ein dagin tá hon kom heim, og setti sjónbandið á, setti seg væl til rættis at hyggja at hetjunum. Kom knappiliga ein tala úr Filadelfia, abbi Vanju hevði tikið eitt møtið útyvir konsertin. Hon varð frá sær sjálvum. Hvussu kundi sovorðið henda?
Jólini 1986 fekk Vanja endiliga LP?ina Final Countdown. Mostur hennara, sum búði í Svørríki, visti hvussu væl Vanju dámdi bólkin, og keypti henni plátuna, nú hevði hon sína egnu plátu, og kundi lurta alla tíðina. Hon lærdi seg øll løgini á Final Countdown, dugdi hvønn tekststubbað, og dugdi at syngja hvørt gittarriff, og visti hvat øll ljóðførini spældu í øllum løgunum.
Tað er ordiliga stuttligt, at hoyra hvussu ótrúliga nógv hetta týður fyri hana. Hon klárar slettis ikki at standa still. Vit skiljast, og eg hugsi, at tað ikki kann verða so ringt at fáa fatur í Europe.
Komin til Havnar skrivið eg til umboðskonuna hjá Europe, og skipi fyri, at Vanja sleppur at hitta Europe á G! Festivalinum. Vinarliga umboðskonan er heilt við uppá tað, og vendir sær til bólkin, sum játtar.
Eg ringi síðan til Vanju at fortelja henni, at Sosialurin hevur gjørt avtalu um, at hon sleppir at hitta stóru fyrimyndirnar tá teir koma av pallinum. Hon rópar hart í telefonina "MEINAAAAR TÚ TAÐ!!! Áááá Guð, eg eri takksom!! Er tað sikkurt? vilja teir tað? á Guuuuð!!!". Hon roynir at sissa seg fyri ikki at vekja børnini. Men flennir bara heilt ovfarakát, og byrjar at syngja nýggja lagið hjá Europe Hero, fyri at vísa mær hvussu væl skrivað tað er.
Dagin eftir hitti eg aftur Vanju, hon og sonurin Teitur, sum eins og mamman er Europe fjeppari um ein háls, sita í hugnaligu stovuni uppi í Ovaru Gøtu. Framman fyri henni liggur bókin "mine venner". Bókin er úr 80?unum, og Vanja hevur skriva Europe upp í hana. Við eini barnsligari skrift standa navn, aldur, hárlitur, eygnalitur, systkin og so framvegis, um allar Europe limirnar.
Eg spyrji, hvat hennara kristnu vinir søgdu til, at henni dámdi so væl ein verðsligan bólk? Hon fortelur, at hon ikki hevði so nógvar vinir, sum gingu nógv á møti, og at hon merkti einki frá nøkrum av teimum. Men mamma hennara var eitt sindur ivingarsom, hon var eitt sindur bangin fyri, hvat tekstirnir hjá Europe snúðu seg um, nú dóttirin varð so tikin av teimum. Men lukkutíð vóru tekstirnir sera jaligir, og vakrir, so mamman pjøvdist ikki at ræðast.
Vanja sigur, at tekstirnir eru eitt av teimum heilt góðu tingunum við Europe, hon heldur at Joey Tempest er ein ótrúliga góður orðasmiður. Man veit ikki, hvar hann fær tað frá. Hann hevur alla tíðina verið hennara yndislimur í bólkinum tí hann er so fantastiskur. Hann skrivar góð løg, góðar tekstir, sá gott út, og tað ger hann enn, hann sær skid gott út tilkomin, viðmerkir hon og flennir, og so syngur hann ótrúliga væl, sum ein dreymur, og eisini so høgt, at tað er lætt at syngja við sum konufólk.
Herfyri sang Vanja á gospeltúrinum við Norrønu. Hvørt kvøld var jamsession, og tað eina kvøldið byrjaði onkur at spæla Europe hittið Carrie. Vanja rann yvir til pallin og segði, eg vil hava hasa mikrofonina, og so sang hon sangin úr enda í annan. Aftan spruttu fleiri av gospelsangarunum og tónleikarunum sum Europe fjepparar, og tey fóru eftir einum fløguspælara og eini Europe fløgu og sótu leingi og sungu við.
Kvøldið eftir var aftur Jam session, og tá sang Vanja: Rock the Night, Carrie og Cherrokee, og tað riggaði ordiliga væl.
Vanja eigur nýggju fløguna hjá Europe, og henni dámar hana ótrúliga væl. Fløgan er nógv tyngri enn fleiri av gomlu fløgunum. Tað hoyrist at upprunaligi gittarleikarin Jon Norum er komin upp í aftur bólkin. Hann fór úr stutt eftir innspælingina av Final Countdown, tí hann og Joey Tempest kláraðu at semjast um tónlistarligu leiðina bólkurin skuldi fara. Joey vildi spæla melodiska rokkin, meðan Jon heldur vildi verða tyngri. Á nýggju fløguni eru teir bæði tungir og supermelodiskir.
Vanja fjasar eitt sindur og er ordiliga takksom, fyri at Sosialurin hevur skipað fyri, at hon sleppur at hitta Europe. Hon sigur, at ,amma hennara bara flenti tá hon hoyrdi, at hon skuldi hitta Europe, og segði "nú skuldi tú verið ein ung lekkur dulla". So nú sleppi eg bara, at eta gularøtur til Europe koma flennir hon ovfarakát.
????
Útgávur har Vanja hevur sungið
1978 Singleplátan "Vanja"
1979 LP?in "Vanja og Miriam - Barnasangir"
1981 LP?in "Miriam, Vanja og Laila"
1985 LP?in "Gospeltónar" Ymisk
1990 Fløgan "Eg eri so spent til jóla" Ymisk
1995 Fløgan "Í góðum lag" Ein uppsamlingsfløga við gomlu sangunum hjá teimum
2003 Fløgan "Vit kunngera Jesus" Ymisk
2003 Fløgan "Ein stjørna lýsti á nátt" Ymisk
2004 Fløgan "So gott at vita" Ymisk
Umframt hetta hevur Vanja gjørt eitt ótal av sangupptøkum í Útvarpi Føroya