Filip Jojic fór ikki tómhentur heim úr hondbólts-gallaveitsluni um vikuskiftið. Hann gjørdist ársins spælari, ársins áleypari, toppskjútti og spælskipari á ársins liðið. Alt bendir á, at Filip eisini komandi ár verður partur av liðnum hjá VÍF.
– Ja, vit arbeiða við málinum og eg rokni við, at eg spæli í VF aftur komandi kappingarár, sigur ein sjónliga fegin Filip Jojic, eftir at hann er kosin til ársins spælara.
Filip Jojic kom til Føroyar í farna kappingarári. Fyrsta árið spældi hann við Team Klaksvík og tá gjørdist hann somuleiðis ársins spælari.
– Eg vil fegin siga stóra takk til øll, ið hava atkvøtt fyri mær. Eg eri bara so fegin í kvøld. Eg hevði ikki væntað at vunnið aftur í ár, sigur Filip Jojic.
Vil vinna meistaraheitið
Filip Jojic hevur sett sær eitt greitt mál fyri komandi kappigarár.
– Eg vil vinna meistaraheitið komandi kappingarár, sigur Filip avgjørdur.
Hann er 24 ára gamal og hevur nógv ár eftir sum hondbóltsspælari. Hann hevur somuleiðs ein dreym um at sleppa víðari sum hondbóltsspælari.
Eg kundi hugsað mær at spælt eitt ár afturat her í Føroyum og blivið nakað betri. Síðani kundi eg hugsað mær at komi víðari í hondbóltsverðini, men eg fari ikki úr Føroyum uttan meistaraheitið, sigur Filip at enda.
Hjá kvinnunum bleiv Liljan Djurhuus ársins spælari. VÍF/Tjaldur var í harðari kapping við Kyndli um at koma í FM finaluna. Tað ljóðar, at Durita Christophersen verður aftur í VÍF/Tjaldur til komandi kappingarár og at meiri styrkur er á veg.
- - -
Ársins lið, kvinnur:
Málverji: Tomma Petersen, Kyndil
Vinstri vongur: Jacklin Durhuus, Neistin
Vinstri bakkur: Marjun Danberg, Neistin
Spælskipari: Bára Hansen, Neistin
Høgri bakkur: Barbara Brauer, Neistin
Høgri vongur: Eilin Hansen, VÍF/Tjaldur
Strikuspælari: Nicoleta Radu Hansen, Neistin
Kvinnur:
Ársins spælari: Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur
Stjørnuskot: Eilin Hansen, VÍF/Tjaldur
Ársins málverjar: Tomma Petersen, Kyndil og Marijana Lucic, VÍF/Tjaldur *)
Verjuspælari: Una Váðklett, Stjørnan
Álopsspælari: Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur
Toppskjútti: Barbara Brauer, Neistin (190 mál)
Ársins venjari: Kári Horn, Neistin
*) Tað stóð á jøvnum, og tí fingu báðar heiðurin.
Ársins lið, menn:
Málverji: Bartal Kamban, Neistin
Vinstri vongur: Rúni Joensen, KÍF
Vinstri bakkur: Sveinur Justinussen, StÍF
Spælskipari: Filiph Jojic, VÍF
Høgri bakkur: Andrias Nielsen, KÍF
Høgri vongur: Niklas Selvig, KÍF
Strikuspælari: Tony Weyhe, KÍF
Menn:
Ársins spælari: Filiph Jojic, VÍF
Stjørnuskot: Teitur Magnusson, Neistin
Ársins málverji: Mikkjal Hansen, Neistin
Verjuspælari: Rógvi Weyhe, KÍF
Álopsspælari: Filiph Jojic, VÍF
Toppskjútti: Filiph Jojic, VÍF (173 mál)
Ársins venjari: Áki Mørk, Neistin
Ársins dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen