Eg fari at gera alt eg kann fyri at steðga hesum provokerandi ætlanum hjá Rúsdrekkasøluni og Johan Dahl, sigur Jógvan á Lakjuni við Rás2 í dag. Rúsan letur handil upp í SMS. Tað staðfesti stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen, fyri Rás2 fyri stuttum.
Men politikararnir eru als ikki samdir um hvørt hetta er rætt at gera. Skal avlopskravið til Rúsuna lækkast ella skal Rúsan lata fleiri handlar upp. Tað eru hesir báðir møguleikar, sum politikararnir nú noyðast at velja í millum.
Jógvan á Lakjuni ivast ikki í, hvat er tað rætta at gera í hesum málinum.
-Sjálvandi skulu vit lækka avlopskravið til Rúsuna, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann hevur ongantíð trúð uppá, at hesar ætlanir hjá Rúsdrekkasøluni og landsstýrismanninum í Vinnumálum, Johan Dahl, fóru at gerast veruleiki.
Men kortini er staðfest, at arbeiði við at lata Rúsuna upp í Sundalagnum og SMS er farið í gongd.
-Tað verður ikki við stuðli frá mær, at hetta kemur í gjøgnum, og eg veit, at fleiri samgongulimir ikki taka undir við hesum, sigur Jógvan á Lakjuni við Rás2.
Hann staðfestir, at hesar ætlanir skulu steðgast alt fyri eitt.
-Um vit lata Rúsuna fáa ein handil í SMS, hvat verður so tað næsta, spyr tingmaðurin í dag.
Hann fer at taka málið upp í Fólkaflokkinum, og síðani at gera alt fyri at steðga hesum ætlanum.