Eg haldi, Blachman táraði

Jasmin Dahl hevur verið sera fegin um sín mentor, Thomas Blachman

- Blachman er so glaður - eg haldi, hann tárðaði, sigur Jasmin.

 

Fríggjakvøldið tryggjaði Jasmin Dahl Blacman fyrsta sigurin í X Factor.

 

Hetta er fyrstu ferð, at ein bólkur vinnur X Factor, og hetta var enntá ein bólkur, sum Blachman sjálvur hevur sett saman, so hann er sera stoltur.

Annars var Lucy Mardou spádd at vinna í ár. Men, sum ikki einaferð sigraði føroyingurin at enda.

Jasmin heldur, at Blachman hevur broytt meining viðvíkjandi, at føroyingar ikki skulu sleppa at stemma til X Factor.

 

- Tað heldur hann ikki longur. Honum dámar sera væl føroyingar, sigur føroyski X Factor vinnarin.