Eg havi broytt hugsan

Finnur Jensen um Annu Nygaard

Kemur Anna í X Factor finaluna?

Ja. Hon er millum trý tey bestu. Kanska ikki tann besta, men føroysku atkvøðurnar skulu ikki undirmetast.


Hvussu hevur hon klárað seg higartil?

Má viðganga, at eg í byrjanini ivaðist í, um hon megnaði at variera sín sangstíl til annað enn Aretha Franklin-sjangruna. Men seinastu ferðirnar hevur hon fingið meg á aðrar tankar.