- Eg havi einki gjørt

- Um hann var í Liverpool troyggju, var einki hent, segði verjin hjá Kevin Schiltz, ið varð handtikin á Sandagerði.

- Eg havi einki gjørt.


Tað vóru stuttu boðini frá Kevin Schiltz úr Luksemborg, tá rættarfundurin móti honum endaði í gjár. Tá fekk hann høvi at siga sína hugsan, aftaná at hann í fleiri tímar hevði lurtað eftir ákæranum, Linda Hesselberg, og verjanum, Jógvan Páll Lassen, kjakast um Kevin var sekur í brot á grindalógina.


Kevin Schiltz var einsamalli persónurin, ið varð handtikin í Sandagerði, tá ein grind varð hildin til har. Kevin Schiltz er eisini tann persónurin, ið varð vístur í Dag&Viku dagin aftaná handtøkuna. 


Ákærin í málinum, Linda Hesselberg, førdi í rættinum fram, at Kevin Schiltz skuldi dømast 25.000 krónur í bót, fyri at hava havt ætlanir um at forstýra, darva ella forða grindadrápinum. 


Ákærin vísti á, at ákærdi hevði verið í sjónum, har hann als ikki tók lut í grindadrápinum. Sostatt vóru tað einans hann, og ein maður í hvítum, ið var nærhendis, ið ikki tóku lut í sjálvum drápinum. 


Í staðin hugdi ákærdi í heilum niðan á sandin. Linda Hesselberg førdi fram, at á sandinum var ein myndamaður, ið tók myndir av ákærda. Hetta var stuðla av vitnum á staðnum, ið greiddu frá einum manni, ið tyktist at taka myndir av tí ákærda. 


Stórur dentur varð lagdur á, at ákærdi ikki hevði biðið um loyvi at vera á sandinum. Harumframt varð víst á, at tveir ymiskir løgreglumenn tosaðu við hann á sandinum, og góvu honum boð um at flyta seg burtur frá drápinum. Heldur enn at akta boðunum, so royndi hann at sleppa framvið løgreglumanninum, ið stóð millum hann og drápið. 


Eisini tað, at ákærdi gekk í svørtum Sea Shepherd klæðum, metti ákærin var ein trupulleiki, og vísti til vitnir, ið høvdu greitt frá, at fólk vóru sjónliga ørg inn á, at hann var til staðar á sandinum. 


Ákærin vísti til vitnir, ið søgdu at tann ákærdi var ágangandi og ynskti stríð, tá hann tosaði við løgregluna, og var tað serliga tá myndatól vóru vend móti honum, at hann gjørdi nógv um seg. 


Verjin hjá tí ákærda, Jógvan Páll Lassen, var ikki í iva um, at tann ákærdi er fyri mismuni.


- Kevin Schiltz var til staðar í Sandagerði saman við túsund øðrum fólkum. Eg veit ikki hvussu nógv av hinum hava spurt um loyvi at vera har, men eg vænti ikki tey eru nógv, segði verjin hjá Kevin Schiltz. 


- Um Kevin hevði verið í eini Liverpool troyggju, var einki hent. Hann kundi eygleitt grindadrápið uttan nakað hendi. 


- Eini løgreglumaðurin segði, at sá einki ólógligt á sandinum, men at hann fór at tosa við Kevin, tí hann var í Sea Shepherd klæðum. Tá byrjaði kjaki. 


- Eg má siga, at eg skilji Kevin væl. Um eg sum verji hjá Sea Shepherd fekk at vita, at eg skuldi flyta meg burtur frá grindadrápinum, so hevði eg eisini følt meg krenkaðan. 


Ákærin, Linda Hesselberg, førdi eisini fram, at Kevin hevði útsett seg sjálvan fyri vanda, tá hann vassaði útí havið. Ta grundgevingina góðtók Jógvan Páll Lassen ikki.


- Um tað er vandamikið fyri Kevin Schiltz at vera har, hvat gera so onnur har? Hvat gera kvinnur og børn har? Í grindadrápi er tað einans ein minniluti, ið luttekur. 


Fyri Jógvan Páll Lassen var ongin ivi um, at Kevin Schiltz er ósekur, og at hann er fyri mismuni. 


- Man vil straffa ein fyri nakað, sum ein annar, ið ger tað sama, sleppur undan við, segði Jógvan Páll Lassen at enda.