Rættiligt stríð hevur tikið seg upp millum USA og Iran um eina nýggja kjarnorkuavtalu.
Donald Trump hevur hótt við, at USA fer at bumba Iran, um landð ikki gongur við til eina nýggja avtalu.
Endamálið er, at Iran skal ikki fáa kjarnorkuvápn, og tað er nakað, sum Russland heldur ikki ynskir.
Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, skal hitta iranska uttanríkisráðharran, Abbas Araghchi í Oman sunnudagin.
Tað sigur ein amerikanskur tænastumaður sambært tíðindamiðlinum, Axios, ið er amerikanskur netmiðil.
Sagt verður, at í høvuðsstaðnum í Oman, sum kallast Muskat, skulu teir báðir viðgera svarið hjá Iran um eina kjarnorkuavtalu.
Lesið eisini: Iran hóttir USA - https://www.in.fo/news-detail/iran-hottir-amerikanskar-herstoedir-i-mideystri