? Eg havi havt eitt gott og ríkt lív

Hósdagin í farnu viku var Hanna Lisberg á sínum seinasta fundi í Vanlukkutryggingarráðnum.
Tað man vera sjáldsamt, at nakar situr í almennari nevnd í so høgum aldri, sum Hanna. Hon segði nevndarstarvið frá sær, tá hon fylti sjeyti, men ikki fyrrenn nú, nærum átta ár seinni, slapp hon at siga farvæl í ráðnum, har hon hevur verið nevndarlimur í heili 34 ár

Fólk á leiÐini


"Minst til, at tað eru mannalagnur aftan fyri hvønn bókstav!". Hesi vóru orðini, ið Bjørk dómari segði við Honnu Lisberg, tá hon fyri 34 árum síðani varð vald í nevndina hjá Vanlukkutryggingarráðnum.
Hon ætlaði at gevast í ráðnum, tá hon fylti sjeyti, men varð av landsstýrinum biðin um at halda fram nakað enn. Grundgevingin var, at tað var óheppið at skifta fólk júst tá, tí so nógvar broytingar fóru fram innan almanna-lóggávuna.
Fyri Honnu hevur arbeiðið í Vanlukkutryggingarráðnum havt stóran týdning, og hon hevur gingið upp í hetta álitisstav við lív og sál.
? Tað hevur ligið mær nógv á hjarta at kenna almannalóggávuna til fulnar, so eg fekk gjørt eitt fullgott arbeiði í nevndini, sigur hon.
Hon sigur, at hetta arbeiðið hevur ikki altið verið lætt, tí við hvørt hava frágreiðingarnar frá læknunum ikki verið nóg fullfíggjaðar, og tá hava fólk ikki kunnað fingið ta pensjón, tey áttu at fingið.
Hanna vónar, at tey, sum í framtíðini fara at manna Vanlukkutryggingarráðið, fara at leggja sær eina við at kenna almannalóggávuna.
? Uttan gott innlit í lóggávuna, ber ikki til at gera eitt fullgott arbeiði fyri tey, ið eru komin so fyri í lívinum, at tey orsaka av vanlukku hava brúk fyri pensjón í úrtíð, sigur Hanna.
Umframt Vanlukkutryggingarráðið hevur Hanna havt eitt ótal av álitisstørvum. Men hennara lívstarv hevur verið starvið sum lærari á skúlanum á Trøðni.
Fekk sítt ynskistarv
Tá Hanna var 34 ára gomul, gjørdi hon av at søkja inn á læraraskúla.
? Tað var mín dreymur at sleppa á læraraskúla, men tíðin gekk, og eg fekk einki at vita um úrslitið av upptøkuroyndini, sigur hon.
Tær vóru tvær giftar kvinnur, sum tað árið søktu á læraraskúlan. Men tað var ikki hildið hóskandi, at giftar kvinnur fingu sær útbúgving, og hugburðurin var tann, at tær kundu bara fara heim at passa mann og børn.
Men Hanna visti, hvat hon dugdi, og at hon hevði staðið upptøkuroyndina. Hon gjørdi tí ikki mætari, enn sjálv at ringja niður til Danmarkar at spyrja. Jú, hon hevði staðið royndina ? og á læraraskúla slapp hon.
? Og tá eg var byrjað á læraraskúlanum var einki mark fyri, hvørji álitisstørv eg varð biðin at taka mær av.
? Eg haldi ikki, at tað skulu vera kvinnur fyri einhvønn prís. Men kvinnur, sum hava hug og evni, mugu ikki halda seg aftur. Tað, at eg var biðin til so nógv ymiskt, segði mær bara, hvussu nógv tað var og er brúk fyri kvinnum til tær uppgávur, sum nú einaferð eru í einum samfelagi.
Hanna og Jens eiga tveir synir, og bæði maður hennara og synirnir, Dánjal Jóhan og John Eli, stuðlaðu henni fult út øll skúlaárini.
? Maður mín er kokkur, so matgerðin var eingin trupulleiki - og annars býttu vit arbeiðsuppgávurnar heima í millum okkum.
Hon sigur, at tey fýra árini, tað tók at lesa til lærara, eru tey bestu í hennara lívi, og á sumri í 1964 fekk hon læraraprógvið.
Tá hon hevði fingið útbúgving sum lærari, fekk hon starv á Føroya Spesialskúla, sum hann tá kallaðist. Hanna var komin á sína røttu hill, sum hon sjálv tekur til, og starvaðist har, til hon í 1996 varð pensjónerað.
? Hvønn einasta dag takkaði eg Gudi fyri hetta starvið, sigur Hanna, sum hevur verið ein eldsál í arbeiðnum fyri tali- og hoyribrekað.
Umframt at hava undirvíst tali- og hoyribrekaðum, hevur hon eisini undirvíst heilaskaddum, bæði børnum og vaksnum.
Hon hevur tikið hópin av skeiðum viðvíkjandi serundirvísing í tali- og deyvafrálæru, bæði í Danmark, Noregi, Finlandi, Íslandi, Týsklandi og fleiri øðrum londum.
? Eg kundi grátið, tá eg síggi, at vit nú aftur senda okkara egnu av landinum, tí vit ikki hava umstøður til teirra í Føroyum. Tað er so synd í teimum, sum hetta rakar, at tað finnast ikki orð fyri tí, sigur Hanna, og tað hoyrist týðiliga, at hetta er eitt av hennara hjartamálum.
Barnaundirhald og tingarbeiði
Hanna hevur verið ein serstakliga virkin kvinna, og hennara arbeiðshugur rakk eisini til undirhald fyri børn. Tá hon byrjaði á læraraskúlanum, fór hon eisini undir at gera sendingar fyri barnaútvarpið. Tá var tað, at hon eisini fór at týða barnabøkur, og eru nakrar av teimum givnar út á prenti. Týðingin av barnabókunum leiddi hana í samband við Astrid Lindgren, sum hon í nógv ár hevði brævaskifti við.
Tá vit koma inn á tosið um barnaútvarpið, verði eg (blaðkv.) sett aftur í tíðina, tá eg sum smágenta sat negld við lurtitólið og lurtaði eftir hesum forkunnugu sendingum.
Nú kemur rættiligt lív í prátið. Vit minnast, tá Hanna Mostir var í velmaktini, og tá lítli Hans Pauli Sundstein, sum gjørdist blindur bert 6 ára gamal, bergtók bæði børn og vaksin við sínum vakra sangi og góðu frásøgugávum.
Tá var ikki nógv undirhald fyri børn, og Hanna megnaði við sínum frálíku sendingum at draga børn inn ? enntá í besta kavaveðrið.
Hanna er ein av fáu føroysku kvinnunum, sum hevur roynt seg á løgtingi.
? Eg var so glað, tá eg í 1980 fekk boð um at koma inn á ting fyri Jákup Lindenskov, sum fór í Fólkatingið. Eg var ógvuliga áhuga í samfelagsviðurskiftum, og viðurskiftini hjá arbeiðsfólki lógu mær eisini nógv á hjarta.
? Men tingarbeiði var mítt størsta vónbrot, tí tað var so óskipað ? og tíðspillu havi eg ongantíð kunna livað við.
Samfelagsáhugin og áhugin fyri kvinnuviðurskiftum gjørdu, at Hanna eisini slapp at royna seg sum blaðstjóri á Kvinnutíðindum og á Sosialinum.
? Tað arbeiði var heilt einastandandi gevandi, og gav mær enn størri áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Tað var oftast ólønt, men tað var ikki tað, sum taldi, men gleðin yvir eitt serstakliga spennandi arbeiði.
? Eg havi havt eitt óalmindiliga gott og ríkt lív og eri signað við ein góðari heilsu líka inn í elliár.
? Gud hevur verið mítt álit og hevur verið við í hvørjari avgerð, eg havi tikið.
????????
Fakta um Honnu Lisberg
Johanna Frederikke f. Toftum
Fødd í Vági 14. august 1926
Dóttir Elisu Bæk úr Hovi
og Johan A. Toftum úr Vági
Gift við Jens Lisberg úr Fámjin
Børn: Dánjal Jóhan og John Eli
Hanna eigur 5 ommubørn og 7 langommubørn
Realskúlaprógv í 1944
Læraraprógv í 1964
Lærarastarv í Skúlanum á Trøðni 1964-1996
Limur í barnaverndarnevndini hjá Tórshavnar Býráð í 30 ár
Sitið í valstýrinum hjá Tórshavnar Býráð í 20 ár
Verið í Vanlukkutryggingarráðnum í 34 ár
Var frá byrjan og 18 ár fram í nevndini fyri Føroya Handilsskúla