- Eg havi ikki álit á Páll á Reynatúgvu

Tað sigur Brandur Sandoy, sum varð valdur á sama lista sum Páll á Reynatúgvu til kommunuvalið á Sandi í november í fjør. Hann hevur saman við trimum øðrum bygdarráðslimum ? sum tilsamans telja meirilutan í bygdarráðnum, skrivað Páll á Reynatúgvi bræv, har teir mæla honum til at leggja frá sær.

Teir fýra bygdarráðslimirnir vísa í brævinum á, at teir halda, at breiða samstravið í bygdarráðnum, sum umfatar alt bygdarráðið, kann halda fram, um Páll á Reynatúgvu leggur frá sær sum borgarstjóri. Um ikki, so skipa hesir fýra valbólk uttan um Páll á Reynatúgvu.

Brandur Sandoy nevnir í grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin, at Páll á Reynatúgvu ikki virðir gegni. Eitt tað fyrsta málið hann tók upp í nývalda bygdarráðnum, var at broyta borgarstjórastarvið til fulltíðarstarv. Brandur Sandoy var ein teirra, sum var ímóti hesum ? og tí fekst ikki meiriluti fyri ynskinum hjá Páll á Reynatúgvu.

- Nakrar dagar seinni stendur at lesa í bløðunum, at borgarstjórin sjálvboðin hevði ofrað sína lønarhækking fyri at tilhaldið kundi halda áfram. Hetta at borgarstjórin fekk sær egnan politiskan vinning upp á ryggin av restini av kommunustýrinum, var byrjanin til ónøgd mína við borgarstjóran. Sjálvt um eg vísti á mína ónøgd í hesum máli, valdi eg at tiga, fyri ikki at seta kílar í samstarvið, sigur Brandur Sandoy.

Eftir hetta merkti Brandur Sandoy, at borgarstjórin mótarbeiddi sær sum formaður í vinnu- og tøkninevndini.

- Á samstarvsfundum førdi hann m. a. fram, at eg ikki kundi seta ymisk viðkomandi mál á dagsskrá í nevndini, uttan at borgarstjórin fyrst skuldi siga gott fyri, at nevndin kundi sleppa at umrøða hesi mál. Henda støða tóktist mær heilt absurd, tí hvat skal nevndin so vera til, uttan at viðgera tey øki, sum sambært kommunustýrisskipanini hjá Sands Kommunu liggja undir henni? spyr Brandur Sandoy.

Brandur Sandoy vísir eisin á aðrar gegnistrupulleikar hjá Páll á Reynatúgvu.

- Tá leiðari fyri barnaverndina skuldi setast, hevði borgarstjórin eftir mínum tykki eina sera óhepna hond við í spælinum, har hann sjálvur var við at taka avgerð um, at tað ikki skuldi søkjast av nýggjum eftir leiðara, eftir at tann sum fekk starvið tók seg aftur. Tað sum ger, at hetta er serliga óheppið, er at ivi kann seta um gegnið hjá borgarstjóranum við hesi avgerð, tí at henda avgerð bar við sær, at hansara egna kona fekk starvið ístaðin. Hetta er ein støða, har metast má, at borgarstjórin var betri farin við at biðja varamann sín koma í sítt stað, fyri at ongin ivi skuldi ráða um hansara gegni, sigur Brandur Sandoy.

Bygdarráðslimurin á Sandi vísiri eisini á, at tá tað almenna slepti endanum viðvíkjandi tilhaldunum kring landið, legði borgarstjórin uppskot fyri kommunustýrisfundin um, at Sands Kommuna skuldi játta ávíst krónutal, so at tilhaldið kundi halda áfram sum áður.

- Undirtøka fekst ikki fyri hesum máli, tí málið varð ov illa lýst, og var tað tí beint í Trivnaðarnevndina til at fáa sett eina fíggjarætlan upp. Síðani kom málið fyri aftur á fundi og varð samtykt. Borgarstjórin hevur verið við til allar hesar viðgerðir, sjálvt um kona hansara er leiðari í tilhaldinum, og sjálvt um vit fýra, sum hava ritað undir brævið, gjørdu borgarstjóran varugan við, at hann hevði persónlig fíggjarliga áhugamál í málinum. Heldur ikki her vildi hann kennast við sítt ógegni, sigur Brandur Sandoy m. a. í brævinum, sum verður prentað í fullum líki í Sosialinum í morgin.