Hann situr á seingini tá vit opna hurðina. Hann biður okkum koma innar og bíður okkum sess.
Kamari er trongligt og lítil møguleiki er at gera tað heimligt.
Og tað er tað so lítil meining í, tí hann sleppur bara at vera her til 27. apríl. Tá skal hann aftur flyta úr kamarinum.
Tí er tað einasta hann hevur við sær ein telda.
Hana brúkar hann til ættargransking. Hann hevur meginpartin av familjuni skrivaða niður á blað. Tað er alt savnað saman í einum bláum ringbindi.
? Men tað er ikki so gott, tí tað ferst so illa, sigur hann. Tí eri eg byrjaður at leggja alla ættargranskingini inn á teldu, sigur hann.
? Men teldan skikkar sær so illa í løtuni, eg veit ikki hvat feilar henni.
Maðurin vit tosað við eitur Elias Joensen.
Hann er føroyingur, men tosar hálvbrotið, tí hann hevur búð í Danmark í næstan tríati ár. Flutti hagar í 1964 og heimaftur í 1992.
Fyrstu tíðina niðri búði hann á Sælandi, men flutti seinni til Jútlands, tí hann helt, at tað var meiri heimligt har.
Tá hann gjørdist einsamallur valdi hann at flyta aftur til Føroya.
? Hetta er mítt heim - her trívist eg best, sigur Elias.
Men tað vísti seg eitt sindur truplari enn hann hevði roknað við.
Fekk fatur á eini íbúð
Elias er ikki múgvandi maður og hevði tí ikki møguleikar at ognað sær hús. Inntøka hansara er ein avlamispensjón, sum hann fær tí hann er epileptikari.
Ein avlamispensjón klárar illa at gjalda fyri eina íbúð og enn minni fyri eini hús.
Men Elias var heppin at enda, tí hann fekk hendur á eini íbúð.
? Hon var dýr. Kostaði 3.500 krónur um mánaðin, sigur hann.
? Men leigunevndin setti leiguna niður til 2.800 krónur, tí teir hildu ikki tað var rætt, at leigan skuldi verða so høg.
Men, sigur Elias, tað var ikki eg sum boðsendi leigunevndini, eg haldi tað var Almannastovan, sum hevði boðsent teimum, tí tey hildu at leigan var ov høg.
Almannastova syrgir fyri at leigan verður goldin til tíðina.
Elias líður nevniliga av epilepsi, men tað nervar hann ikki so nógv. Tað sum hevur nerva hann meir er, at hann hevur havt trupulleikar við beinunum
Í vetur varð Elias viðgjørdur fyri trupulleikarnar í beinunum, men tá hendi tað, at Almannastovan í tveir gloymdi at gjalda leiguna fyri hann.
Tá gjørdi eigarin av at siga hann upp.
Tí situr hann, sum hann ger.
Møblarnir í eini goymslu - alt uttan teldan.
? Tað er ov galið
Elias Joensen heldur tað verða ov galið at hann nú stendur, sum hann ger.
? Nú havi eg einki heim - ongastaðni at búgva. Eg sleppi at búgva í hesum kamarinum til 27. apríl. Aftaná tað eri eg heimleysur. Kann tað verða rætt í einum samfelag sum okkara, spyr hann.
Hann hevur verið hjá kommununi, men teir fáa ikki hjálpt honum, tí teir hava ongar íbúðir.
Almannastovan roynir hvat tey kunnu, men úrslitið er tað sama. Íbúðarmarknaðurin er sperdur - ov fáar íbúðir til ov nógv fólk, og tí er leigan høg.
Men tað er Elias, sum merkir trupulleikan á egnum skinni. Hann ánar ikki hvar hann skal búgva.
Fær hann kanska eitt kamar sum hetta, einaferð enn; í eina stutta tíð og so aftur at flyta, ella verður hann bara fluttur til okkurt, sum Almannastovan leigar til onnur sum hann, sum ikki hava so nógvan pening?
Hann veit tað ikki sjálvur, men hann sær eitt sindur ræddur út við tankan.