? Eg havi skrottað ambitiónirnar

Hann er givin at skriva tónleik, sum hann sjálvur og onnur fólk ikki tíma at lurta eftir. Hann vil heldur skriva tónleik, sum Tanta Olga dámar, enn skriva fyri at fáa onkra virðisløn. Tónaskaldið Pauli í Sandagerði er bersøgin á sínum fimmti ára føðingardegi, eftir at hann hevur havt eitt tungt ár, har hann hugsaði nógv um lívið og tónleikin. Hann greiðir eisini í hesari samrøðuni frá, hvussu tað er at renna runt sum ein idiot í fólkaskúlanum

Seinasta árið hevur føroyska tónaskaldið Pauli í Sandagerði rannsakað seg sjálvan. Hann hevur hugsað um seg og sín tónleik og er komin til eina niðurstøðu, sum hann æltar sær at liva eftir.
? Eg var langt niðri í fjør, tí eg hevði alt ov nógv at gera og var koyrdur eitt sindur í senk av tí. Nú ætli eg mær bara at gera tað, sum eg havi hug til og ikki tað, sum tað verður væntað, at eg skal gera, sigur ein erligur Paul í Sandagerði, sum fríggjadagin rundaði tey hálvthundrað.
? Eg havi skrivað tónleik, sum eg ikki tími at lurta eftir. Hví skulu fólk so tíma at lurta eftir tí. Eg eri givin við at vikla alt inn í teori og skriva tónleik, sum tað verður væntað, at tú skalt gera í eini ávísari tíð. Tað sigur mær púra einki, og eg vil heldur skriva tónleik, sum Tanta Olga tímir at lurta eftir, enn at skriva fyri at fáa onkra virðisløn, sigur hann.
Keypt hús í Vejle
Pauli í Sandagerði var føddur í Havn í 1955, og hann fekk tíðliga áhuga fyri tónleiki. Fyrstu árini var tað serliga klaverspælið, sum hugtók hann, men so líðandi fór hann eisini at arbeiða við kóri og skriva tónleik sjálvur. Nú er hann mest kendur sum tónaskald, og hansara verk eru komin víða úti í heimi.
Kendasta verkið hjá Paula í Sandagerði er helst Jesus og Makedonarin, sum í fjør varð spælt í stórari uppseting í Danmark og fekk sera góð ummæli.
Pauli í Sandagerði hevur seinnu árini búð í Danmark, og hann keypti fyri kortum eini stór og gomul hús í útjaðaranum av Vejle.
? Húsini eru stór, og økið rundan um er stórt. Húsini vóru so ljót, at eingin annar vildi hava tey, og tí fekk eg tey bíliga. Eg havi gjørt tey eitt sindur í stand, og nú gangi eg og hugni mær við at skifta ymiskt út og umvæla, sigur hann.
Um dagin er Pauli til arbeiðis á einum katólskum skúla í Vejle, har hann undirvísir, og hann hevur eisini tilknýti til Musikkskúlan í Vejle.
Møsn í fólkaskúlanum
Pauli í Sandagerði hevur fyri kortum skift arbeiði. Hann gavst at undirvísa í einum vanligum fólkaskúla í Vejle, tá ið hann fekk boðið at koma at starvast í einum nýggjum katólskum skúla í býnum.
? Fólkaskúlin er blivin til ein møsniskúla, sum onkur tók til herfyri. Vit renna sum idotar frá fundi til fund, alt skal broytast alla tíðina, og vit gloyma tað, sum alt snýr seg um, nevniliga næmingin. Vit forsøma næmingar, sum hava brúk fyri hjálp, meðan vit sita og eftirmeta, planleggja og fundast um, hvussu alt nú skal verða, sigur Pauli í Sandagerði.
? Eg havi upplivað tað so ofta, at onkur guru kemur fram og sigur, at nú eigur alt at verða so og so, og hóast eg eri blivin ov gamal til at detta á afturpartin av slíkum, so ger skipanin tað ferð eftir ferð. Og so skulu vit sita á fundi og umskipa alt triðja hvørt ár. Vit koma ongantíð til tað, sum vit veruliga eiga at gera. Og tað ringasta av øllum er, at før-oyingar glaðbeintir importera alt hetta tvætlið úr tí danska fólka-skúlanum.
Pauli í Sandagerði er fegin um nýggja starvið hjá sær í tí katólska skúlanum, tí har er støðan øðrvísi, og lærararnir hava betri frið at arbeiða við børnunum.
? Í 1968 gingu fólk við blómum í hárunum, og nú sæst ungdómurin hjá Vinstra aftur í býarmyndini við slipsi. Soleiðis eru rákini, men eg verði ikki longur tikin við av slíkum. Tí er tað irriterandi at síggja, hvussu nakað nýtt skal innførast í fólkaskúlanum, bara fyri at verða broytt aftur um trý ár.
Leggur líka í gravsteinin
Tónleikurin hevur fylgt Paula í Sandagerði alt lívið, og tað fer hann framhaldandi at gera, hóast hann hevur gjørt upp við seg sjálvan, at ferðin skal ikki verða tann sama, sum hon plagdi at vera.
? Síðani eg varð 18 ára gamal, havi eg drønað runt og skipa fyri, skriva, vant, arrangera og annað. Eg varð fangaður í einum neti, sum eitur føroyskur tónleikur. Tað ber ikki til longur, og eg vil heldur velja ímillum tað, sum eg vil gera, og so verða meira nærverandi, har eg eri. Tað er eisini ein spurningur um orku, tí eg orki ikki tað sama nú, sum tá eg var 30.
? Eg havi skrottað mínar ambitiónir. Um tað er fínt ella ikki, kann verða líkamikið. Eg vil heldur gera okkurt, sum mær dámar, og arbeiða saman við fólki, sum eg havi tað gott saman við. Eg leggi einki í, hvat kemur at standa á gravsteininum hjá mær, ella hvat eftirtíðin fer at halda um meg og mín tónleik. Eg vil heldur verða nærverandi her og nú, tí tað kann koma ein stórur metorur um nøkur ár og splatta alla jørðina, og so er søgan hjá okkum vekk.
Pauli í Sandagerði nevnir fleiri ferðir orðið nærverandi í sam-røðuni ? bæði tá ið hann tosar um tónleikin, arbeiðið og familjuna.
? Børnini hjá mær hava ikki fingið tað burtur úr mær, sum tey skuldu, og eg havi heldur ikki fingið tað burtur úr teimum, sum eg burdi. Tí er tað umráðandi, at tú kanst hyggja í ein spegil og spyrja teg sjálvan, um tað, sum tú gert, veruliga er nakað, sum tú vilt gera, ella um tú gert tað, tí onnur vænta tað av tær.
Kramm í gomlum løgum
Pauli í Sandagerði skrivar framvegis tónleik, hóast hann síðsta árið ikki hevur verið so virkin.
? Eg arbeiði nógv við føroyskum sálmaløgum í løtuni, og tað dámar fólki sera væl. Tað er kramm í teimum gomlu føroysku løgunum, og tað er ovmikið av taka av. Eg royni at verða trúgvur ímóti løgunum, so tey hoyrast aftur í tónleikinum. Tú skalt hoyra lagið og merkja stemningin og ikki bara pakka alt inn í teori.
Og tá ið hesi gomlu løgini verða framførd av nýggjum, og fólk taka væl ímóti teimum, so er Pauli í Sandagerði eisini fegin.
? Eg fekk herfyri eitt bræv frá eini eldri kvinnu, sum hevði verið til eina konsert við tónleiki hjá mær. Hon var hugtikin av tónleikinum og ætlaði sær aftur til allar konsertir við mínum tónleiki.
Tað er slíkt, sum nú á døgum gevur lívinum hjá Paula í Sandagerði innihald. At vanligum fólki dámar hansara tónleik, og at hann kann skriva júst tað, sum hann hevur hug at skriva uttan at skula hugsa um, hvat skal eitast fyri at verða rætt og skeivt í júst hesi tíðini.
? Vit hava lyndi til at gera tey somu mistøkini umaftur og umaftur, men eg havi broytt mína tankagongd nógv seinastu tíðina, og nú vóni eg, at eg kann verða meira nærverandi har, sum eg eri, og bara gera tað, sum eg havi hug at gera, sigur Pauli í Sandagerði.