- Eg helt eg kundi gera mun

- Tað er ein stór ábyrgd at umboða Føroya løgting, her landsins lógir verða smíðaðar – lógir, sum so ella so røkka inn í øll heim í Føroyum, sigur 23 ára gamli, Beinir Johannesen.

 

 

Beinir Johannesen, sum 22 ára gamal varð valdur á Føroya løgting á løgtingsvalinum seinasta heyst, er eisini býráðslimur í Klaksvíkar kommunu. Hann er føddur hin 12. februar í 1997 og fylti tískil 23 ár mikudagin. Men, hvørji vóru áhugamálini, tá hann gjørdi av at fara upp í býráðspolitikk?

- Eg havi altíð havt áhuga fyri politikki, og tá eg var 17-18 ára gamal, valdi eg at tekna meg sum lim í Norðoya Fólkafloksfelag.

Longu til kommunuvalið hin 8. november í 2016 varð Beinir Johannesen biðin um at stilla upp. - Orsøkin til, at eg játtaði, var, at eg sjálvur metti, at eg kundi gera mun. Eg helt, tað vóru nøkur ting, sum kundu betrast. 

Beinir Johannesen vísir á, at hansara áhugamál serliga vóru vinnulívið, at skapa betri karmar fyri at seta búgv í Klaksvík - og so eisini at betra um karmarnar hjá ítróttinum í býnum.

Hvørjar nevndarsessir hevur tú í býráðnum, og er onkur nevndarsessur, tær dámar betri enn annan?

- Í býráðnum havi eg sæti í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, havna- og vinnunevndini og í trivnaðarnevndini, Børn og Ung. Harumframt havi eg eisini sæti í ymiskum øðrum smærri nevndum.

Beinir Johannesen heldur, at allar hesar nevndir eru sera spennandi og á heilt hvørt sín hátt. 

- Tað er sjálvandi spennandi at vera umboðaður í havna- og vinnunevndini, tá vit hava eitt sterkt og spennandi vinnulív í kommununi. Í hinum nevndunum eru eitt nú býarskipan og dagstovnaøkið tvey sera spennandi øki.

Hvørjum løgtingsnevndum eru tú í, nú tú eisini ert tingmaður?

- Í løgtinginum havi eg sæti í vinnunevndini og mentanarnevndini, har eg eisini eri næstformaður. Vinnunevndin er ein sera spennandi nevnd at arbeiða í. 

Beinir Johannesen vísir á, at higartil í hesi setuni hevur fiskivinnulóggávan verið til viðgerðar í vinnunevndini, og hann heldur, at hetta var ein sera spennandi og lærurík tíð.

Kendist tað stórt at gerast løgtingsmaður? 

- Ja, tað er eitt stórt álit at vera partur av Føroya løgtingi. At borgarar velja meg til eitt embæti, har eg skal vera við til at smíða landsins lógir, ið vit øll skulu virka undir, er ein stór ábyrgd at hava. 

Beinir Johannesen vísir á, at tær avgerðir, sum tiknar verða á Føroya løgtingi, røkka inn í øll heim í Føroyum, bæði so og so. Tískil er hetta eitt sera stórt álit, og hetta álit ynskir hann at liva upp til.

Hvat hevur tær dámt hesa tíðina á løgtingi, og ert tú nøgdur við tað, sum higartil er komið burturúr? 

- Eg trívist sera væl í starvinum sum løgtingsmaður. Hóast tað til tíðir er strævið, so dámar mær avbjóðingina, og eg haldi eisini, at eg eri væl móttikin.

Beinir Johannesen vísir á, at í stutta skeiðnum, síðan landsstýrissamgongan varð skipað, eru fleiri ting longu framd.

- Skal eg taka okkurt burturúr, kann eg nevna nýggju fiskivinnulóggávuna og skattafrádráttin til lærlingar. Hetta vóru eisini tvey av mínum hjartamálum til valið, og eri eg sera fegin um, at hesi mál longu eru framd.

Er hetta tað, tú væntaði - ella væntaði tú nakað annað? 

- Eg haldi ikki, at tingarbeiði er so nógv øðrvísi, enn eg hevði væntað. Sum býráðspolitikari kennir tú eitt sindur til mannagongdir og annað, og eg haldi ikki, at nakað higartil er komið óvart á meg, sigur Beinir Johanesen.

Hvørji eru serliga tíni politisku áhugamál? 

- Tað er torført at taka nakað ávíst fram annað, men vinnulívið í síni heild hevur mín stóra áhuga. Tað hevur ivaleyst eisini havt sín týdning fyri meg og mín áhuga, at bæði mamma og pápi mín eru vinnurekandi. Tískil er vinna ikki ókend fyri mær.

Hvat var títt arbeiði, áðrenn tú fór upp í landspolitikk - og ert tú framvegis í hesum starvi? 

- Áðrenn eg varð valdur á Føroya løgting, arbeiddi eg hjá KBI í Klaksvík, har eg var handilsleiðari. Eftir valið bleiv eg boðin at halda fram, men nú arbeiði eg avmarkaða tíð og ikki við somu ábyrgd sum frammanundan. Hetta dámar mær væl, og hetta passar eisini væl saman við, at eg í løtuni eri í holt við eina útbúgving, har eg taki HD, 1. part á Glasi.

Beinir Johannesen sigur at enda, at hann í frítíðini spælir hondbólt við Team Klaksvík.