Eg hugsaði alt tað ringasta

- Eg sá fleiri ræðslumyndir fyri mær, men tað allarfyrsta, eg hugsaði, var, um hann mundi síggja meg, sigur Lív Durhuus, sum greiðir frá skakandi hendingini, tá ið seks ára gamli sonurin Magnus varð brendur illa í andlitið

- Handan dagin gloymi eg ongantíð!

Soleiðis sigur Lív Durhuus úr Vestmanna, sum í dag býr í Thisted.

Dagurin, hon sipar til, er 16. januar, tá ið seks ára gamli tvíburasonurin Magnus var so óheppin at fáa ein eldsloga í andlitið, tá ein hjálparpedagogur stoytti eldfima vesku á eitt bál í frítíðarskúlanum, har tvíburarnir ganga.

Tað var ikki bara sjálv hendingin, sum var skakandi, tí eisini handfaringin hjá starvsfólkunum var undir alt lágmark, heldur hon.

- Tað var dótturin, sum ringdi til mín og segði frá, at Magnus varð blivin brendur í andlitinum. Eg hugsaði beinanvegin, at tá tað var dótturin, ið ringdi, og ikki starvsfólkini, so var tað helst ikki so álvarsamt - sjálvt um dótturin græt í telefonini, sigur Lív Durhuus.

Hon stendur eina løtu við telefonini, áðrenn hon ringir til mannin og biður hann fara eftir Magnus, tí hann er vorðin brendur í høvdinum.

- Hann sigur tað sama, at tað hevur eingin ringt frá skúlanum, men eg sigi við hann um at fara, tí Emma græt og var ógvuliga ávirkað av hesum, sigur Lív Durhuus.

Emma er elsta barnið hjá Lív Durhuus og Jesper Mørch Jensen og gongur í Østre Skole í Thisted, har øll fimm børnini hjá teimum ganga.

Pápin fer so av stað til skúlan, men tekur tað róligt, tí við fýra dreingjum er tað ikki ókent, at heinta onkran teirra á skúlanum við holi á høvdinum ella líknandi.

Men tað er ein ótespilig sjón, ið møtir Jesper, tá hann kemur á skúlan, tí tá situr Magnus brendur í øllum andlitinum.


Melda málið

Tað var týðiligt, at starvsfólkið í frítíðarskúlanum ikki visti síni livandi ráð. Við danskar miðlar sigur starvsfólkið, at tey høvdu roynt at ringt 1-1-2 eftir fimm minuttum ella so, men at tað gekk so long tíð, áðrenn nakar svaraði, at tey løgdu á aftur.

- Tað kenna vit einki til, tí tað hevur eingin sagt okkum. Vit hava valt at melda málið til politiið, sum nú ger sínar kanningar, sigur Lív Durhuus.

Skúlastjórin var eisini úti í donsku miðlunum fyrstu dagarnar og greiddi frá, at starvsfólkið hevði ikki ringt til alarmsentralin, og at tað var hann harmur um.

- Seinni er so komið fram, at starvsfólkið kortini skal hava ringt 1-1-2, men at tað tók ov langa tíð, áðrenn tað svaraði, so tey løgdu hornið á aftur, sigur Lív Durhuus.

Tað er eisini komið fram, at starvsfólkið skal hava ringt á skaðastovuna á Sygehus Thy Mors, men hesum ivast mamman í.

- Tey sótu ov vættu andlitið á Magnus við klútum, tá Jesper kom á skúlan, og tað verður ikki gjørt við brandsár. Eg havi sjálvt gingið til fyrstuhjálp, og eg veit, at slík brandsár skulu skolast í vatni, sigur hon.

Hon er so avgjørd í sínum máli, at hon nú hevur søkt um innlit í málið fyri at fáa staðfest, um starvsfólkið veruliga hevur ringt 1-1-2 og á skaðastovuna á Sygehus Thy Mors.

- Tí tað trúgvi eg snøgt sagt ikki, sigur Lív Durhuus.

Hon fer sjálvandi á skaðastovuna, og á vegnum ringir hon til frítíðarskúlan og biður tey um at senda hini børnini hjá sær heim.

Systir mín var komin til okkum at vera, so hon kundi taka sær av børnunum, tí eg metti ikki, at vit vóru heima áðrenn klokkan trý, tá børnini fáa frí úr skúla, sigur Lív Durhuus.



Álvarsamt

Av skúlanum siga tey henni, at hon mátti ikki fáa ein skelk, tá hon sá Magnus, tí tað var ikki so ringt, sum tað sá út. Tað var bara yvirflatiskt.

- Eg fekk ein rættiligan skelk, tá eg komi á skaðastovuna og síggi, hvussu hann sær út. Tað var heilt týðiligt, at her var ikki bara talan um yvirflatisk sár, sigur Lív Durhuus.

Komin á skaðastovuna er bert at bíða eftir avgerðini hjá teimum læknum, ið har vóru.

Teir tóku myndir av Magnus og sendu til Ríkissjúkrahúsið fyri at teir har kundu taka eina avgerð um, hvørt Magnus skuldi flytast til Keypmannahavnar, sigur Lív Durhuus.

Á skaðastovuni verður Magnus spulaður við vatni.

- Tað eru tríggir kranar, sum støðugt spula vatn í andlitið á honum. Hetta dámar honum illa, og hann grætur, sigur Lív Durhuus.

Magnus fær so hesa viðgerðina í einar fýra tímar, áðrenn tey verða flutt við tyrlu til Ríkissjúkrahúsið, har tey koma um 18-tíðina.

Allan vegin við tyrluni varð vatn sprænt á andlitið, og hetta heldur fram, tá tey koma á Ríkissjúkrahúsið.

- Vit koma á trauma deildina, og har heldur viðgerðin fram. Hann skuldi eisini steriliserast, so hann verður vaskaður og allar blørurnar vóu tiknar burtur, sigur Lív Durhuus.

Ikki fyrr enn klokkan 21.30, eru tey komin upp á stovuna, har Magnus skal liggja.


Ikki eymkað seg

Hvørjir tankar renna gjøgnum høvdið á einari mammu, tá hon sær son sín so brendan í andlitinum?

- Eg hugsaði alt tað ringasta. Fer hann at ganga og hava fult av arrum í andlitinum alt sítt lív? Eg sá fleiri ræðslumyndir fyri mær. Men tað allarfyrsta, eg hugsaði, tá eg sá hann, var, um hann mundi síggja meg. Um hann hevði fingið skaða á eyguni. Men tað hevði hann tíbetur ikki, sigur Lív Durhuus.

Magnus liggur so á Ríkissjúkrahúsinum, og hann verður vaskaður hvønn dag og skorpur og leys húð verður tikin av hvønn dag. Danski miðlar hava gjørt nógv burturúr, hvussu væl hesin lítli drongur hevur handfarið støðuna.

- Hann hevur grátið um kvøldarnar, tá vit hava tosað heim við systkinini og pápan, men hann hevur ongantíð eymkað seg og hevur ongantíð sagt av, sigur Lív Durhuus.

Hann hevur sjálvandi longst eftir sínum systkjum og pápanum, men tað hevur fyri so vítt verið tað.

- Sjálvandi, fyrstu vikuna ella so fekk hann pínulinnandi heilivág, so hann hevur ikki havt pínu, men tað hevur verið ógvuliga ótespiligt hjá honum, sigur Lív Durhuus.

Serliga dagin eftir hendingina var andlitið ógvuliga hovið, og tað bilti at síggja.

Hann skuldi spæla við iPhone'ini hjá mær, men hann sá næstan einki, so hovið varð andlitið, so tað gekk ikki so væl, sigur Lív Durhuus.


Gongur skjótt framá

Læknin á Ríkissjúkrahúsinum, ið stóð fyri viðgerðini, segði beinanvegin við danskar miðlar, at Magnus mest sannlíkt ikki fór at fáa varandi mein, og at hann allarhelst fór at liggja á sjúkrahúsinum í 12 dagar. Og tað helt næstan stikk.

- Magnus hevur góð grøðingarevni, og hann er eisini ógvuliga tilvitaður um, hvat hann skal gera fyri at blíva frískur. Eitt, sum tey uppliva við børnum, sum verða so brend, er, at tey ikki vilja eta, men tað hevur als ikki verið so við Magnus, sigur Lív Durhuus.

Og hann hevur ikki bert etið nógv, men hann hevur eisini rættað seg eftir at eta tann kost, sum hann hevur fingið at vita er góður fyri hann.

- Tað er serliga týðandi við proteinum, so hann hevur drukkið nógva mjólk og milkshake og etið nógv yoghurt og ostahaps, og eg haldi eisini, at hann hevur tikið uppá, sigur Lív Durhuus.

Men tað merkist sjálvandi, at kroppurin grøðist.

- Tað skriðar alla tíðina, og tí vil hann so fegin klóra sær, og tað er jú ikki so gott, tí tá kann koma bruni í. So eg má alla tíðina ansa eftir honum, sigur Lív Durhuus.

Tað var tí við eitt sindur blandaðum kenslum, at Lív og Magnus vórðu útskrivað eftir 10 døgum, tí eins nógv sum hon gleddi seg at síggja hini børnini aftur, eins nógv stúrdi hon fyri, at Magnus skuldi fáa bruna í sárini.

- Annars er Magnus við at koma inn í gerandisdagin aftur. Hann er heima hjá mær, men er við, tá eg koyri hini børnini í skúla um morgunin og fari eftir teimum seinnapartin. Og øll geva honum ans, hyggja at honum og tosa við hann, og tað er kanska gott, tí so fær hann meira frið, tá hann fer í skúla aftur, sigur Lív Durhuus.


Ikki beisk, men...

Men tað er ikki bara Magnus, ið fólk hava givið ans. Eisini tann samlaða danska miðlaverðin og partar av teirri føroysku við hava vilja fingið orðið á Lív Durhuus og mannin, Jesper Mørch Jensen.

- Tað er ikki akkurát eg, tað er meira maðurin hjá mær. Hann kann siga, at nú vil tað og tað blaðið fegið koma heim til okkara at tosa við okkum, men tað havi eg altso sagt nei til. Nú má tað vera nokk. Søgan kann ikki blíva við at vera líka áhugaverd, tí nú vita øll tað, sigur Lív Durhuus.

Maðurin og Magnus hava tó ikki so nógv ímóti at tosa við miðlarnar, men nú hevur Lív sett markið.

- Maðurin hevur einki ímóti tí, og Magnus heldur tað vera stuttligt at síggja seg sjálvan í sjónvarpinum, men nú er málið nátt. Orsøkin til, at vit yvirhøvur byrjaðu at tosa við miðlarnar var, at vit vildu varpa ljós á hetta at hava slíka vesku á stovninum. Tað er skelkandi, sigur Lív Durhuus.

Kortini eru tey ikki beisk um hetta, sum hendi Magnusi.

- Nei, tað eru vit ikki, tí hetta er ikki hent við vilja. Hesin pedagogurin hevur ikki hugsað, at nú fari eg at brenna eitt barn. Men eg havi verið rættiliga beisk um støðuna aftaná, at kommunan ikki vil viðurkenna, at tey hava gjørt ein feil, tí tað kenni eg ikki, at tey vilja, sigur Lív Durhuus.

Hon sigur tó, at skúlin sjálvur hevur eftirmett og sett nýggjar skipanir í verk.

- Skúlin og skúlastjórin hevur taklað støðuna væl, og honum havi eg einki ímóti, heldur ikki leiðaranum av frítíðarskúlanum, men tað er kommunali parturin, sum eg ikki eri nøgd við, sigur Lív Durhuus.

Tað skapti ein mótvilja móti serliga frítíðarskúlanum, og beint eftir hendingina var hon avgjørd í at taka børnini úr frítíðarskúlanum.

- Men vit hava altíð havt góð viðurskifti við frítíðarskúlan, og sum tíðin er gingin kenni eg, at eg má skapa álit aftur. Tað fer kanska at taka sína tíð, men tað skal nokk koma, sigur Lív Durhuus.