- Eg ivaðist rættiliga nógv í uppstilling

- Trolmenn rinda óhugnaliga nógvan pening til olju, og hetta fer slett ikki at bera til. Tað fer heldur ikki at bera til, at línumenn skulu rinda gjald fyri reiðskap. Menn rýma í heilum av føroyskum skipum og fáa sær kjans við eitt nú norðmonnum. At enda standa vit eftir við ongum fiskimonnum til eitt nú línuskip, partrolarar og lemmatrolarar, sigur Grímur Hammer, valevni til valið í Fiskimannafelagnum

Tað var ikki nøkur løtt avgerð, tá eiðismaðurin Grímur Hammer gjørdi av at lata seg stilla upp til felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag. Men, tá freistin var úti hin 4. desember, var hann eitt av trimum valevnum. Hini bæði valevnini eru sitandi felagsformaður, Jan Højgaard, sum býr á Toftum og Sakaris Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men hevur ættarbond í Streymnesi.

Fekk áheitanir
Tað serliga við uppstillingini hjá Grímuri Hammer er, at hann er í starvi á skrivstovuni á Føroya Fiskimannafelag, og sostatt er sitandi formaður og stjórn hansara arbeiðsgevari hjá honum.
- Eg fekk onkrar áheitanir um at stilla upp, men var leingi í iva. Tað var eitt ordiligt ”men” við hesum, men tá tú fært áheitanir, noyðist tú at taka eina avgerð. Eg ætlaði ongantíð, at Jan Højgaard ella felagsstjórnin skuldu frætta tað sum slatur, at eg stillaði upp. Tá so tann eini av stjórnarlimunum í felagnum í november spurdi meg, um eg ætlaði mær at stilla upp, segði eg sum var. Eg segði sum var, at eg hevði fingið onkrar áheitanir, men segði meg samstundis vónsviknan um, at hetta var likið út. Tí gjørdi eg av beinanvegin at ringja til sitandi formann og mín arbeiðsgevara.

Ávís karantena
Tá Sosialurin vitjaði á skrivstovu Føroya Fiskimannafelags týsdagin var Jan Højgaard úti á fundi, men her hittu vit Grímur Hammer.
Vit spurdu hann, um tað hevur verið trupult millum hann og Jan, síðan tað gjørdist greitt, at hann læt seg stilla upp?
- Nei, ikki beinleiðis. Og tó. Tá tað var greitt, at eg fór at stilla upp, fekk eg at vita frá formanninum, at eg skuldi ikki taka telefonina á skrivstovuni, meðan valið fer fram.
Grímur heldur, at tað er í fínasta lagi, at hann ikki tekur telefonina, meðan valið fer fram, so hann møguliga kann ávirka limirnar, sum ringja inn.
- Tað skilji eg eisini væl, og eg haldi, at tað er í fínasta lagi. Jan er formaður, og hann hevur sjálvandi sínar uppgávur - eisini, meðan valið fer fram. Hinvegin er tað eitt gott hugskot, at næstformaðurin, Sámal Poulsen, situr her og tekur telefonina um dagarnar, nú val er.
Grímur leggur aftrat, at um hann ikki hevði fingið hesa ”karantenu”, hevði hann ikki tikið telefonina kortini - líka mikið, um Sámal er á skrivstovuni ella ikki.
- Eg havi sagt við leiðsluna í felagnum og skrivstovufólk, at teimum nýtist ikki á nakran sum helst hátt at óttast mítt arbeiði á skrivstovuni hesa tíðina, tí eg eri sjálvsagt púra avkláraður við, hvat eg kann og ikki kann, meðan valið fer fram.
Grímur væntar ikki, at hann verður gamal á skrivstovuni, um útfallið av valinum verður, at sitandi felagsformaður heldur fram eftir 1. februar.
- Nei, eg vænti ikki, at eg eri í starvi her eftir 1. februar næsta ár, tá eitt nýtt formansskeið byrjar, men hetta havi eg einki fingið at vita um enn. Hetta er sjálvandi ein spurningur, sum formaður ikki avger einsamallur, men leiðslan í felagnum, leggur hann aftrat.

Valið kortini
Í drúgvu tíðini, meðan Óli Jacobsen var formaður í Føroya Fiskimannafelag, varð ikki val í felagnum triðja hvørt ár, sum tað annars kann vera sambært skipan felagsins. Men fyri at hava val, er neyðugt, at sitandi formaður hevur eitt ella fleiri mótvalevni, og tað er ikki hvørja ferð, at mótvalevni eru. Tá heldur formaðurin eftir skipanini fram í trý ár aftrat.
Tá Óli fall fyri seks árum síðan, stillaðu Jan Højgaard og Dan R. Petersen upp móti honum, og tá Jan varð afturvaldur fyri trimum árum síðan, stillaði Hendrik Old upp móti honum.
Grímur Hammer vísir á, at hóast hann ikki hevði stillað upp til valið hesaferð, hevði val verið kortini, tí longu, tá hann tók endaligu avgerðina, var greitt, at Sakaris Zachariassen fór at stilla upp.
- So, antin eg stillaði upp ella ikki, hevði val verið í Føroya Fiskimanafelag kortini í ár, sigur hann.

Betri sáttmálar
Grímur Hammar hevur fleiri hjartamál, nú hann hevur latið seg stillað upp, og millum hjartamálini eru at halda fast um vunnin rættindi hjá fiskimonnum og vinna innaftur mist rættindi, sum hann heldur hava avgerandi týdning fyri inntøkur fiskimanna.
- Trolmenn rinda óhugnaliga nógvan pening til olju, og hetta fer slett ikki at bera til. Tað fer heldur ikki at bera til, at línumenn skulu rinda gjald fyri reiðskap. Menn rýma í heilum av føroyskum skipum og fáa sær kjans við eitt nú norðmonnum. Endin av hesum verður, at vit standa eftir við ongum fiskimonnum til eitt nú okkara línuskip, partrolarar og lemmatrolarar.
Hann vísir á eina uppgerð, sum Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt yvir inntøkuviðurskiftini hjá teimum sum sigla við partrolarum.
- Talan er um tíðarskeiðið frá januar og fram til endan av august í ár. Við ongari olju sum frádrátti hevði hvør einstakur dekkari tjent 36.000 krónur fleiri, enn hann gjørdi í hesum tíðarskeiði umborð á umrøddu skipum. Hetta er alt peningur, sum dekkarar hava rindað fyri olju.
Grímur heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at fiskimenn í fyrsta lagi varðveita sínar sáttmálar, og at mist rættindi verða vunnin aftur.
- Hetta hevur verið ein trupul tíð, men ikki minst í slíkum tíðum er avgerandi, at fiskimenn standa saman, leggur hann aftrat.

Fakfelagsformaður
Grímur Hammer er formaður í Eiðis Arbeiðsmannafelag, og tað hevur hann verið í fýra ár. Hann fór til skips fyrstu ferð í 1978, og tá var hann ikki fermdur. Hetta var við línuskipinum Morgunroðanum.
- Eg havi verið sjómaður í mong ár, men havi bara siglt við línu-og snelluskipum. Havi eisini gjørt mær smávegis royndir við gørnum og havi eisini róð eitt sindur út.
Grímur er 48 ár, giftur Sannu, og tey bæði eiga fimm børn.
- Jú, eg eri spentur til valið. Var eg ikki tað, hevði eg ikki latið meg stillað upp. Mín førleiki er, at eg kenni fiskivinnuna bæði sum fiskimaður og nú í mínum starvi sum skrivstovumaður á Føroya Fiskimannafelag, sigur eiðismaðurin, Grímur Hammer.