Anne Mette Greve Klemensen er fødd og uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi og hevur fýra systrar, men ongan bróður. Hon er fødd 14. juli 1980, og er tískil júst fylt 30 ár. Hon er gift Leif Hansen úr Nólsoy, og saman eiga tey børnini Beintu, ið er fimm og Helga, sum er trý ár.
Anne Mette sigur, at tað er ógvuliga hugaligt sum nýklæktur prestur at fáa starv beinanvegin, og hon var sum nevnt innstillað sum nummar eitt bæði í Fuglafirði og í Hvalvík.
Vit settu Anne Mette Greve Klemensen stevnu, nú hon er heima í Nólsoy í summarfrí, til eitt summarprát.
Hví valdi tú at lesa til prest?
Tað fall mær púra náttúrligt at lesa teologi, og í fyrsta umfari var tað bara teologi og ikki neyðturviliga at gerast prestur. Men eg havi trú á Gud alt mítt lív, og havi stóran áhuga fyri máli og filosofi og kristindómi í heila tikið. So hetta var júst rætti lesnaðurin fyri meg.
Hvussu nógv fyllir trúgvin?
Tú kanst siga, at trúgvin er mítt lívsgrundarlag. Eg kann ikki siga, at trúgvin fyllir so og so nógv, tí hon er ein grundleggjandi partur av lívinum. Tað merkir so sjálvandi ikki, at eg ikki hugsi um annað, men trúgvin er mítt lívsgrundarlag.
Hvør er besti eginleikin hjá einum trúgvandi?
Eg hoyrdi einaferð ein siga, at tá tú ert kristin, verður tú ongantíð høvuðspersónurin í tínum egna lívi, og tað eri eg samd í. Fyri ein kristnan má næstin altíð vera tann týdningarmesti. Tað merkir sjálvandi ikki, at tú ikki skal varðveita teg sjálvan. Tú skal heldur ikki elska næstan meiri enn teg sjálvan, men næstin er altíð snaringspunktið fyri, hvussu tú umgongst onnur. So eg kann ongantíð gerast høvuðspersónurin í mínum egna lívi, men skal altíð liva í mun til mín næsta og Gud. Hevur tú yvirskotið og viljan at líta úteftir, gerst lívið meira áhugavert og virðismikið.
Hevur tað alla tíðina ligið í kortunum at koma til Føroya at vera prestur?
Nei, als ikki. Vit hava tað útmerkað í Danmark, men vit hava eisini ofta tosað um, at tað kundi verði spennandi at komi til Føroyar, og tá eg sá lýsingina eftir presti í Fuglafirði, so helt eg tað ljóðaði sum eitt framúr stað at seta seg niður.
Hvussu kom tú í samband við Føroyar á fyrsta sinni?
Eg gekk á Háskúlanum fyri tíggju árum síðani, og tá eg kom aftur til Danmarkar kom eg rættiliga tilvildarliga í samband við eitt føroyskt kór, sum manglaði ein sangara, so har havi eg verið við í tíggju ár. Tað er eisini harígjøgnum, at eg møtti manni mínum. Grundin til at eg kom á Háskúlan var, at eg læs í einum blað um háskúlar. Eg hevði gingið á háskúla í Danmark, í Silkeborg, og so var tað, at eg kundi hugsa mær at komi út um Danmark á háskúla, og so endaði eg á Háskúlanum í Havn.
Hvat hava Føroyar at siga fyri teg?
Við tíðini eru Føroyar vorðnar eitt stað, har sum eg havi nógvar vinir. Gjøgnum øll árini í kórinum eri eg komin at kenna nógv fólk, og eg havi fingið eina deiliga verfamilju í Nólsoy. Tað, sum eg annars kann siga um føroyingar er, at fólk eru ikki bangin fyri at vera sosial og koma hvørjum øðrum við. Tað dámar mær væl.
Hvørjar eru tínar sterku síður og hvørjar eru tær veiku?
Taka vit tær veiku síðurnar fyrst, so eri eg eitt órudd, og eg kundi ikki droymt um at stroki klæðir. Á plussíðuni telur, at eg havi lætt við at umgangast fólk og eg havi lætt við at tosa við fólk í øllum aldri, og tað er nakað eg rokni við at fáa brúk fyri í mínum yrki sum prestur.
Er tú ein modernaður prestur?
Tú kanst siga, at eg eri ung, og at tað uttan iva kemur at hava sína ávirkan á mátan, eg útføri mín prestagerning upp á. Tú er sum tú er, og kann ikki broyta upp á tað. Tað er eisini sum regul tað, ið er best.
Er tað eitt dreymastarv tú hevur fingið í Fuglafirði?
Ja, tað má man siga. Tað má vera ein dreymur fyri ein prest at koma til eina meinigheit, har fólk eru góð við sína kirkju og brúka hana. So eg gleði meg ógvuliga nógv at læra fólk at kenna í prestagjaldinum.
Ætlar tú at læra teg føroyskt?
Eg royni alt, eg kann. Eg skilji jú alt føroyskt, og eg vænti, at tað kemur við tíðini.
Fer tú at halda fram at syngja í kóri?
Ja, tað rokni eg avgjørt við. Eg haldi tað vera ótrúliga lívsjáttandi at hitta fólk og syngja. Kórsangarar eru jú festligt fólkaslag, men hinvegin rokni eg eisini við at fáa nógv at gera í mínum nýggja starvi, og tað er helst nógv, sum eg má seta meg inn í. Men so vóni eg, at tað verða stundir at syngja í kóri aftur.
Hvørji eru tíni frítíðarítriv annars?
Tónleikur er helst tað, sum fyllir mest í mínari frítíð. Eg havi fyrr spælt í orkestri í fleiri ár. Tað var eitt hornorkestur og eg spældi kornett, men nú er tað so kórsangur. Annars er tað familjan, vit hava jú tvey smá børn, eina gentu upp á fimm og ein son upp á trý, sum bæði fylla ár innan fyri tríggjar vikur. Eg var eisini skóti í fleiri ár, men tann tíðin er farin.
Hvussu definerar tú eitt eydnuríkt lív?
Lívið er jú bæði gleði og sorg. Kingo skrivaði, at »sorrig og glæde de vandre tilhobe«, og eg haldi, at um vit ikki góðtaka tað, men bert vilja hava gleði í lívi okkara, so verða vit vónbrotin av lívinum. Eydnan er tí fyri mær, at tú hevur onkran, sum tú kanst deila sorg og gleði við. Og ein góðan bita av humøri ger heldur ikki lívið verri, saman við eitt sindur av sjálvironi.