Hvat ger teg glaða?
Tá tað gongst børnunum væl, - í skúla, ítrótti og annars. Og so havi eg so fantastiska góðan mann og góðar vinir, og tað gleðist eg í heilum um.
Hvat ger teg illa?
Eg øsi meg ikki so øgiliga ofta. Men vánalig tænasta í handlum og fyritøkum og óvinarlig fólk ávirka sinnalagið skeiva vegin.
Hvussu fekst tú starv í sjónvarpinum?
Eg byrjaði í sjónvarpinum uml. 1991 at umseta og teksta teknifilmar til føroyskt. Tað var fríyrkisarbeiði. Síðani varð eg biðin at vera hjálparfólk til Barnaløtuna, sum Birita Weihe og Annika Marr Poulsen skipaðu fyri. Og soleiðis vant tað spakuliga upp á seg, og í dag eri eg í føstum starvi á 15 - 16 ári.
Um tú ikki var sjónvarpsvertur, hvat hevði tú so verið?
Bóndi. Mær dámar so væl at fáast við seyð og rokast úti. Men eg kundi nú eisini hugsað mær at lisi løgfrøði ella medisin, men tað er nú á gamalsaldri, at eg havi funnið út av tí.
Hvat er títt yndisgóðgæti?
Tað eru hesar ljósagulu skúm-delfinirnar. Men eg keypi tær bara av og á. Og so er tað Haribo'sa Skipper Mix, sum er ein blandingur av salt og salmiakk-lakressi.
Hvat heldur tú vera løgið?
Haldi tað er løgið, at lønirnar standa í stað, meðan matvøru- og oljuprísirnir hækka og hækka. Hetta gongur slettis ikki.
Hvussu skal ein urtagarður vera, um tú slapp at ráða?
Helst asfalteraður. Men ein lítil krókur skal vera við blómum, og hann skal laðast upp, soleiðis at eg kann standa og lúka - also í borðhædd.
Hvørjar gardinur ert tú til?
Rulligardinur ella als ongar gardinur.
Hvat brúkar tú hvønn dag?
Tað eru so nógv. Til dømis bonkurin í køkinum, har eg fái mær døgurðaslang (15 min.), og so eri eg klár aftur til restina av degnum.
Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvari?
At eg ikki líkist mær sjálvari tá eg var 25 ár, og so, at eg havi tað gott við meg sjálva og míni nærmastu.
Hvat er romantiskt?
Tá Bjarnheðin og eg fara ein stimitúr við bátinum.Eitt nú tá vit sigla til til dømis Selatraðar ella Nólsoyar og gera góðan døgurða umborð. Tað er parlag og romantikkur.
Hvør er besta bók tú hevur lisið?
Tað eru nógvar, men eg vil nevna tvær. "Lagnan" eftir Richard B. Thomsen, og "August" eftir Knut Hamsun.
Hvør er tín lívrættur?
Ræst kjøt og súpan, - eingin ivi um tað.
Hvat hevði tú gjørt um tú var ósjónlig ein dag?
Verið fluga á redaktiónfundinum á Sosialinum. :-)
Er tú bangin fyri at gerast gomul?
Nei, als ikki, men eg vóni bara at eg havi góða heilsu og eri nøkulunda klár í toppinum. Øll vilja vera ung, eingin vil vera gamal. Men alternativið er verri. Eg vóni bara, at eftirlønin er so mikið góð, at hon røkkur til, so at eg fái ein rímiligan aldurdóm.
Hevði tú hugsa tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum?
Ja, í Dubai... har er skattaprosentið null, null.
Hvat hevur lívið lært teg?
At eg skal liva lívið, meðan eg kann.
Navn: Sigrún Halldórsdóttir Brend
Aldur: 49
Bústaður: Hoyvíksvegur 17
Starv: Tíðindafólk í sjónvarpinum
Familja: Livi saman við Bjarnheðini í Hoyvík, havi 4 synir: Hallur (21), Hugin (20), Ári (16) og Gilli (8).