? Eg livi fyri tónleikin

- Tónleikurin er alt fyri meg. Hann ger, at eg eri á lívi - at eg livi. At vera tónleikin fyriuttan er tað sama sum at leggja seg at doyggja sigur Sigrið Rasmussen, sum gongur á tónleikaskúla í London. Hon heldur Føroyar goyma hópin á tónleikaratalentum. Spurningurin er bara at uppdaga tey

Hóast smáar eiga Føroyar nógvar góðar tónleikarar og tónlistafólk. Eitt av teimum er 28 ára gamla Sigrið Rasmussen úr Havn. Hon byrjaði fyri hálvum ári síðani á einum av teimum kendu tónleikaskúlunum í London, "London College of Music", á "Tahmes Valley University", ið hevur eina serliga sanglinju, ið einans 24 næmingar sleppa inn á. Hon lesur til Bachelor of Popular Music
Preformance. Útbúgvingin tekur trý ár.
Stórtrívist
? Tað gongur faktiskt øgiliga væl. Eg stórtrívist. Tað er sera áhugavert at vera her í London sigur hon við Sosialin, sum hitti hana á føroyakvøldinum í London herfyri. Har sang hon saman við einum øðrum føroyskum tónlistafólki, Teiti Lassen.
Tað er so ikki ein og hvør skúli heldur, har Sigrið er sloppin at menna og útbúgva seg innan tónlistina, sum er alt fyri hana. 200 næmingar úr allari verðini sleppa inn á skúlan og var Sigrið einasti føroyingur teirra millum. Hon hevur valt vokallinjuna innan sang og teknikk, sum er rættiliga nýggj har á skúlanum.
Men hví London?
- London er staðið, um tú vil hava eina góða útbúgving innan tónleik. Slíkur skúli sum eg gangi á finst bert í London og í USA.
Sigrið, sum eitt skifti var í Noregi og har var við í fleiri tónlistatiltøkum, dámar væl umhvørvið í bretska høvuðsstaðnum.
Framtíðin
Men hvat vil hon so brúka hesa útbúgvingina til, tá hon er liðug um knapp trý ár!
- Tað verður so upp til mín og støðuna tá. Tú kanst vera artistur og tú kanst undirvísa. Tú kanst koma víða við slíkari útbúgving, so vit fáa at síggja.
Men hvussu eydnaðist tað so henni at sleppa inn á skúlan?
- Eg haldi meg hava upplivað og lært nógv á tónleikaøkinum. So eg skuldi havt góðar royndir og barlast at koma á skúlan.
Sigrið Rasmussen sigur, at hennara mál er at gerast ein betri musikari og sangari og at kunna læra onnur. Tú kanst fara út í verðina og fáa nýggjar og fleiri royndir, og tú kanst fara heim eftir lokna útbúgving at læra føroyingar nakað um tónleik.
Tað hon veit um er eingin føroyingur, sum fær útbúgving innan tað hon nevnir popular music, sum annars er ein tónleikagrein, ið er nogv frammi í dag og sum hon heldur føroyingar kunnu fáa nakað gott burtur úr velja teir hesa grein.
Tónleikurin alt
Tey sum hava hoyrt yndisligu og vøkru songrøddina hjá Sigrið ivast ikki í, at okkurt gott fer at spyrjast burtur úr henni. Og hon krógvar so heldur ikki, at tónleikurin er eitt og alt fyri hana. - Tónleikurin er alt fyri meg. Hann ger, at eg eri á lívi - at eg livi. At vera tónleikin fyriuttan er tað sama sum at leggja seg at doyggja.
Sigrið Rasmussen vónar, at hon ein dag kann koma heimaftur og vera við til at menna tónleikin og tónleikalívið í Føroyum. Hon heldur nevniliga, at tað eru mong fjald og ikki uppdagað talent í Føroyum, sum mugu finnast og haldast til. - Tað eru mong, sum hava talent sum tónleikarar men sum ikki vita av tí. Man kann fáa tey fram, fáa tey at hugsa, at tey kunnu gera nakað við tónleikin longu nú, tá tey eru ung.
Nú so nógv verður tosað um týdningin, sum fótbólturin hevur fyri Føroyar heldur Sigrið, at vit eisini við tónleikinum hava møguleika at gera okkum galdandi. ? Tónleikurin hevur stóran týdning í flestu samfeløgum, og eg ivist ikki í, at hann kann fáa nógv størri týdning fyri Føroyar og føroyingar í framtíðini, um vit leggja nakað í hann.
Sjálv heldur Sigrið tað vera sera hugaligt at hoyra um tey mongu ungu, sum koma seg fram á tónleikapallinum, eitt nú Eivør, Teitur, Guðrun og Brandur fyri bert at tríva í nøkur í rúgvuni.
- Eg eri sera spent um, hvussu tað fer at hilnast hjá Teiti, nú hann fer út í heimin við nýggjari fløgu. Eg havi kent hann leingi og hann fær mín fulla stuðul og ynski eg honum góða eydnu sigur ein fryntlig og fegin Sigrið Rasmussen, sum nú heldur fram við tónleikalesnaði sínum í London.
?????????


Hon hevur nógvar royndir og eisini útbúgving/skeið á tónleikaøkinum.Vit hava hugt í hennara CV:

Skúli og útbúgving
Graduate at Sinsen College, Oslo, Norway2001
Bærum Music School, classical violin, Oslo, Norway1995-1998
MGK, Music Basic Course, Denmark1994-1995
5th Grade at the Associated Board of the Royal School of Music, violin, Faroes1994
Tórshavn Musical School, Faroe Islands1983-1993
Still getting private lessons in Violin

Tónleikaroyndir
Played violin since1983 -
Played some piano
Ebenezer Choir, Faroe Islands1988-1994
1st Violin at the Faroese Symphony Orchestra1989 ?
Musical Teacher at Tórshavn Musical School
in Classical violin, Faroe Islands1993-1994
Solo Church Concerts in Norway1998-2000
Norwegian Gospel Voices, participated
in records and with solos1996-2001
Solo and Duet at the Gospel Convention
in Kansas City, USA1999
Guest Soloist at the Tórshavn Jazz Festival1998
Member of Grace (Pop Group)1998-1999
Live Concerts with Grace in:
Around Norway, Sweden, Monaco, Svalbard and Austria (Winter OL in Ramsau)
Private song lessons1998-2001
Studio Vocal Recordings in the Faroes,
Norway and Sweden1994-
Main Soloist at Mixed Well Known Musicals,
Oslo, Norway1996
Soloist at the Christmas Musical, Oslo, Norway2001
- With more?

Skeið
Various courses in artist appearances1997-1998
Various courses in media appearances1997-1998
Violin Courses, private, Wil, Switzerland1994

(Her restar so í seinastu árini)