? Eg missi helst svøvnin

? Hetta er fult og heilt mín fløga og mín tónleikur, so tað hevur nógv at siga fyri meg, um fólk dáma tónleikin ella ikki, sigur Gunnar Mikkelsen, sum 17. mai kemur við sínari fyrstu fløgu

Eyðun Klakstein
?????????????????

Um 10 dagar kemur fyrsta fløgan hjá Gunnari Mikkelsen út. Hann hevur verið í upptøkuhølunum í tveir mánaðir, og allur tónleikurin er nú spældur inn og klárur at geva út.
Hetta verður ikki ein vanlig fløga hjá einum vinnara í einari danskari sangkapping, tí hesaferð eru tað ikki popptónaskøld og smartir framleiðarar, sum hava gjørt sangirnar og tónleikin. Gunnar Mikkelsen hevur nevniliga sjálvur skrivað allar sangirnar á fløguni, og hetta er tí hansara fløga burturav.
? Hetta er 100% mín tónleikur, tað besta eg kundi gera, so eg eri sera spentur upp á at vita, hvat fólk fara at siga um fløguna. Eg missi helst svøvnin, tá ið útgávudagurin av álvara fer at nærkast, sigur Gunnar Mikkelsen.
Kovboyar og komponistur
Hann kom fram burtur úr ongum ? soleiðis mitt í tí heila. Spældi kovboyari í Kanada, men hevði eisini eina gittar á rygginum. Teknaði seg til Stjørna í eitt kvøld, sum Danmarks Radio skipar fyri, sang og smíltist sjarmerandi, so at gentuhjørtuni bráðnaðu, og so endaði hann sum stóri vinnarin í kappingini.
Men tey sum halda, at hann bara verður ein í rúgvuni av brákaligum karokisangarum, fara skeiv. Tí hann er nógv meira enn bara ein sangari, sum tekur orðini upp eftir øðrum. Hann er eisini komponistur, og hann gjørdi alt fyri at fáa sínar sangir við á fyrstu fløgu sína.
Og tað eydnaðist. Hann tosaði plátufelagsbossarnar hjá Universal til rættis, og so endaði tað við, at hann slapp at spæla sínar sangir inn.
Og nú stendur hann so har ? við sínum hjartaðblóði brent á fløgur ? klárur til fólksins dóm.
? Eg verði uttan iva eitt sindur skroypiligur, tá ið fløgan kemur út, tí hetta eru mínir sangir, og nú má tað bera ella bresta, sigur Gunnar Mikkelsen.
Endaleyst heiti
Fløgan hevur fingið eitt óvanliga langt heitið, men tað er ikki av tilvild, at hon kallast »The best piece of advice always comes a little too late«.
Skulu vit royna okkum við eini skjótari týðing, so merkir tað nøkunlunda, at tey góðu ráðini koma altíð ov seint.
? Í hesum liggur nakað av míni lívsáskoðan. Ofta koma tey góðu ráðini ov seint, og so kunnu tey gera tað sama. Tí ræður um at gera sítt besta og royna seg sjálvur, sigur Gunnar Mikkelsen.
Og at royna seg sjálvur, sleppur hann í summar. Fyrsta fløgan hjá honum kemur í plátubúðirnar, hann hevur gjørt eitt sjónbandalag til sangin »Haunted Honeymoon«, og seinni í hesum mánaðinum fer hann á útvarpsturné í Danmark, har hann fer at spæla live á teimum stóru rásunum kring landið.
Seinni í summar skal hann spæla á onkrum festivalum, og í heyst ætlar hann sær at spæla á ymsum spælistøðum í Danmark.
Hann ger eisini eitt rend til Føroya síðst í mai mánaði, og tá fáa føroyingar høvi at hoyra nýggju sangirnar hjá hálva føroyinginum.