– Eg selji avgerðir, soleiðis lýsir Petur Reinert yrkið sum dómari.
Tað er ikki altíð, at dómarin sær alt, sum fyrigongur á vøllinum, men tá ræður um at selja avgerðina.
– Fótbóltsspælarar eru sum hundar ið lukta blóð. Fáa teir fyrst illgruna um, at tú ikki veitst hvønn veg eitt fríspark ella eitt innkast skal dømast, so bíta teir, sigur Petur Reinert, altjóða dómari.
Sum dómarin mást tú viðurkenna, at tú ikki altíð sær alt. Tá er umráðandi, at fanga reaktiónina hjá spælaranum.
– Tað er ein løta upp á eini tvey sekund, har reaktiónin hjá spælaranum er erlig. Tað er hana, tú mást fanga, sigur Petur Reinert, sum hevur verið dómari í áleið 20 ár.
Hann ásannar tó, at tá hann er í iva, so er lættast at geva fyrimun til liðið, sum er í verju støðu.
– Sjálvandi leggja spælarar trýst á okkum, men eg eri fullvísir í, at allir dómarar í Føroyum døma eftir bestu sannføring.
Samrøðan er bara nakrar minuttir gomul og Petur Reinert er ikki bangin fyri at siga tingini, sum tey eru. Soleiðis er Petur Reinert sum persónur og tað sleppur ongin at broyta. Heldur ikki dómarafloytan.
Dómari sum 15 ára gamal
Longu sum 15 ára gamal dømir Petur Reinert sín fyrsta dyst. Hann er uppvaksin í Leirvík og heldur seg framat sum ungdómsspælari í LÍF. Áhugin fyri fótbólti kemur á ungum aldri, tá Petur Reinert gamli settur eitt VHS band í videomaskinuna. Á bandinum er ein upptøka av kenda landsdystinum millum fyrrverandi Sovjetsamveldið og Danmark, sum danir vinna 4-2.
– Tað er fyrsti fótbóltsdysturin, eg sá, sigur Petur Reinert, sum hevur sett seg til rættis hinu megin skrivaraborðið.
Hann líkist meiri ímyndini av einum fótbóltsspælara við tatoveringum, hálsbandi við einum krossi á og vátum hári, ið er væl greitt. Ímyndin av einum dómara er heldur ein, ið ikki ger seg so sermerktan, men soleiðis er ikki við 35 ára gamla Peturi Reinert.
Tað gongur skjótt upp fyri honum, at hann er væl egnaður til at døma. Hann goymir seg ikki aftan fyri floytuna, men luttekur heldur, sjálvt tá samskiftið millum spælara og dómara er heitt.
Tað gerst Peturi tíðliga greitt, at hann ongantíð verður nakar fótbóltsspælari. Dømingin fær hægri raðfesting. Í 1999 eru boð eftir honum til dyst í bestu deildini.
– Tað var Niklas á Líðarenda, sum sá meg døma ein dyst. Hann bað meg taka dómaraprógv. Tá hann ringdi og fortaldi, at eg skuldi døma í bestu deildini gekk tað upp fyri mær, at hetta var álvara, greiður Petur Reinert frá.
Dysturin millum B68 og VB endar málleysur. Petur kemur væl frá dømingini. Eitt nýtt kapitul er byrjað í lívinum hjá leirvíkinginum.
Kundi dømt í Superliguni
Tað er ein ágrýtin dómari, sum um aldarskiftið flytur til Lemvig í Danmark at lesa. Við bringuni fremst meldar Petur seg inn í Holsterbro dommerklub, men tað rínur ikki við hjá nøkrum, tá leirvíkingurin greiðir frá sínum royndum í føroyskum fótbólti.
– Tað kundi teir ikki lagt minni í. Eg varð settur at døma Seriu 5, sum er millum vánaligastu deildirnar í donsku fótbóltsskipanini, sigur Petur Reinert, sum flennir og ristir við høvdinum.
Tað endar við, at Petur møtir upp til dyst, men har eru ongir hjálpardómarar. Tá fær hann at vita, at í Seriu 5 eru ongir hjápardómarar og tú mást bara døma rangstøðu eftir bestu sannføring.
– Tá eg so helt at ein spælari var dekan og leysur, so bríkslaði eg fyri rangstøðu. Eg væntaði tað ringasta, men spælarin steðgaði bara upp og ongin segði nakað. Tað kundu føroyskir spælarar lært nakað av, heldur Petur Reinert fyri.
Men Petur hevði ikki heilt lisið upp á reglugerðina, tí løtu seinni gav hann eitt gult kort. Brádliga fór spælarin av vøllinum, tá Petur rópar á hann; »Eg gav tær bara gult!« Spælarin nikkar og gongur av vøllinum. Í Seriu 5 kostar eitt gult kort tíggju minuttir á bonkinum.
Hóast tað byrjar nakað illa, so gongur skjótt rætta vegin. Petur dømir stutt seinni í Seriu 1 og síðani í Jyllandsseriuni saman við millum annað Jacob Kehlet, sum í dag dømir í Superliguni, ið er besta deildin í Danmark.
Eftir fýra árum í Danmark, stendur Peturi Reinert í boðið at koma víðari, men hann tekur avgerð um at flyta aftur til Føroya.
– Eg hevði heilt vist kunna dømt í Superliguni. Eg havi dømt dystir við Superliga liðum og tað er ikki so øðrvísi sum at døma onnur lið, sigur Petur Reinert.
Hondin hjá Hanusi argar enn
Tað tekur leirvíkinginum eitt ár at sleppa at døma í bestu deildini í Føroyum aftur. Men so gongur eisini skjótt. Hann fær fleiri av stóru dystunum og móti endanum av 2005 dømir hann tveir minniligar dystir.
Fyrst dømir hann grannauppgerðina í Vági millum VB og TB, og vikuna eftir dømir hann dystin millum B36 og HB, sum var ein FM finala.
– Tað er besti dysturin eg havi dømt. Gundadalur var stúgvandi fullur og FM heitið stóð upp á spæl, greiðir Petur Reinert frá.
Men tað eru ikki bara góð minni Petur hevur frá døming. Serliga er tað ein avgerð í klassikaranum millum KÍ og HB í 2009. Stutt fyri tíð er HB á odda 1-0, tá HB er í álopi. Brádliga liggur bólturin í KÍ málinum. Hanus Thorleifsson hevur brúkt hondina til hjálpar til at leggja HB á odda 2-0. Einastu menninir, ið ikki síggja tað, er dómararnir.
– Eg visti at okkurt var hent. Eg visti bara ikki hvat. Eg hugdi upp á hjálpardómaran og hann hevði heldur einki sæð. Eg hevði tí ongan annan møguleikan, enn at bríksla fyri máli, greiður Petur Reinert frá.
Hann vísir eisini á eina aðra hending í Klaksvík, tá hann gevur Sorin Anghel gult kort fyri film. Eftirfylgjandi er øllum greitt á sjónbandaupptøkuni, at beinini blivu tikin undan táverandi EB/Streyma spælaranum.
UEFA dómari
Í 2006 verður Petur Reinert UEFA góðkendur dómari og við tí fylgja fleiri spennandi uppgávur. Millum annað dømir hann dyst millum serbiska FK Rad og eitt lið úr San Marino.
– Har vóru fleiri hermenn enn tað vóru áskoðarar til dystin. Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi. Áskoðarar komu til dystin tveir tímar áðrenn og sungu og róptu allan dystin, greiðir Petur frá.
Petur upplivdi eisini at skula døma í Luksemburg, tá øll útgerðin hjá føroysku dómarunum var stolin.
– Tá vóru góð ráð dýr, men vit máttu keypa tað mest neyðuga, og so máttu vit læna útgerð, sigur Petur Reinert.
Hann hevur eisni roynt at dømt eitt walisiskt lið, har tað gekk meiri út upp á at øsa seg sjálvan upp, enn at spæla fótbólt. Men hóast hann hevur dømt fleiri spennandi og stórar dystir, so er tað dysturin millum B36 og HB, sum stendur sterkastur í myndini.
Døming hevur sínar skuggasíður
Petur Reinert elskar at døma, men tað er ikki uttan skuggasíður. Leirvíkingurin hevur millum annað upplivað at verði álopin í frítíðini. Tað hendi millum annað á G! Festivalinum fyri nøkrum árum síðani, tá ein maður legði eftir honum.
– Eg kendist ikki við mannin og skilti heldur ikki hvat hann tosaði um, men tað var onkur døming hann var ónøgdur við, greiðir Petur Reinert frá.
Petur hevur eisini verið biðin um at fara úr eini Café, tí onkur stóð uttanfyri, ið vildi hava fatur á honum. Eisini kunnu viðmerkingarnar vera ógvusligar. Eitt kvøldið sita konan og Petur á einum bonki og eta, tá ein maður gongur framvið og sigur; »Eg vóni at tú setur tað í hálsin.«
– Tað eru nógv fleiri góð ting við at vera dómari enn tað er keðilig, men tað vísir seg, at fólk halda tey hava rætt at siga alt við teg, sigur Petur Reinert.
Við aldrinum er yrkið sum dómari blivið lættari og nú er tað meiri sjáldsamt, at spælarar eru eldri enn dómarin. Fyribils hevur Petur onga ætlan um at gevast, sjálvt um hann bara tekur eitt ár í senn.
Hann metir, at stigið á føroyskari døming er økt nógv, síðan hann sum 15 ára gamal byrjaði at døma.
– Dómararnir í framtíðini verða betri enn vit eru, sigur Petur Reinert at enda.
Hann hevur uppgivið at flyta til størri lond og royna seg sum dómara, men hann hevur ein dreym um at fáa stórar og spennandi altjóða uppgávur. Til ta tíð er hann klárur til enn eitt spennandi kappingarár í føroyskum fótbólti.