Í gjár skrivaðu vit um B36 spælaran Alex Mellemgaard, sum leygardagin breyt tríggjar tenn í 2-1 sigrinum á barndómsfelagnum AB. Alex hevur nú verið hjá tannlækna, og hann er væl nøgdur við úrslitið.
Les eisini: Trý stig og tríggjar brotnar tenn
- Eg síggi betri út nú, enn eg gjørdi, áðrenn eg breyt tenninar, sigur Alex Mellemgaard, sum nú kann eta og drekka aftur sum øll onnur.
Les søguna um Alex Mellemgaard í Sosialinum við at trýsta her
Tað var í dystinum móti AB um vikuskiftið, at Alex rendi saman við einum viðspælara og einum mótspælara. Úrslitið var, at tríggjar tenn brotnaðu í yvirmunninum.
Les eisini: Full ferð á Róaldi og B36
- Eg var eitt sindur bangin um tað kundi gerast aftur. Tað tók bara ein tíma, so var eg liðugur. Eg hevði væntað at tað tók væl longri, sigur Alex Mellemgaard, sum fyri uttan samanstoyting ikki hevur havt so nógva pínu, sum ein kundi ímynda sær.
Alex Mellemgaard hevur fingið tannfylling, so tað í dag ikki er til síggja, at hann leygardagin sá út sum til vintru á myndini.